Skriva út

2. sunnudagur í føstu

Ein kempandi trúgv er eisini ein stór trúgv

Øssur Kjølbro, prædika í Christianskirkjuni 28. februar 2021

Matt. 15,21-28. Fyrra tekstarøð

"Og Jesus fór burtur haðani og helt ferðini móti bygdaløgunum við Týrus og Sidon. Og sí, ein kánaneisk kona kom út um markaskjalini har og rópaði og segði: "Harri, Dávids sonur, miskunna mær! Dóttir mín er stødd í neyð av einum illum anda." Men hann ønti henni ikki aftur. Og lærusveinar hansara komu og bóðu hann og søgdu: "Slepp tær frá henni, tí at hon gongur og rópar eftir okkum." Men hann svaraði og segði: "Eg eri ikki sendur út uttan til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi." Men hon kom og fell á knæ fyri honum og segði: "Harri, hjálp mær!" Men hann svaraði og segði: "Tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað." Men hon segði: "Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði." Tá svaraði Jesus og segði við hana: "Kona, stór er trúgv tín! Verði tær sum tú vilt!" Og dóttir hennara varð frísk frá teirri somu stund."

"Men hann ønti henni ikki aftur!" Soleiðis lósu vit um Jesus, tá henda mamman rópti á hann, tí dóttirin var í neyð. Eg eri neyvan tann einasti, sum stúrsi við, tá eg lesi hesa frásøgnina. Dugir Jesus ikki fólkaskikk? Vit læra børnini, at tað er ófólkaligt at látast ikki at hoyra, tá onnur tosa við okkum.

Men í mentanini í Miðeystri tá var tað ikki so løgið. Tí hon var heidningur, hann jødi. Hon var kvinna, hann maður. Í grundini var tað løgnari fyri tey hjástøddu, at Jesus eftir drál eina løtu fer at tosa við hana.

Henda dagin er Jesus saman við lærusveinum sínum farin norður um Galilea til tað heidna økið uttanfyri býirnar Týrus og Sidon, við Miðjarðarhavsstrondina, í núverandi Libanon. Jesus hevur júst verið í hørðum orðadrátti við farisearar og skriftlærdar, og kanska fer hann burtur frá fyri at summa seg. Vit ímynda okkum kanska, at Jesus altíð var væl fyri at lekja sjúk, men hann var ikki nakar grøðingarrobottur; hann var eitt menniskja, og vit síggja mangan í evangeliunum, at Jesus er útlúgvaður.

Henda mamman, sum vendir sær til Jesus, er kánaneari. Teir og jødar hildu sera lítið um hvør annan. Nakað sum ísraelar og palestinar í dag. Ei undur í, at lærusveinarnir vilja sleppa burtur haðani sum skjótast. Gamalt agg rustar ikki!

Men henda konan veit eftir øllum at døma, hvør Jesus er. Ja, róp hennara boðar frá, at hon viðurkennir Jesus sum Messias.

Her stendur ein mamma, sum er í dýrastu neyð, tí at dóttirin er illa plágað av einum illa anda. Merkir Jesus ikki hennara pínu? Hennara ráðaloysi og máttloysi? At hon er trýst heilt út á eggina?

"Men hann ønti henni ikki aftur"... Í dag møta vit einum øðrum Jesusi enn honum, vit halda okkum kenna. Hann, sum altíð er so fyrikomandi og fevnandi, serliga móti teimum veikastu, minstu og útstoyttu. Jesus tigir; hann vendir henni bakið, ella heldur henni burtur frá sær við ikki serliga blíðum orðum.

Henda konan er ikki tann einasti, sum upplivir Guds tøgn. Tvørturímóti hava øll, ið biðja, upplivað, at Gud stundum tigir. At hann ikki ønir okkum aftur. Í grundini er hetta teirraokkara – sunnudagur.

...

Eg las ein blogg á Trúboðin.fo, har rithøvundurin finst at vælbjargaðum amerikanskum sjónvarps-evangelistum og boðskapi teirra um "framburð, ríkidømi og sigrandi lív". Við egnum flogfari - og eg endurgevi - "flúgva (teir) í einar 30 minuttir og lenda við einari appel til neyðars áhoyrararnar um at trúgva meir ella vænta meir av Guði. Og eftir siti eg og áni ikki míni livandi ráð. Hvussu skal eg vænta meir, og hvussu skal eg trúgva meir? Alt er givið og gevur Guð gleðiliga, tá vit søkja hann. Tí alt varð givið okkum – einki er komið úr okkara innara, einki, so gevst bara at kroysta meiri trúgv og væntan innanífrá. Vit kunnu søkja Guð, einki annað ... Vóru mínar inniligu bønir fyri húsfólkunum, tá tey vórðu rakt av sjúku, ikki nóg inniligar, tá tey ikki vórðu grødd? ..." citat slut.

Bloggurin hevur yvirskriftina "afturspark", tí hann er svarið hjá rithøvundinum uppá, at slíkir prædikantar "eirindaleysir leggja í krovið á teimum, ið eru komin illa fyri, ”tí teimum væntar trúgv”! Tí - sagt við mínum orðum - Jesus er ikki nøkur grøðingarautomat, og trúgv og bøn okkara eru ikki smáir myntir at rinda við. Og allarminst hava vit krav um leking.

Viðhvørt tigir Gud. Og vit ána ikki hví. Og royna vit at skilja hví, villast vit. Tí Gud er Gud. Hann er órannsakandi og óendaliga nógv størri enn vit. Gud er ikki ein maskina, sum vit við nóg góðari "andaligari tøkni" kunnu avlesa. Gud er og verður eitt mysterium.

...

Jesus sigur sjálvur, hví hann ikki svarar kánaneisku konuni: - Eg eri einans sendur út til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi! Skriftirnar søgdu, at einaferð skuldi Messias eisini bjarga teimum heidnu fólkunum, men tann tíðin var ikki komin enn!

Men konan vil ikki sleppa Jesusi; hon fellir á knæ fyri honum og bønar hann um hjálp. Men Jesus drálar framvegis og sigur við konuna: - Tá húsfólkið situr um nátturðaborðið, so geva foreldrini sjálvandi fyrst børnunum at eta – eingin tekur matin frá børnunum og blakar hundunum hann! (Børnini eru jødafólkið, hundarnir eru heidningarnir.)

Eg eigi ikki hund sjálvur. Men eg haldi meg vita, at nógvir hundaeigarar eru sera góðir við hundin! "Menniskjans besti vinur!" Men í Miðeystri tá á døgum vóru hundarnir óreinir og óverdigir. At samanbera onnur við hundar var næstan tað ringasta, tú kundi gera. Hundar sparkaði ein eftir, um teir komu ov nær ella goyðu eftir mati. Stúrsa vit við, tá Jesus í fyrstu atløgu ikki ønir hesi neyðstøddu mammu aftur, gera vit tað ikki minni, nú hann brúkar hesa eyðmýkjandi myndina.

Tað løgna er, at konan góðtekur myndina beinan vegin. Hon kennir seg aftur í henni. Tí hon veit, at sum heidningur er hon ikki verd at fáa nakað av borðinum hjá Ísraels Gudi. Men so sigur hon hesi orðini, sum fáa Jesus at undrast: "Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði."

Hon viðurkennir, at hon als ikki hevur rætt til nakað frá Jesusi, at Messias fyrst varð sendur til jødarnar; men hon veit eisini, at Gud er so stórur og ríkur, at hann eisini elskar heidningafólkini! Og at jødarnir fáa ikki minni av tí grund.

Og úrslitið er, at Jesus lekir dóttrina. Hann hjálpir einum heidningi, áðrenn tíðin er komin til tað. Í grundini hjálpti Jesus, hvørja ferð heidningar vendu sær til hansara. Hóast tíðarætlanin segði, at hann fyrst skuldi venda sær til jødafólkið. Hann fór yvir um mark hvørja ferð, fyri at hjálpa einum menniskja.

...

Onkur hevur sagt tað soleiðis, at hetta er einastu ferð, at Jesus tapir eitt kjak! Og poengið er – og tað er umráðandi at fáa við - at hann ger tað við vilja! Hann vil nevniliga ikki einans hjálpa okkum menniskjum við teimum trupulleikunum, sum vit vilja hava loystar. Hann hevur eisini eina aðra dagsská: Trúgv okkara! Hana dregur hann fram gjøgnum drálið og mótsøgnina! Tí mál hansara er ein búgvin trúgv. Ein trúgv, sum ikki er tengd at, at alt eydnast henni, men sum tvørturímóti krøkir seg í Jesus sjálvan!

Óivað er hetta ein serliga stór avbjóðing fyri okkum nútíðar menniskju. Vit eru so tilvitað um okkara rættindi! Og vit eru eisini von við at hava ráð til at ogna okkum tað mesta av tí, sum vit halda okkum hava tørv á. Og hesa hugsan kunnu vit so flyta yvir á viðurskiftini við Gud, so at hann meira ella minni bara skal syrgja fyri at "levera" tað, sum vit halda okkum hava rætt til. Nú karikeri eg sjálvandi eitt sindur, men kortini: Hvat er okkara grundhugburður mótvegis Gudi? Skulu vit veruliga viðurkenna, at vit í grundini ikki hava rætt til nakað frá Gudi? At vit einans kunnu koma við tómum hondum og biðja um miskunn og náði?

...

Guds tøgn ger neyðina, sum vit koma til Jesus við, uppaftur sterkari. Vit merkja hjálparloysið enn djypri. Neyðin fær okkum at venda okkum til Guds. Men Gud vil vera nógv meira enn ein, vit hava til at taka, tá vit eru neyð. Hann vil knýta okkum nærri at sær. Hann vil ikki einans vera ein partur av okkara tilbúgving. Hann vil vera okkara lívsgrundarlag. Og tað kann hann nýta tøgnina til.

Tøgnin kann sjálvandi eisini fáa okkum at venda honum bakið. Gud var ikki tann, vit hildu hann vera. Og tað kann saktans vera púra rætt, um okkara mynd av Gudi í grundini einans var eitt glansbílæt. So er hann ikki tann, vit hildu hann vera.

Men krøkja vit okkum í Jesus og halda fram at banka á dyrnar, eins og kánaneiska konan – so byrja vit at skilja, at hjálparloysi okkara er nógv djypri, enn vit vanliga halda. Vit hava í grundini bara hann at fara til.

Jesus vil hava okkum at viðurkenna, at hann er lívsneyðugur fyri okkum; so at vit ikki sleppa honum aftur, so skjótt vit halda, at vit sjálv kunnu taka yvir aftur. Tað er hagar, hann vil leiða okkum. At hann verður ómissandi fyri okkum, bæði í góðum og ringum døgum.

Guds tøgn kann stilla okkum yvirav einum nógv veruligari Gudi. Einum Gudi, sum vit ikki hava tamarhald á. Sum vit ikki kunnu avlesa og rokna út. Og tí í grundini eisini einum Gudi, sum vit hava nógv størri álit á.

...

Kánaneiska konan visti, at hon ikki hevði rætt til nakað. At fáa Guds hjálp til lívið og til ævinleikan er at fáa tað, sum vit ikki kunnu krevja. Men hon kendi eisini tann miskunnsama meistaran! Og hon helt út í neyðarrópi sínum, hóast tað sá vónleyst út, hóast kenslurnar søgdu, at tað var til fánýtis. Og tað er trúgv!

Bønarstríð hennara vísir okkum, at hon – andliga – er ein av burturvilstu seyðunum úr Ísraels húsi, hóast hon var heidningur. Tí aðalmerkið hjá Guds fólki er álitissambandið við Gud og at vera tengdur at honum.

Og tað er júst tað, sum er evangeliið til okkara í dag. Ein stór trúgv heldur ikki nógv um seg sjálva. Ein stór trúgv sær tvørturímóti sítt egna máttloysi og krøkir seg tí í tann sterkasta, Jesus! Hóast tað er ein kempandi trúgv, sum stríðist við iva og mótsøgn.

...

Beint áðrenn hesa hending hevði Jesus sum nevnt ein harðan orðadrátt við fariseararnar. Teir vendu sær eisini javnan til Jesus. Men als ikki á sama hátt sum henda kvinnan. Teir komu so at siga við fullum hondum. Teir vistu, at teir ikki vóru fullkomnir, men teirra heilhjartaði innsatsur átti tó at geva teimum fyrimun hjá Gudi, hildu teir. Grundhugsan teirra í viðurskiftunum við Gud var tí: "Gev mær tað, eg havi uppiborið, tí eg eri nóg góður!" Kvinnan hinvegin kemur til Jesus við beint tí øvutu bønini: "Gev mær tað, sum eg ikki havi uppiborið, tí ert góður!"

Og tað, sum Jesus ferð eftir ferð lærir, er, at tann, sum kemur við fullum hondum, fer avstað aftur við ongum. Tí í grundini tørvar honum ikki Gud. Meðan tann, hinvegin, sum kemur við tómum hondum, fer avstað aftur við fullum hondum! Tann, sum í hesi merking trýr á Jesus, verður ikki til skammar, men verður signaður.

Tí er Gud ikki einans eitt mysterium! Í hesum Jesusi hevur hann givið seg opinberliga til kennar. So at vit kunnu síggja hann, sum hann veruliga er, og hava beinleiðis samband og samveru við hann.

...

Vit eru komin væl inn í føstuna, har vit á ein serligan hátt fyrireika okkum til páskirnar. Tá Jesus gjørdi tað møguligt at fáa okkara viðurskifti við Gud aftur í rættlag – við at doyggja fyri øll misbrot okkara og rísa upp til okkara rættvísi. Tað er grundin til, at hann tekur ímóti hesi kánaneisku kvinnuni. Og okkum. Og øllum, ið venda sær til hansara, júst sum tey eru. Hóast hann ikki altíð gevur okkum tað, sum vit halda okkum hava mest brúk fyri her og nú. So loysir hann okkara djúpasta trupulleika í tilveruni.

Tí kann hann í Jóhannes-evangeliinum rópa út um allan heim, og eisini til mín og tín: "Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur" (6,37). Í mun til hansara eru vit øll óverdigir syndarar. Men hann ger eisini okkum til børn síni og setur okkum við borðið og borðreiðir við síni náði og miskunn. Tí: "Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur!"

Amen