2. sunnudagur fyri føstu (seksagesima)
Gud ger verkið!
Øssur Kjølbro, prædika í Árnafjarðar kirkju 16. februar 2020 - 2. sunnudagur fyri føstu (seksagesima)
Tekstur: Markus 4,26-32
Seinna tekstarøð.
"Og Jesus segði: "Við Guds ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið."
Og hann segði: "Hvat skulu vit líkna Guds ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí."
Amen
“Av ongum kemur einki – uttan lummaull”, verður sagt. Í tí liggur, at vilt tú hava nakað at henda, ynskir tú einahvørja broyting, so mást tú sjálvur gera nakað fyri tað!
Í grundini er tað júst tað øvugta, sum eyðkennir Guds ríki, sambært teimum báðum líknilsunum, sum Jesus sigur lærusveinum sínum í dagsins teksti. Tí tá sáðið er lagt niður í jørðina, hendir rest “av sær sjálvum”! Tí sáðið – gleðiboðskapurin – hevur megi í sær sjálvum at skapa lív.
Líknilsini bæði snúgva seg um Guds ríki. Og Guds ríki er har, sum Gud ræður. Har Gud fremur sín kærleiksfulla vilja. Har Gud sleppur at vera pápi og vit børn hansara.
Í fyrra líknilsinum samanber Jesus Guds ríki við eitt lítið sáð, sum ein maður leggur niður í moldina. Maðurin skilir ikki, hvussu tað ber til, at sáðið sprettur og veksur og verður til fullbúgvið korn. Men tað ger einki, tí ávøksturin er ikki hansara arbeiði. Hann sáar í trúgv, og náttúran orðnar rest. Úrslitið á heystardegi er ein búgvin akur, klárur til skurðar.
Eg og tú eru maðurin, ið sáar. Og boðskapurin er, at vit íðin skulu sáa tað góða sáðið frá Gudi – Guds orð, gleðiboðskapin - í okkara egna lívi. Tað orðið, sum verður sáað niður í okkara hjarta, tá vit lesa ella hoyra Guds orð, ber ávøkstur av sær sjálvum. “Automatiskt” er orðið í grundtekstinum. Loyndarmálið er sjálvandi, at tað er Gud, sum skapar vøkstur. Vit nýtast ikki at skilja, hvussu tað ber til. Vit skulu bara sáa. Og á evsta degi tekur Gud sær av innheystingini.
Soleiðis minnir Jesus okkum á at vera íðin at hoyra Guds orð, leita hagar, sum tað ljóðar, lesa tað, lurta eftir tí, ja, fylla okkum við tí. Tað er nógv, sum hevur týdning í lívinum, men eitt er avgerandi neyðugt.
Skulu nøkur epli verða at taka upp í heyst, mugu vit seta niður í vár. Soleiðis er náttúran innrættað, og sama lóg er galdandi fyri gleðiboðskapin og okkara trúgv. Sáa vit ikki Guds orð niður í okkara egnu hjartamold, kunnu vit heldur ikki rokna við at eiga eina trúgv, sum trívist og vaksur.
Øll kristin stríðast av og á við iva, summi meira og onnur minni. Tað er natúrligt. Men tað er nakað heilt annað, tá fólk siga seg ikki vera før fyri at trúgva, um tey ongantíð loyva nøkrum sáði at detta niður í hjartamold sína. Tí trúgvin kemur ikki av at grunda yvir, um ein nú dugir at ímynda sær ein Gud. Trúgvin kemur av einum sáði, ið kemur til okkara uttanífrá. Frá Guds egna orði um son sín, Jesus Kristus. Soleiðis sum tað er borið okkum av vinum og vitnum Jesusar, ápostlunum, og fest niður á blað.
Vit leita í kirkju og í onnur gudshús, tí har verður orðið um Jesus Kristus sáað. Eru vit ikki før fyri at leita hagar, tendra vit útvarpið ella sjónvarpið ávísar tíðir ella lurta á netinum, tá Guds orð verður sáað. Ella vit lesa orðið sjálv. Vit kunnu bara fegnast um øll tey høvi, vit hava, at hoyra hetta orðið. Orðið um Guds son, ið gjørdist ein av okkum, og gav sítt egna lív fyri syndir okkara. Tað sum vit eisini dvølja við í føstuni, sum nú er á gáttini. Vit lesa, lurta og grunda yvir tað, vit hoyra, tí sáðið má hava bestu vakstrarumstøður í lívi okkara. Ja, Gud má hava arbeiðsumstøður í okkara hjarta.
Kanska kenst tað eitt sindur løgið at tosa um vøkstur og lív hesa ársins tíð, nú tað heldur eru kuldi, vindur og myrkur, ið seta dagsskránna. Men tað er júst, tá náttúran tykist deyð og okkum leingist eftir vári og hita og ljósi, at vit mugu sáa. Eins og til dømis páskaliljuleykir verða settir niður ársins myrkastu tíð, men skjótt fara at boða frá vári og lívi.
...
Í seinna líknilsinum flytur Jesus so sjónarhornið frá mínum og tínum lívi, til tað heimsfevnandi ríkið, sum Jesus hevði við sær. Tí Guds ríki er eins og eitt sinnopskorn, ið verður sátt í moldina.
Tey, ið lýddu á Jesus henda dagin, vistu beinan vegin, hvat Jesus tosaði um. Fræið til sinnopsplantuna var evarska lítið, einans ein millimetur í diametur. Tí varð mangan tikið til sinnopskornið, tí tað var tað minsta, ein kundi hugsa sær. Tað merkir ikki neyðturviliga, at tað í millimetrum er tað allarminsta fræið, sum er til.
Men niðri í moldini ger sinnopskornið sera skjótt av. Tað sprettur beinan vegin, og runnurin, sum spyrst burturúr, er lágur, men breiðvaksin við fløktum greinum. Og sinnopsplantan spjaddi seg eisini sjálv sum ókrút. Tað var ein brúksplanta, men tey máttu vera varin við, hvar tey sáddu hana. Tí sinnopsplantan var og er ein planta, sum er sera torfør at basa. Nakað sum hømilian og skøran hjá okkum. Og enn í dag kann ein síggja heilar fjallalíðir ella langar vegjaðarar í Ísrael, eitt nú við Genesaretvatnið, gular allar sum tær eru, avtaglaðar við vøkru blómunum á sinnopsplantuni.
Fuglunum dámdu væl sinnopsplantuna, tí fræini vóru góð føði. Og tá fløktu greinarnar á sinnopsplantuni tornaðu í summarhitanum, góvu tær fuglunum trygt skjól. Alt hetta man Jesus hava havt í huga, hesin framúrskarandi frásøgumaðurin.
Men lærusveinarnir, sum hoyrdu Jesus siga frá, munnu óivað hava undrast. Tí tá var skarin, sum fylgdi Jesusi, einans nøkur heilt fá, sum høvdu hoyrt hann siga frá Guds ríki og sum høvdu tikið við tí í trúgv og áliti á Jesus. Ein fátækur rabbi, nakrir ólærdir útróðrarmenn, ein tollari, nakrir handverkarar og aðrir, ið ferðaðust runt við boðskapinum um Guds ríki í einum landi, sum ikki so frægt sum ráddi sær sjálvum. Tað var alt. Og síggj teir fyri tær stutta tíð seinni, teir 11, sum eftir eru, á fjallinum í Galilea, har Jesus gevur teimum boð um at fara um allan heim við gleðiboðskapinum, og síðani fer frá teimum til himmals. Teir hava allir kort síðani svikið meistara sín. Pætur svór enntá, at hann ikki kendi hann. Tað sá sanniliga ikki út av nógvum.
Men sáðið rann skjótt upp, og hesin runnurin gjørdist størri enn allar aðrar urtir og fekk stórar greinar, so at himmalsins fuglar kundu byggja reiður í skugganum av tí. Gleðiboðskapurin breiddi seg sum ókrút! Kristna trúgvin fór sum eldur um stóran part av heiminum, og náddi einaferð eisini okkara fjarskotnu oyggjar. Og mangir smáir og forfjónaðir fuglar hava funnið skjól í hesum runni.
Og enn í dag fer gleðiboðskapurin um Jesus sína sigursferð í mongum pørtum av heiminum. Kanska hava vit ilt við at síggja tað, men tað er næstan bert í ríkasta parti av heiminum, at gongdin tykist vera tann øvugta.
Hagtøl siga ikki alt, men tey siga tó, at kristna heimskirkjan er ongantíð voksin so skjótt sum júst nú. Meira enn 60.000 kristin koma afturat hvønn dag! Tá er hædd tikin fyri teimum, sum doyggja burturav, og teimum, sum venda kristnu kirkjuni bakið, so talan er um nettovøkstur. Og vøksturin kemur bæði av, at fólk taka við kristnu trúnni og at kristin fáa børn, sum tey læra upp í kristnu trúnni. Hetta er veruleikin nógvastaðni í Asia, Afrika og Suðuramerika. Tað, sum Jesus segði í líknilsum, kunnu vit sostatt bæði lesa í søgubókum og sjálv eygleiða á okkara døgum.
Guds ríki breiðir seg sum ókrút. Og nógvastaðni verður kristni boðskapurin júst sæddur sum ókrút, sum má basast av øllum alvi!
Tað løgna er, at sáðið í grundini einans er orð - orð um tann krossfesta og upprisna frelsara heimsins. Men loyndarmálið er, at orðið um tann upprisna hevur somu megi sum tann upprisni sjálvur. Í orðinum møtir tann upprisni sigursharrin sjálvur tí einstaka, sum hoyrir orðið, andlit til andlits.
Ein prestur í Sibiria greiddi frá, hvussu ein kvinna var komin til kristna trúgv. Hon var skúlagenta í sovjettíðini, og hvønn skúladag gekk hon framvið toftunum av eini niðurbrotnari kirkju. Fyri kommunistisku leiðararnar vóru niðurbrotnu múrarnir óivað eitt sigurstekin um, at gudstrúgvin í fólkinum varð niðurbard. Men í huganum á hesi ungu gentu vaktu toftirnar spurningin, um tað var meira til enn tað, sum kann vigast og mátast. Toftirnar vitnaðu um, at fólk høvdu verið har, sum trúðu kristna boðskapinum. Tað gav henni dirvi at seta seg í samband við kristin fólk, og hon kom til livandi trúgv á tann krossfesta og upprisna. Sáðið, ið er sátt, kann spretta, har eingin væntar tað. Tað kann bróta sær veg upp ígjøgnum tjúkt asfalt. Tí orðið um tann upprisna hevur uppreisnarmegi í sær.
Jesu áhoyrarar vóru bíbliukønir. Teir mintust óivað, at profetarnir í GT høvdu tosað um Ísrael sum eitt stórt træ, sum skuldi renna upp, so at himmalsins fuglar – tað eru øll heidningafólkini, og har eru vit eisini tald við – einaferð skuldu koma at leita sær skjól í skugganum hjá hesum træi.
Munurin er bert, at Jesus valdi ein runn, sum breiddi seg sum ókrút, og ikki eitt træ, sum gjørdist høgt, so øll kundu undrast á tað. Júst soleiðis sum kristna trúgvin hevur spjatt seg í allar krókar í heiminum, til gleði fyri teir smáu fuglarnar, ið tørva skjól frá heimsins frelsara. Tí tað er í tí lága, í tí gerandisliga, at kristna trúgvin skal vísa sítt virði og bera ávøkst.
Tráar hon hinvegin eftir verðsligum heiðri og æru, missir hon skjótt seg sjálva burtur. Mangan hevur kirkjan sjálv biðið um mótstøðu og vanvirðing, tí vit kristnu vóru merkt av menniskjaligum veikleika og falli. Men eisini tað hevur gleðiboðskapurin yvirlivað. Tí Gud fremur miðvíst sítt verk!
Guds ríki breiðir seg sum ókrút! Løgin mynd, Jesus nýtir! Eins og tað er trupult at basa ókrúti, tí tað forgongur sum kunnugt ikki so lætt, soleiðis fer eingin at kunna basa tí gleðiboðskapi, sum Jesus kom við.
Soleiðis lærir Jesus okkum í dagsins teksti, at tann, ið hoyrir honum til, er á tí vinnandi liðnum. Hóast mangt rundanum okkum tykist benda á tað øvugta. Tann, ið trýr á Jesus og er doyptur at hoyra honum til, er á tí vinnandi liðnum, har Jesus sjálvur gongur á odda. Gud vakir sjálvur yvir ríki sínum og verjir tað, so djevulin ikki fær bilbugt við tí. Gud gjøgnumførir sítt verk til evsta dag. Til heystardagin.
Lat okkum tí ikki hyggja niður, men líta upp við treysti! Í trúgv og áliti á hann, sum okkara vegna vann á syndini og deyðanum! Í trygdum undir hansara ørmum!
Amen