2. páskadagur (2)
2. páskadagur - seinna tekstarøð. Ovi Brim skipaður í embætið sum próstur.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur í 20. kap, vers 1-18, og ljóðar tað soleiðis í Jesu navni.
Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini. Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: "Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann."
Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini.
Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn. Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina; hann sá línklæðini liggja har, og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan.
Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs.
Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið. Og teir siga við hana: "Kvinna, hví grætur tú?" Hon sigur við teir: "Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann."
Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon sær við, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus. Jesus sigur við hana: "Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?" Hon hugsaði, at hetta mundi vera urtagarðsmaðurin, og sigur við hann: "Harri, hevur tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann, og eg skal taka hann." Jesus sigur við hana: "Maria!" Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: "Rabbuni!" (tað merkir: meistari). Jesus sigur við hana: "Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara." Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: "Eg havi sæð Harran!" og at hann hevði sagt henni hetta.
= = =
LYKLAR DEYÐANS Í HENDI
Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu! Amen.
Kristus er upprisin! Ja, sanniliga er risin upp!
Gleðiligar páskir í Jesu navni, øll somul!
Á hvørjum ári eru tað strofurnar hjá Fríðriki prósti: Deyði, hvar er nú broddur tín? Helviti, hvar er tín sigur? Risin er aftur frelsari mín, áður í grøv lagdur niður!, sum gerast mær so sera sterkar. Við uppreisn Jesu Krists frá deyðum eru vit loyst úr deyðans hafti, og tað er av sonnum stórt! Jóhannus ápostul, sum í Opinberingsbókini endurgevur sínar himmalsku sjónir sigur frá, at Jesus sigur: «Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti og hin síðsti og hin livandi; og eg var deyður, men sí, eg eri livandi um aldur og allar ævir; og eg havi lyklar deyðans og heljar.
Við uppreisnini hevur Jesus lyklar deyðans í hendi, og skal gangast inn til hitt æviga lívið, slepst sostatt ikki uttan um Harran Jesus Krist.
Fyri 100 árum síðani, 4. apríl 1924, fórst Toftasluppin Anna við mann og mús á Suðurlandinum í Íslandi. 17 mans sjólótust. Mangt kundi verið sagt frá um henda sorgarleik - hvør einasta søga og støða serstøk. Her skal tó einans verða nevnd ein. 22 ára gamli syðrugøtumaðurin Poul Anton á Dunganum, var ein teirra sum sjólótust. Sagt verður frá, at hann á seinasta møtinum, sum hann var á í missiónshúsinum Bethania her í Gøtu, ynskti at hesi orð vórðu sungin: Her endurgivin í føroyskari týðing: Møtast vit, tá lív er liðið, hinumegin Jordaná, og við frelstum finna bústað allar ævir Gudi hjá? Møtast vit? frelst á lívsins ljósu strondum, har øll jarðarneyð og syndin er um allar ævir av?
Ja, týdningarmikil spurningur at seta sær - møtast vit hinumegin, tá ið lív er liðið. Men vert er at leggja til merkis, at vit kunnu einans syngja og røða um bústað hjá Gudi í allir ævir, vegna Jesu krossardeyða og sigur páskamorgun. Uggin við gravarbakka er einans at finna í hinum upprisna Jesusi, sum sigur "…tann, sum trýr á meg skal liva um hann so doyr." Bjarti uppreisnarboðskapurin ljóðar nú við opna grøv, inn í hitt trúgvandi hjarta, sungu vit. Ja, vónin hjá Guds børnum, finst einans í honum, sum hevur lyklar deyðans í hendi.
Viderø prestur lýsti hetta vakurt á sinni, tá ið hann segði, at "orðið um hitt æviga lívið er sum morgunstjørna, sum lýsir yvir allar gravir. Um henda stjørna hevði sløknað, og tað hevði verið víst, at grøvin var endastaður okkara, tá hevði mannalívið verið ræðuligt vónloysi og høpisloysi."
Vónleyst og høpisleyst sá tað út hjá teimum, sum áður vónrík høvdu fylgt Jesusi úr Galileu til Jerusalem. Tað, sum byrjaði so væl pálmasunnudag við fagnaðarrópum, kollsigldi langafríggjadag við hvøssum 'krossfest'-rópum.
Vit, sum nú eru uppi á døgum, og halda páskir við gleði, hava ilt við at kenna tann trega, ið Jesu fylgi var fyri langafríggjadag og leygardag reyða. Teirra harri, rabbuni, meistari, var svikin, tikin og dripin. Fleiri teirra, ikki minst Maria Magdalena, høvdu fylgt honum í rúma tíð. Øll vón og alt álit varð sett á hann. Teir báðir vónbrotnu og sorgtyngdu lærusveinarnir ávegis til Emmaus, lýsa støðuna á henda hátt:
Vit vónaðu, at hann var tann, ið skuldi loysa út Ísrael, men varð givin undir deyðadóm og varð krossfestur.
Og júst tí er tað so sera spennandi, á ein hátt frá síðulinjuni, at eygleiða tey páskamorgun. Frá sorg til fjálturs, frá fjálturi til undran, frá undran til trúgv, sum vellir fram í lovsongi.
Í fótbólti, og í nógvum ítrótti yvirhøvur, plagar at verða sagt, at tað er týdningarmikið at fáa armarnar niður aftur eftir mál ella sigur. Hetta, tí næsta løtan ella komandi dysturin skal takast. Tað ræður um at vera klárur, og ikki at dovna í ovfarakæti. Onkuntíð eisini, tí at vit eru bangin um at hava tað á orði - tí at so man tað fara at ganga beint øvugt. Onkuntíð kallað, at vit kunnu 'jinxa' eitthvørt.
Men soleiðis er ikki í Harrans Jesu fylgi, sum páskamorgun fær vent lív sítt fullkomiliga á høvdið. Nei, her verða armarnir ikki tiknir niður aftur í bangilsi fyri at sigurin skal gleppa av hondum. Nei, Jesus livir og vit skulu liva! Sum so mangan, so er tað kveikjandi kvinnurøddin, sum brýtur kvirruna og boðar bjarta boðskapin "Eg havi sæð harran!" Ein boðskapur, sum spreingir øll mørk. Tí her er vón, hóast vónloysi; gleði hóast mótburð - ja, lív hóast deyða.
Henda 2. páskadag fáa vit lýsta ta ørkymlan, ið páskamorgun stóðst av tómu grøvini. Hagar høvdu kvinnurnar leitað sær, tí at tær ætlandi skuldu veita deyða meistara sínum ein seinasta heiður. Hetta høvdu tær ikki havt stundir til langafríggjadag. Væl høvdu tær fylgt við, hvussu Jesus varð krossfestur, doyði og varð gravlagdur, og fóru síðani avstað og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini.(Luk 23,56)
Ørindi teirra í lýsingini páskamorgun eru sostatt framhaldið av jarðarferðini. Og leggið til merkis: Uppreisn av deyðum tykist ikki at vera ein møguleiki, ið tær rokna við. Tómi gravstaðurin tekur tær á bóli, og Maria úr Magdala, hon, sum Jesus á sinni loysti úr fjøtrum, tá ið hon var sett av sjey illum andum, fer tvísporandi at boða Jóhannesi og Pæturi frá. Ikki at Jesus livir, Nei, Nei! Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.
Tey fara út aftur til grøvina. Eisini teir renna, tí fjáltur er á. Tómt! Jóhannes sær og trýr, hoyra vit, men vit fáa einki at vita um, hvussu Pætur tekur hetta, og fjálturin er helst vendur til stilla undran, nú teir fara til húsa aftur. Man tað vera ov gott til at vera satt? Er hann risin upp?
Maria Magdalena verður verandi við grøvina. Kvinna, hví grætur tú?, verður hon spurd við umsorgan, fyrst av einglum og síðani av Jesusi sjálvum. Men hóast bæði einglar og Jesus sjálvur tala við hana, sóknast hon framvegis eftir Jesu deyða likami. Tað er einki sum bendir á, at hon roknar við at finna hin upprisna. Hon syrgir enn.
Men brádliga, við navnsnevnilsi, Maria!, er tað sum um at skøl detta frá eygum hennara, og hon sær meistaran. Hann kennir hana og hon hann. Kanska hevur hon fingið at kenna tað sama, ið Jesaja ber ísraelsfólki, tá ið hann sigur: Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín.(Jes 43,1) Ja, hann hevur veruliga loyst hana, og lívsinnihald hennara og mál eru at fylgja Jesusi.
Hetta broytir alt. Fjáltur, trúgv og lovsongur alt í einum, og Maria Magdalena fær heiðurin at verða tað, sum Thomas Aquinas nevnir ápostlanna ápostul. "Far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara."Hon ber ápostlunum tað, sum teir skuldu bera øllum heiminum.
At hetta vóru stór tíðindi tá, tað skilja vit kanska - men vert er at spyrja, hvat broytir hetta fyri okkum í dag?
Paulus ápostul skrivar til Rómverja, at Jesus er veldigliga prógvaður at vera sonur Guðs við uppreisn frá deyðum. Jesu likamliga uppreisn er sostatt lykilin, so at vit kunnu síggja, at langafríggjadagsmyrkrið ikki var til fánýtis, men var fullgott offur fyri alla heimsins synd. Í roðanum av páskamorgni sæst krossurin sum satt sigursmerki. Sum altartalvan her: hin krossfesti í uppreisnarljósi.
Og meira enn so, tí um Jesus er prógvaður at vera Guds sonur, so krevur uppreisnin eisini nakað av okkum.
Á Areopagos í Athen í Grikkalandi stóð Paulus einaferð, har hann samtalaði við filosoffar og høgar harrar um lívsins stóru spurningar. Huggripnir vóru teir av talu hansara um ein Gud, sum ikki i býr í templum sum eru gjørd av hondum. Men so við eitt, so vendir alt í samtaluni:
Paulus sigur: Tá ið nú Guð hevur havt tol við hinum vankunnu tíðunum, so boðar hann nú menniskjunum, at tey øll allar staðir skulu venda um, v31 við tað at hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil døma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjørt fullvíst fyri øllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum.»
Nú var ikki so áhugavert longur. Tí her var talað um at Jesus likamliga risin upp frá teimum deyðu - og at nú skuldu menniskju venda um, tí at Jesus er vegurin sannleikin og lívið.
Er Jesus risin upp frá deyðum, tá nýttist Atenmonnum nevniliga ikki at leita longur - Jesus úr Nasaret er jú prógvaður av vera Guds sonur við uppreisnini. Hetta skiltu hesir grikkar, og vóru teir noyddir at taka støðu eina støðu. Hetta var ikki einans ein góður boðskapur um vón. Nei, hetta var ein boðskapur um, at Jesus er einasti sannleikin. At Jesus er hann, sum alt snýr seg um.
Eg havi sæð Harran, er vakri vitnisburðurin, ið eisini er borin okkum í dag. Ein vitnisburður, sum Jesu Krists kirkja enn livir av og er sett at bera. Jesus er setstur við Guds høgru hond og livir nú av at ganga í forbøn fyri okkum. Sami Jesus, sum við uppreisnini hevur fingið lyklar deyðans og heljar í hendur sínar, og sum einastur kann lata okkum upp ævigu dyrnar.
Páskir eru sostatt bæði ein fagnaðartíð og ein umvendingartíð. Sigurin er tín og mín við, tá ið vit við trúnni á Jesus og í dópinum til hansara eru hjá honum.
Gud gevi, at vit hesar páskir og í døgunum sum koma, av nýggjum mega síggja at Jesus Kristus er harri!
Og at vit tí uttan himpr, og uttan bangilsi fyri at missa sigurin av hondum syngja:
Sí, Harrin livir!
Sæla morgunstund!
Myrkurs veldi bivar.
Trygg er trúargrund.
Gleðiróp nú runga:
Frelsarin er her!
Prísa hvør ein tunga:
Kristus Harri er!
Lov og tøkk og allur heiður verið tær, Guði várum, faðiri, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir. Amen.