Skriva út

19. sunnudag eftir tríeindardag (trinitatis)

í Kollafjarðar kirkju.

Danski guðfrøðingurin K.E.Løgstrup vísur í einum av bókum sínum á, hvussu vit menniskju eru treytað og bundin hvør at øðrum. Hann sigur nakað soleiðis: hin einstaki hevur ongantíð við eina aðra menniskju at gera, uttan at hann eisini heldur eitt sindur av lívi hennara í síni hond. Hetta nýtist ikki at vera serstakliga merkisvert, talan kann vera um eitt stokkut huglag. Men talan kann eisini vera um tað heilt stóra, so at tað verður upp til hin einstaka, um næstanum verður lív laga.

Í dagsins prædikuteksti fáa vit sjón fyri søgn. Giktsjúki er heppin. Hann hevur menniskju í lívi sínum, nakrar menn, sum í dag sleppa øllum tí, teir annars takast við og hava í hondunum, til tess at hjálpa hesum manni. Hesir høvdu, í bókstaviligum týdningi, lívið hjá giktsjúka manninum millum hendurnar.

Sjúki maðurin var ikki førur fyri at ganga sjálvur. Vinmenn hansara vóru í hesi løtu hansara hendur og føtur. Og teir bóru hann í trúgv. Teir koma í dag við manninum til Jesusar, tí teir trúgva, at hann kann gera okkurt. Teir trúgva, at tað teir gera, kann gera mun, kann fáa týdning í lívið hins sjúka. Ja, tað er, sum handla teir í áliti á, at har, maðurin í dag verður borin, har er fyrigeving og uppreisn at finna.

Menninir, sum bera mannin hava trúgv. Hvussu er við tí sjúka og hansara trúgv, tað sigur søgan einki um. Tað tykist í støðuni vera óviðkomandi. Í støðuni er tað trúgv, virkin í handling, sum er hin avgerðandi. Tað er, tá Jesus sær trúgv teirra, sum koma berandi við manninum, at hann sigur við hin giktsjúka: sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar... statt upp, tak song tína og far heim til húsa”. Trúgvin hjá monnunum, virkin í handling. Trúgvin, sum ber og hjálpir honum og henni, sum ikki orkar, ikki megnar, trúgv, ið talar søk teirra málleysu. Hetta er tann trúgv, Jesus í dag ber eyga við og sum er orsøk til, at giktsjúki maðurin verður borin fram fyri Jesus at verða fyrigivin og grøddur.

Lív hins sjúka varð borið av vinmonnunum og varð lagt í Guðs hendur. Maðurin var uppreistur, syndir hansara vóru honum fyrigivnar og hann gekk heim aftur til húsa. Hann varð av Jesusi uppreistur at ganga inn aftur í lívið, saman við vinmonnum sínum. Honum var trúgvin givin – av monnunum sum handlaðu í trúgv, av Jesusi, sum gav manninum lívið av nýggjum.

Her var talan um tað heilt stóra. Tað var upp til menninar, upp til teir einstøku, hvørt giktsjúka manninum var lív laga ella ikki.

Í kirkjum okkara bera vit eisini hvør annan – eisini í bókstaviligum týdningi. Vit bera børnini inn í kirkjuna, fram til skírnarfuntin, og leggja tey har í Guðs stóru og kærleiksfullu hendur. Eisini hetta er ein trúarhandling, ein handling gjørd í trúskapi til Harrans boð, og í áliti á hansara lyftir. Tað er okkara trúgv, sum ger, at vit bera okkara børn fram fyri Várharra – og vit trúgva, at har verða vit endurfødd við vatni og anda og fáa fyrigeving syndanna og Heilaga Andan.

Og vit bera okkara kæru út úr kirkjuni til teirra síðsta hvíldarstað. Eisini hetta er ein trúarhandling. Vit bera – í trúnni á, at hendur Guðs halda menniskjanum bæði í lívi og deyða. Vit bera hvør annan, og trúgva, at Guðs hendur halda, tá vit ikki orka meir.

Orðini, ið ljóða, tá barn verður borið til dópin, og tá kistan er sett niður í grøvina eru tey somu: Lovaður veri Gud og Faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum. Hin upprisni Kristus, sum endurføðir okkum til livandi vónar, verður í trúnni ramman um lív hins kristna. Verður ramman, um tað lív, har trúgvin millum annað kemur til sjóndar, tá vit sleppa tí, vit annars hava í hondunum, og bera hvør annan – bera byrðar hvør hjá ørðum, fyri soleiðis at uppfylla lóg Krists.

Hin einstaki hevur ongantíð við eina aðra menniskju at gera, uttan at hann eisini heldur eitt sindur av lívi hennara í síni hond. Sum menniskju koma vit hvør øðrum við, og kunnu verja og lívga um lívi hvør hjá øðrum sum medmenniskju. Ikki einans hitt verjuleysa barnið hevur tørv á at verða borið. Øll hava vit tørv á at merkja, at lív okkara ikki hongur í leysari luft, men at tað verður tikið hond um okkum. Onkuntíð verða vit borin – av teimum, sum enn hava trúgv, verða spakuliga uppreist eftir eina lívskreppu av hjartaligari umsorgan, av bøn, av hondum, sum orka at halda okkum, tá vit eru um at hokna. Onkuntíð eru tað vit, ið bera, og hjálpa okkara medmenniskjum aftur á føtur. Onkuntíð er tað okkara trúgv og okkara bønir, ið gera munin hjá einum medmenniskja.

Menninir sum trúgva, koma berandi við sjúka manninum til Jesusar, sum, tá hann sær trúgv teirra sigur: Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar. – »Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!« Jesus fyrigevur og hann rísur mannin upp av sjúkraleguni. Tá Jesus soleiðis sigur hugsa nakrir av teimum skriftlærdu við sær sjálvum: hesin maðurin spottar Guð. Jesus kennir hugsanir teirra og spyr teir: hvat er lættari at siga: syndir tínar eru tær fyrigivnar, ella at siga: statt upp og gakk? Hetta er ein góður spurningur, tí hvat man vera hitt lættara hjá Jesusi at siga? Men kann tað hugsast, at hesi bæði hoyra óloysiliga saman? Er syndanna fyrigeving í roynd og veru ikki uppreisn? Maðurin, sum verður borin til Jesusar fær ein møguleika afturat, og verður reistur upp at síggja tilveruna av nýggjum. Uppreistur gongur hann heim aftur til húsa, inn aftur til lívið.

At fyrigeva er at geva sær sjálvum og einum øðrum ein møguleika afturat. Fyrigeving er lekidómur og letur menniskju liva uppreist, ikki tyngd av skuld.

Fyrigevingin vekir trúnna og maðurin reisir seg aftur á føtur. Hann fær ein møguleika at byrja av nýggjum, og síggja tilveruna sum uppreistur. Hann fær eisini ein møguleika at fara heim aftur til húsa, og har lata trúnna síggjast í verki. Trúnna, sum kemur til sjóndar, tá ábyrgdin at bera hvør annan verður tikin í álvara.

Vit menniskju hava eitt sindur av lívinum hjá hvør øðrum í okkara hondum. Og við tí kemur ábyrgd. Ábyrgd at verja um lívið hvør hjá øðrum. Ábyrgd at bera og lyfta byrðar í felag.

Lívið lærir okkum, at tað kemur meir enn so fyri, at vit ikki bera í felag. At okkara hendur sleppa, tá á stendur. Og at umstøðurnar krevja meir, enn nøkur menniskja er før fyri at geva.

Okkara lív verður heldur ikki einans borið av okkara medmenniskjum. Okkara lív verður frá byrjan til enda borið av Várharra.

Í sálmabók føroya kirkju eru mangir sálmar sum snúgva seg um Harrans hendur. Um tær hendur, sum halda og bera, tá menniskju ikki orka at halda og bera. Hesar hendur halda tá menniskjan missir takið um lívið. Hesar hendur reisa hina falnu menniskju, sum ikki megnar. Í Harrans hondum ganga fyrigeving og uppreisn hond í hond. Fyrigeving, sum reisir menniskjuna upp av nýggjum, at síggja tilveruna gjøgnum trúarinnar vónríku eygu.

Ein av hesum sálmum er kendi sálmurin Mær halda Harrans hendur. Sálmaskaldið tosar um Harrans hendur sum halda, tá sól úr kavi fer og tá deyðin boð okkum ber. Hesar hendur halda við lívs byrjan, og við lívs enda. Tær halda í sorg og í gleði, í ljósi og í myrkri. At kenna lív sítt trygt í Harrans hondum merkir ikki, at tilveran verður sorgleys. Harrans hendur halda – tær lyfta ikki menniskjuna úr lívinum, inn í eina tilveru uttan avbjóðingar, uttan sorg og trega. Men vit hava fingið lyftið um, at Harrans hendur halda – tá lívið leikar á, tá vit ikki megna at bera okkara egnu tilveru.

Eg veit, tær halda nú livandi hendur, sigur presturin Jóhannes Møllehave í eini yrking til ein, hvørs lív endaði alt og tíðliga. Harrans livandi hendur, merktar av lívsins sorg og trega, verða rættar menniskjanum, sum má sleppa. Guðs hendur, sum í Jesu sigri á deyðanum, rukku heilt har út, einki menniskja kann náa. Haðani verða tær rættar út móti okkum, til trúgv og vónar, bæði í lívi og deyða. Tí í Jesusi Kristi møta vit Guðs kærleika og umsorgan, sum kann tað, vit ikki kunnu – fara um deyðans mark og lofta tí livaða lívinum.

Vit hava eitt sindur av lívinum hvør hjá øðrum í okkara hondum. Men vit megna ikki altíð, og vit gloyma. Lyftið um Harrans hendur, sum halda og bera, er lyftið, sum heldur, eisini tá vit ikki megna, eisini tá vit gloyma at bera hvør annan.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir!

Amen