Skriva út

16. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Tekstur: Jóhs. 11, 19-45. Seinna tekstarøð.

- Prædika í Kollafjarðar kirkju

Henda sjúka er ikki til deyða!

Soleiðis tekur Jesus til orðanna, tá hann í brotinum, sum stendur beint áðrenn prædikutekstin, hoyrir um tey trý systkini Martu, Mariu og Lázarus. Beiggin Lázarus er so illa fyri, so sjúkur, at hann liggur til tað seinasta.

- Henda sjúka er ikki til deyða, sigur Jesus.

Hvat er so tað, kunnu vit spyrja! Hvat er ”sjúkan til deyða”?

Í einum sangi syngur Bob Dylan:

When you're sad and when you're lonely
And you haven't got a friend
Just remember that death is not the end.

“Tá tú ert kedd og einsamøll,
og eigur ongan vin,
minst til, at deyðin er ikki endin”.

Tað er aftur í dag tann rokaliga Marta, sum er í miðdeplinum, eins og hon var seinasta sunnudag.
Hendan raska, húsliga gerandishetjan. Matmóðirin, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan. Hon, sum syrgir fyri, at vit eru mett og væl sett – og sum uttan iva eisini hevur syrgt fyri, at heldur ikki Jesus fór svangur útaftur.
Hon sum fýltist á, at systirin Maria ikki hjálpti til við tí húsliga, men heldur sat og lurtaði.

Aftur í dag er hon fyrst. Bæði við síni trúgv. Men eisini við sínum brigsli: »Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður”.

Og Marta heldur síðan fram, at hon trýr upp á uppreisnina – men á evsta degi.

Ofta, tá vit tosa um átrúnað og kristindóm, nevna vit eisini tað á æviga lívið. Sum tað tá ein var eitt endaleyst framhald av hesum lívinum.

Spurningurin er kortini, um eitt og hvørt kristið menniskja ikki hevði kent tað sum eitt vónbrot, um tað æviga lívið var eitt framhald, ein endaleys endurtøka, av hesum lívinum?

Hevði óttin fyri deyðanum ikki verið størri, um vit vistu, at tað æviga lívið var eitt endaleyst framhald av hesum? Tí vit kunnu spyrja okkum sjálv, um tað ikki er sjálv løtan, ið skapar tað serliga, tað gleðiliga og tað lukkuliga her? Um tað t.d. var sum í sanginum hjá Poul F.: um vit doyðu í kossinum, um vit tá veruliga hvíldu æviga gott?
Hetta er sjálvandi eydnusemi.
Men er tað soleiðis, vit ímynda okkum ævinleikan? Eitt endaleyst framhald av hesum lívinum?

Hetta eru sjálvandi spekulatiónir.
Og tað er lítið ella onki vit vita um deyðan, hóast tað eru fólk, ið siga seg hava havt nær-deyðanum-upplivingar.

Í øllum førum vita vit, at vit í æviga lívinum skulu vera hjá Guði – og hvat meira kunnu vit so krevja, kunni vit spyrja?

Hóast Lázarus hevði ligið í 4 dagar og longu var farin at dampa, hoyra vit heldur ikki hann siga eitt orð um, hvussu hann hevði sæð deyðan.

Tað er sum heild lítið, ið vit vita um Lázarus.

Tað eru prestar, ið hava sett tað tankaeksperimentið fram, hvussu Lázarus veruliga mundi hava tað, í tí støðuni hann var í, tá hann varð vaktur upp frá deyðum.
Hvat nú, um hann var ein vónbrotin maður, hevði elskað eina kvinnu, sum var frá honum, og systraranar høvdu sæð, hvussu hetta nívdi hann meir og meir? Hvussu hann nívdur av sorg og keðsemi misti lívsfýsni, leyp máltíðirnar um, og í sínum einsemi alsamt fjaraði burtur?

Hvat nú, um hann helt seg skylda sínum systrum nakað? Ikki endiliga við at takka fyri mat og umsorgan, men við tí, at hann kundi nú væl verið eitt sindur glaður og fittur, nú tær tóku sær so væl av honum?

Hvat nú, um hann veruliga var troyttur og hevði mist lívshugin?

Var tað bara systrunum, hann skyldaði nakað, tá tær altráar møttu Jesusi – bæði við trúgv – men eisini við eitt sindur avgjørdum brigsli?

Men: Henda sjúka er ikki til deyða! Soleiðis sigur Jesus áðrenn hann fer til Betania at vitja tey trý systkini.

Onkur hevur spurt, hvussu tað bar til, at Jesus græt, um hann visti, at Lázarus kortini fór at verða vaktur upp frá deyðum?

Tað er nógv vit kunnu spyrja um, men vit eiga eisini at minnast, at jødisk siðvenja var, at vísa samkenslu, tá fólk høvdu mist.

Harafturat vísír frásøgnin okkum, at Jesus hevur samkenslu við menniskjum, og ikki minst, at evangeliið altíð er ein søga um menniskju, hvørs lív verða broytt av Honum.

Og tá ið Jesus rópar á Lázarus og sigur: - Loysið hann og latið hann fara, so skal hetta helst skiljast á meira enn ein hátt.

Ikki bara soleiðis, at hann nú verður boðin út aftur í lívið – men at hann eisini verður boðin út aftur í eitt frælsi, sum ikki er stýrt av, hvat vit menniskju vænta.

Tí neyvan var tað trúgvin hjá Martu, ið fekk Lázarus aftur í henda heim, og heldur ikki trúgvin hjá Mariu.
Heldur var tað trúgvin, vónin og kærleikin hjá Jesusi, sum við hesum fremur sítt sjeynda og helst størsta undur í Jóhannesarevangeliinum.

Tí hóast prædikuteksturin hesaferð er ein tann longsti í kirkjuárinum, hevur hann eisini tað stytsta ørindi í Bíbliuni: Jesus feldi tár ella: Jesus græt! Og júst hetta ørindið er helst høvuðslykilin til frásøgnina í dag, har vit frætta, at tað ikki er okkara trúgv, vónir ella brigsl, ið bjargar okkum – men kærleikin hjá Jesusi til okkara!


Henda sjúka er ikki til deyða! Sigur Jesus.
Og júst hesin setningurin er eisini heitið á eini lítilari bók, ið Søren Kierkegaard skrivaði í 1849 við íblástri úr hesari frásøgnini um Lázarus.

Vit halda nevniliga altíð lívið hjá okkara næsta í okkara hondum, sum K.E. Løgstrup tók til. Tað er ikki líkamikið, hvat vit siga við hvønnannan.
Var herfyri á fundi við prestum, har ein greiddi frá eini hending á sjúkragongdini, har ein maður hevði sitið og start út í tóman heim. Eyguni vóru tóm og lívleys, og hann ønti ikki presti aftur, sum fór tungur aftur til hús. Prestur helt, at hendan sálarrøktin var miseydnað. Men nakað seinni fær prestur eitt bræv við eini tøkk frá manninum, har skrivað stóð, at tá tað sá allarsvartast út, og eg bara hugsaði um at sleppa burtur, vart tú hjá mær fekk meg aftur á beint!

Á sama hátt við tí kristnu vónini: Henda sjúka er ikki til deyða! Soleiðis skrivar Kierkegaard við íblástri úr hesari frásøgnini úr 11. kapitli hjá Jóhannesi. Ikki tí at henda sjúka er nøkur deyðilig sjúka, sum vit kenna frá tí tíðini, spitølsk sjúka ella okkurt annað. Nei, hendan sjúkan er, sigur Kierkegaard, tað vit kalla vónloysi, ráðaloysi, ella ”fortvivlelse”, sum Kierkegaard kallar tað á donskum. Tá vit ikki longur halda okkum makta lívið. Tá vit kenna okkum fremmand í okkara egna lívi. Eisini tá alt gongur væl, vit kunnu vera væl gift, hava fittan og attraktivan hjúnafelaga, røsk børn og vælrøktan hund og nýggjan bil í garasjuni.

Men hava vit ikki valt okkum sjálv, hvat vit standa fyri, hvørji vit eru, ja, tá kann hendan sjúkan føra til ein tilveruligan deyða.
Og tað at velja seg sjálva ella sjálvan merkir at velja eitt lív uttan angist - eina angist, ið førir við sær eitt menniskja, ið ikki megnar at biðja Guð um hjálp, biðja Guð um eitt lív sum eitt frælst menniskja.

Hvør kennir ikki til at iðra okkum um okkurt, vit gjørdu, men angra uppaftur meira, okkurt vit ikki gjørdu?

Bókin hjá Kierkegaard ”Sygdommen til Døden” við íblástri úr orðunum ”Henda sjúka er ikki til deyða!” er eitt framhald av tí mest sentrala í tonkuunm hjá Kierkegaard, nevniliga at sum kristin menniskju hava vit onki at óttast, tí deyðin er ikki, tað vit skulu óttast.

Her kunnu hvørki tankarnir hjá Martu ella hinum halda okkum bundin í nøkrum hafti ella nakrari grøv, men einans lyftið um frælsi og eitt lív hjá Várharra.

Tí hóast vit kunnu kenna okkum uttanfyri, lívstóm og deyðamóð í hesum lívinum, sum Lázarus kanska hevði gjørt, uttan fyri alla gleði, so var tað kortini nakað annað hann varð róptur út til.

Aftur í dag verða vit bjóðað útaftur í lívið eftir at hava verið í kirkju í dag.

Hetta minnir ikki sørt um ta gomlu søguna hjá Storm P, har hann gongur á kirkjugarðinum. Hann hittir gravaran, sum húkandi hvílir seg eina løtu við eina grøv, og Storm P spyr skemtiliga: Ná, hava vit fingið loyvi til at vera uppi eina løtu í dag?

Tað stuttliga er, at í dag hava vit øll fingið loyvi til at vera uppi eina løtu - hóast vit vita, ein dag skulu vit í grøvina.

Spurningurin er so, um vit vilja vera uppi?
Ella hava vit mist lívshugin?
Spurdu vit Lázarus, um hann vildi koma út, giti eg, at hann hevði svarað ”Ja!”, nú hann so medmenniskjasliga var róptur út í lívið av einum góðum vini.
Og halda vit, tað er eitt undur, at Lázarus var vaktur upp av deyðum, hvussu so við okkum sjálvum?

Er tað ikki eitt undur, at vit eru til í dag?

Hvat nyttar hetta undrið, um vit ikki duga at fegnast um tað? Um vit líða av sjúkuni til deyðan?

Eru vit rakt av vónloysi og ráðaloysi og hvat gera vit við tað?

Skulu vit velja okkum sjálv, sum Kierkegaard segði tað?

Men hin kristni veit, at ráðaloysi og vónloysi kemur innan úr okkum sjálvum, meðan gleðin kemur úr orðunum ið sigur: ”Loysið hann og latið hann fara!”

Vónloysið endar lívið, áðrenn tað er endað. Tað er hetta, vit eru loyst frá og verða latin frí úr kirkjuni í dag útaftur í lívið.

At verða lekt ella lektur frá sjúkuni til deyðan, frá vónloysi og ráðaloysi, er kristin sæla.

Tí orðini hjá Jesusi kalla okkum út til gleði, lív og felagsskap. Tí ”henda sjúka er ikki til deyða!” Men til lív!!

Og tað er júst tað sum hendir hendan dagin: Vit halda altíð lívinum hjá einum næsta í okkara hondum – og hvat er betri enn at vitja onkran einsamallan, at siga eitt gott orð ella koma við einum eggjandi herðaklappi sum eitt medmenniskja.

Og tað er júst tað Jesus ger, tá hann sigur: - Loysið hann og latið hann fara, og rópar á Lázarus, ið er innistongdur í grøvini í sínum einsemi. Hvat er tá betri enn at fáa vitjan frá einum góðum vini?

Tí sum kristin trúgva vit ikki bara á Guð.
Ein kristin trýr á Guð, sum Jesus fortaldi um við sínum lívi og orðum.
Sum kristin trúgva vit ikki á ein lagnuguð, men á ein Guð, ið er pápi fyri okkum øll.
Sum kristin trúgva vit ikki á ein hevnandi guð, men á ein bjargara, ið fyrigevur okkum
Sum kristin trúgva vit ikki á ein guð, ið bara letur seg ríva við av einum stemningi ella huglagi, men á ein guð, sum við sínum heilaga anda er sterkur í skapanarkraft.

Tí er lívið ikki ein sjúka til deyðis. Nei, tað er sum Bob Dylan syngur: Death is not the end – deyðin er ikki endin, men bæði í lívi og deyða eiga vit ein vin, ið sigur: Loysið hann ella hana og latið hann ella hana fara.

Amen

23. september 2012 kl. 11

Útvarpað Sálmar: 161 – 345 – 298 / 323 –358 – 417 – 193 Theodor Eli Dam Olsen