Skriva út

14. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (3)

Náttúra og umhvørvi

Prædika í Rituvíkar kirkju 14.s.e.tríeindardag, 1. september 2024. Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur.

 1 Mós 1,1-13; 26-28a; 2,2-3. Róm 8,19-23. Matt 6,25ff.

Tað hevur stundum verið umrøtt at fingið í lag ein sunnudag í Føroya kirkju, ið serstakliga varpar ljós á skapanarverkið, náttúru og umhvørvi. Ein skapanarsunnudag, ið snýr seg um fyrstu trúargrein, sum sigur: „Eg trúgvi á Gud faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar”.

Hetta er ikki ókent í londunum rundan um okkum. Danir hava í fleiri ár havt ein grønan sunnudag, og sokallaðar grønar kirkjur eru nógvar staðir, har umhvørvi og veðurlag eru ein natúrligur partur av hugsan og gerningi. Og íslendingar tosa um umhvørvisstevnu kirkjunnar.

Tað var patriarkurin í griksku ortodoksu kirkjuni, Dimitrios I, sum upprunaliga tók stig til skapanartíðina innan kirkjugátt, tá ið hann 1. september í 1989 mælti til ”eitt tíðarskeið at verja náttúru og umhvørvi við bøn og eyðmýkt andlit til andlits við skaparan av øllum lutum við tøkk fyri ríku gávur skapanarverksins og við bøn um tess verju og bjarging”.

Síðani hevur skapanartíðin fingið meira og meira vind í seglini, ikki bara í ortodoksu kirkjuni við sokallaða grøna patriarkinum, Bartolomeusi I á odda, men eisini í kirkjunum runt um í heimi, og tá ið talan er um felags kirkjuliga samarbeiði í Evropa. Í dag er hetta átak sera væl umtókt, har kirkjan er kirkja í tíðini ella nútíðini.

Ein sunnudagur í september mánaði er valdur til skapanarsunnudag í Glyvra prestagjaldi. Hetta er dagurin, har gudstænastuliturin er grønur, ið merkir vøkstur og lívsmegi, búning og vón

Skapanartrúgvin og skapanargudfrøðin ganga sum ein reyður tráður gjøgnum alla halgubók. Í Gamla testamenti hava vit ikki færri enn tvær skapanarsøgur, ið gera greitt, at heimurin er Guds og verk hansara.

Eitt afturljóð av hesum er at finna í sálmabókini í Gamla testamenti, Jobsbók og hjá Jesaja spámanni.

Sálmaskaldið skrivar: ”Við orði Harrans var himinin skapaður, allur himinsins herur við munsanda hans. Hann havsins sjógv savnaði sum í eitt ker, sankaði ægin í goymslubúr. Tí hann talaði, og so varð tað, hann beyð, og so tað stóð” (Sálm 33,6-9).

Í Jobsbók talar Gud út úr storminum og spyr Job: ”Hvar vart tú, tá ið eg legði grundvøll jarðarinnar? Sig fram, um tú hevur tílíkan kunnleika! Hvør setti mál hennar - tú veitst tað jú - ella hvør tandi út mátingarband yvir hana? Hvar vóru stólpar hennar niðurslignir? Ella hvør legði hornstein hennar, meðan allar morgunstjørnur fegnaðust, og allir synir Guds rópaðu av gleði?” (Job 38,4-8).

Og tínæst Jesaja spámaður: ”Soleiðis talar Gud Harrin, tann, ið skapaði himinin og tandi hann út, tann ið breiddi út jørðina við øllum tí, sum á henni veksur, tann sum andadrátt gav fólkinum á henni og anda teimum, sum á henni ganga…Tí at so sigur Harrin, skapari himins, hann sum eina er Gud, sum myndaði, tilbúi og grundfesti jørðina og skapaði hana ikki sum oyði, men gjørdi hana til bústaðar: Eg eri Harrin og eingin annar” (Jes 42,5;45,18).  

Eftir at Gud hevði skapað himmal og jørð, verður sagt í aldargomlu skapanarsøguni: ”Og Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott” ella ”sera vakurt” (1 Mós 1,31). 

Kirkjufaðirin, Hilarius, ið livdi í fjórðu øld, sigur: ”Himinin og luftin eru vøkur, jørðin og havið eru vøkur”. Og hann heldur fram: ”Tað var tann guddómliga náði, ið gjørdi, at grikkar kallaðu alheimin ”kosmos”, ið merkir prýðislutur”.

Sambært skapanarsøguni hevur menniskja serstøðu í skapanarverkinum. Menniskja er skapt í Guds egnu mynd (1 Mós 1,26). Gudsmyndin er henda, at menniskja er sett at ráða yvir øllum tí, sum Gud hevur skapt. Ikki soleiðis at skilja, at menniskjanum er loyvt at misnýta og hevur fingið heimild at gera við jørð, luft, hav, áir, lendi, tilfeingi og orkukeldur, sum tí finnur fyri gott.

Tign menniskjans er henda, at menniskja er fulltrúi skapanarverksins og er Guds mynd í eygum alra brøðra og systra í ríki náttúrunar. Gud setti Ádam í aldingarðin, Eden, til tess at dyrka hann og varða um hann (1 Mós 2,15).

Skapanarsøgan er tessvegna tíðarbær, og beinir sær veg inn í nútíðina,  har høvuðsevnini eru misrøkt og dálking av náttúru og umhvørvi, og har teir grønu og vøkru teigarnir fækkast og verða lagdir undir svart.

Føroyar er vakurt land. ”Tú alfagra land mítt” syngja vit í tjóðsanginum. Einaferð lá á ljóði, at havið rundan um Føroyar var heimsins reinasta. Seinni kom í ljósmála, at havið var dálkað.

Rundan um Føroyar eru serstøk koralriv. Røddir vísa á, at koralrivini eru hótt og somuleiðis fiskigrunnar vegna støðugt veiðitrýst.  Støðan var hættislig á firðunum fyri árum síðani, og kanska enn, súrevnistrot og algur, ið høvdu við sær fiska- og skeljadeyða vegna dálking.

Tað verður tosað um ovbit í hagapørtum, har seyðatalið er ov høgt til haga og lendi. Hagin ber ikki stóra talið.

Harafturat  kemur CO2 útlátið, ið hevur við sær veðurlagsbroytingar og sokallaðu “globalu upphitingina”, ið sambært teimum kønu er menniskjaskapt, og ber í sær turk, vatnflóð og  at sjógvurin hitnar.

Náttúran er viðkvom, og um vit gera okkum inn á hana við óavmarkaðum vøkstri og peningaligum avkasti í huga, svarar hon aftur. Sagt við orðunum hjá Paulusi ápostli: ”Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú” (Róm 8,22).

Fyri ikki so langari tíð síðan trein aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, á pall og mælti avgjørdur: ”Tíðin við heimsupphiting er av, og nú kókar heimurin. Vit hava ilt við at anda luftina, og hitin er ótolandi. Vit kunnu ikki bíða longur, koma við fleiri umberingum og bíða eftir, hvat onnur gera”. Síðani kom hann við hesi áheitan: ”Leiðarar mega leiða!” 

Vit hava fingið tað lutverk frá skaparanum at vera hjálpar- og samstarvsfólk. Vit eru urtagarðsfólk og tænarar í Guds stóra urtagarði, í urtagarði skapanarverksins og hava harvið ábyrgd yvir fyri Gudi skaparanum, øllum, ið livir og rørist, og komandi ættarliðum, so at her gerst búgvandi og liviligt bæði hjá menniskjum, plantum, djórum, fugli og fiski við frískari jørð, reinum havi, og reinari luft.

Kirkjufaðirin, Ísakur í Ninive, ið livdi í sættu øld, spyr: ”Hvat er eitt miskunarsamt hjarta?” Og hann svarar: ”Tað er eitt hjarta, ið brennur av kærleika fyri øllum skapanarverkinum, fyri menniskjum, fyri fuglum, fyri djórum, fyri illu andunum, fyri øllum skapningum”. 

Eitt hvølt afturljóð av hesum er at finna seint í nítjandu øld, nevniliga í skaldsøguni ”Karamasov brøðurnir” eftir Dostojevskij: ”Yndið alt Guds skaparverk undir einum og hvørt eitt sandkorn sær. Yndið hvørt lítið blað, hvønn Guds sólstav! Yndið dýrini, yndið planturnar, yndið eitt og alt, so fer tú at endanum at ásanna Guds loyndardóm við øllum”.

Kirkjunnar lutur er í samljóði við skapanartrúgv og skapanargudfrøði at varpa ljós á náttúru, umhvørvi og orkukeldur, ið ikki mega torna upp og ganga til grundar vegna ovurnýtslu menniskjans, og at eggja til skynsemi og hóvsemi í nýtsluni av náttúruríkidøminum og náttúrutilfeinginum. At kalla til umvendingar og askesu, sjálvsakan og sjálvstemjing andlit til andlits við skapanarverkið.

Umhvørviskreppan er ikki fyrst og fremst politisk og peningalig, men etisk og andalig. At kalla til eina innari vend í hjartanum hjá tí einstaka, ið kann hava við sær eina hugburðsbroyting, ja, ein øðrvísi og broyttan lívshátt. 

 Kirkjunnar lutur er at ganga undan við orkusparandi átøkum og at stuðla øllum, ið verjir og fremur Guds góða og vakra skapanarverk, so satt sum Kristus er deyður og risin upp fyri skapanarverkið og  alheimin við.

Guds ætlan er, at skapanarverkið við allari fylling síni, flora og fauna, blómum og djórum, skal fáa lut í dýrd hansara og harvið stóru sabbatshvíldini, ið upprennur við søgunnar enda, tá skaparin og endurloysarin tekur sær endaligan heimstað og bústað hjá skapningum sínum. 

Eins og náttúran hugtekur eitt og hvørt menniskja, hevur Jesus sýnt náttúruni ans. Sinni hjá einum og hvørjum menniskja verður løtt av náttúruni og av øllum tí, ið vit har varnast við sansum okkara. Hetta hendir uttan at vit vita av tí. Brennið til ljósið í sinninum er alt tað holdsliga, ið vit varnast við sansum okkara. Skapanarverkið hevur so stóran týdning fyri okkum, at vit taka tað inn um dyrnar.

Í hesum sambandi kann nevnast ”Eden-hugsjónin” á ellis-og røktarheimum, har blómur og djór eru ein týðandi partur av gerandisdegnum. Hartil koma teir sokallaðu ”umsorgargarðarnir”. 

Í Noregi eru nógvir bóndagarðar gjørdir um til grønar umsorgargarðar. Hetta er eisini galdandi í Svøríki, Finnlandi og Hálandi, ið veita ”grøna umsorgan” móti strongd, ótta og hugtyngslu. Sagt við øðrum orðum: Náttúran og umhvørvi eru okkara heim, ja, okkara DNA.

Jesus gleddist um skapanarverkið og í boðan síni nýtti hann myndir haðani: ”Hyggið at himmalsins fuglum…Gevið tykkum far um liljurnar á markini”.

Fuglurin og liljan eru Guds góða og vakra skapan, ja, ríka gáva hansara. Tey eiga at fáa okkum menniskju at undrast og í virðing og eyðmýkt at umsita skapanarverkið  á rættan hátt, og at verja og vara um alt tað, ið skapt er.

Jørðin, náttúran og umhvørvi eru ikki ogn okkara, men nakað, ið vit hava fingið til láns og eru sett til at røkja við tænaralyndi, okkum sjálvum og eftirkomarum okkara til gagns og frama.

 Hetta er einfaldi boðskapurin á hesum skapanarsunnudegi.

Latum okkum at enda taka undur við Fransi í Assisi, tá hann syngur í alkenda ”Sólsangi” sínum:

Lovaður veri tú, drottur, við øllum skapningum tínum,

serliga harra bróður sól,

ið skapar dag, og okkum tú lýsir við honum,

og vakur hann er og skínandi við miklum ljóma,

um teg, tú hægsti, hann okkum er mynd.

 

Lovaður veri tú, drottur, fyri systur mána og stjørnur,

á himni tú tær hevur skapað, klárar og dýrar og fagrar.

 

Lovaður veri tú, drottur, fyri bróður vind,

og fyri luft og skýggj og gott veður og alskyns veður,

við teimum tú heldur uppi øllum skapningum tínum.

 

Lovaður veri tú, drottur, fyri systur vatn,

ið er sera nyttsom og eyðmjúk og dýrabar og skær.

 

Lovaður veri tú, drottur, fyri bróður eld,

við honum tú lýsir á nátt,

og vakur hann er, og vænur og máttmikil og sterkur.

 

Lovaður veri tú, drottur, fyri systur okkara, móður jørð,

ið okkum heldur uppi og okkum ber

og gevur av sær alskyns fruktir og marglittar blómur og grøs.

 

Lovið og prísið drotti og takkið honum,

og tænið honum í stórari eyðmýkt!

 

Amen!

Sálmar: 25-601-29-669-585

Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur