Skriva út

14. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (2)

Tekstir: Áps. 3,1-10 og Jóh. 5,1-15. Seinna tekstarøð

02.09.2018. 
14. sunnudag eftir tríeindardag í Funningi kl. 11, við Gjógv kl. 12.30.

Prædika: Einsemi – umsorgan og felagsskapur.

Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.
Teksturin í dag um hin sjúka mannin við Betesda hylin er bæði hjartanemandi og lærandi.

Jóhannes evangelistur tekur okkum á eina ferð langt aftur í tíðina, og hann letur okkum síggja eitt lív – ein mann – í líðing og pínu, sorg og harmi, mistreysti og vónloysi. Men samstundis síggja vit eisini eina mynd av samhuga og samkenslu, várkunn og miskunn. Navnið Betesda merkir jú miskunnarhús.

Her síggja vit sorgarleikin – ein mann, sum tykist dømdur til eitt lív í einsemi mitt í fjøldini – útilokaður av øðrum menniskjum. Eingin tykist at at geva sær far um hann. Eingin tykist at leggja nakað í hann. Vónleys og hjartanemandi ljóða orðini:”Eg havi einki menniskja.”

Her verða vit tí samstundis vitni til, hvussu hjartaleys og líkasæl menniskju kunnu verða. Vit síggja her, hvussu langt vit kunnu glíða frá hvør øðrum og teimum, sum rundan um okkum eru. Vit eru her vitni til, hvussu menniskju kunnu læsa seg inni í egnari vælveru – kanska eisini til tíðir inni í egnari vanlagnu. Menniskju, sum eru sær og sínum nóg mikið, í sjálvsøkni vara um sítt egna og einki leggja í trupulleikarnar hjá øðrum.

Á hesum stað – merkt av líðing og vanlagnu – kemur Jesus á vitjan. Hann vil vitja tey sjúku, tala við tey, hoyra um trupulleikar teirra, taka burtur harm teirra og plágu, geva teimum heilsu, sálarfrið og gleði.

Í fyrstu syftu leit Jesus at hesin manni, sum – umframt likamliga líðing – eisini av sonnum var særdur og skaddur í sál og sinni.

Tað eru tey, sum vilja halda – hóast einki stendur um tað í tekstinum – at hesin maðurin má hava verið avlamin og tí ikki sjálvur kundi flyta seg, síðani hann væntaði hjálp frá teimum, sum har vóru. Men eingin hjálpti honum. Tey sóu hann, men sóu hann kortini ikki.

Samfull 38 ár hevði hann ligið við Betesda hylin og bíða eftir onkrum, sum tó kundi vísa honum miskunn og hjálpa honum út í hylin, tá ið vatnið kom í røring.

Hesin illa sjúki maður var tí ikki einans likamliga illa fyri. At hava verið gloymdur av menniskjum øll hesi mongu ár, at vera millum menniskju, sum einki løgdu í sjúku og einsemi hansara, soleiðis at liva eitt lív í avbyrging mitt í fjøldini, hevði eisini sett síni djúpu spor í sál og sinni hansara.

Eingin kom til hansara. Eingin tók sær av honum. Eingin legði nakað í hann. Øll hini, ið vórðu grødd, reistust á føtur og vendu við gleði heimaftur. Tey bíðaðu ikki – ikki so frætt sum eina løtu, til tess at veita hesum sjúka, ólukkuliga manni eina hjálpandi hond. Og tey, sum komu hagar við sínum sjúku kæru, vóru eisini líkasæl hvat ið honum viðvíkti. So skjótt sum teirra sjúku kæru vóru vorðin frísk, fóru tey beinanvegin við gleði heimaftur við honum ella henni. Og hin sjúki maðurin? Ja, hann helt fram at bíða, einsamallur, vónbrotin og óivað eisini beiskur í huga um lív og lagnu sína.

Tað er til henda sjúka mannin, dømdur til eitt lív í einsemi og avbyrging, at Jesus kemur. Og við miklum kærleika, mildni og vilja til  at hjálpa, spyr Jesus mannin:”Vilt tú verða frískur?”

Í fyrstu syftu kann hetta tykjast at vera ein løgin spurningur, tí vit vildu sagt, at sjálvandi vil hann verða frískur. Men maðurin hevur øll hesi mongu ár verið fyri einum vónbrotið fyri og øðrum eftir, so at vera kann at hann hevur mist alla vón og sligið seg til tols við lagnu sína, vant seg við hana og ikki longur dugir at ímynda sær eitt lív við góðari heilsu, eydnu og arbeiði.

Mótfallin svarar maðurin tí Jesusi:”Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað.” Tað er sum um hann vil siga:”Eg eri avlamin og kann hvørki røra liðir ella limir, so at eg sjálvur kann fara út í hylin. Hvørki hendur ella bein eru mær lýðin. Eg havi brúk fyri onkrum, sum eina løtu kann seta til síðis nakað av sínum egna til tess at vera mær til hjálpar. Men eg havi ikki sæð ella funnið eitt slíkt menniskja, hóast eg havi bíðað øll hesi mongu ár. Øll tykjast at hava gloymt meg. Enntá tey, sum einaferð vóru sjúk og teirra kæru, sum eg kendi. Mín størsta líðing og vanlagna er tí ikki tað, at eg eri sjúkur, men at eg havi ongan.”

Men hetta sigur hann ikki. Hann sigur bert:”Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað.”

Tað er læruríkt og væl vert at geva gætur, at sjúki maðurin ikki við einum orði nevnir sjúku og heilsustøðu sína, ella gremur seg um at hann er so illa sjúkur. Líðing hansara og pína er meira einsemi. Hann kennir tað, sum um at hann er uppgivin av menniskjum. Eingin hugsar um hann, eingin hevur umsorgan fyri honum.

Og hetta er ikki ein sjálvsøkin hugsan, har alt snýr seg bara um ein sjálvan, men nakað, sum vit øll hava brúk fyri, um vit yvirhøvur skulu kunnað trívast sum menniskju: at vita sær onkran, sum er góður við okkum, hugsar um okkum, hevur umsorgan fyri okkum.

Vit eru sum menniskju øll skapað til eitt ella annað slag av felagsskapi. Hava vit ongan, mistrívast vit.

Sagt verður um norska skaldið, Knut Hamsun, at hann, við tað at hann var nasistur undir krígnum, varð so lítið umhildin í Noregi, at eingin á røktarheiminum, har hann búði sum gamal, vildi vita av honum. Eingin vildi tala við hann ella gera honum tað minstu tænastu meir enn tað, sum starvsfólkið sjálvandi noyddist at gera. Hann fekk ikki so frægt sum eitt glas av vatni millum máltíðirnar, um hann bað um tað. Hann var tá komin langt upp í áttatiárini, deyvur og eyguni vóru farin at bila. Og so skrivar hann í dagbók síni eftir at hava sitið í fleiri mánaðir fullkomiliga avbyrgdur og einsamallur:”Í dag vildi ein hundur kennast við meg.” Tað næstan skelkaði hann. Hundurin vísti honum ikki vanvirðing, men kom til hansara. Knut Hamsun átti ongan góðan á røktarheiminum, hevði einki menniskja at leita til, ongan felagsskap. Tí mistreivst hann og var sjúkur í sál síni og hvakk við, tá ið ein hundur kom til hansara.

Men kunnu vit, nútíðarmenniskju, við rætti siga, at hesi hjartanemandi og syrgiligu orð:”Eg havi einki menniskja?”, sum hin sjúki bar fram við Betesda hylin – at hesi orð eisini eru galdandi í dag so mong ár aftaná? Er tað møguligt, at nútíðarmenniskju, sum hava gjørt so stór framstig í vælferð og sosialum ábótum, framvegis leita eftir hesum eina menniskja, og finna tað ikki, men mega siga:”Eg havi ongan.” Vit mega ásanna, at tað framvegis eru menniskju, sum kenna tað soleiðis.

Vit hava á mangan hátt væl útbygd samfeløg á okkara leiðum við sosialari hjálp og góðum hjálpararbeiði. Í flestu førum koma vit hvør øðrum við, tá ið á stendur. Men í tí dagliga og persónliga lívinum í øllum meldrinum við krøvum um dugnaskap, meiri vælferð, meiri arbeiði, fleiri pengar. Kann tað ikki lætt føra til, at ein ikki kemur at hava orku til so nógv annað, og stundin til børnini, tey gomlu, sjúku og onnur verður minni, og hesi tí koma at kenna seg alt meira einsamøll, vraka og vónbrotin, tí at teirra kæru hava ikki so góðar stundir, upptikin sum tey eru bæði av einum og øðrum? Ella summi teirra, sum stríðast og strevast kenna seg ikki at røkka til og liggja at enda undir fyri tí, sum annars skuldi verið við til at ført tey og samfelagið víðari.

Sagt verður, at hóast betri sosialar umstøður og verðsliga vælferð, eru alt fleiri í nútíðarsamfelagnum, sum kenna seg einsamøll, slept upp á fjall, vrakað av øðrum og líða av tunglyndi.

Nei, eydnan og hin sanna vælferðin man liggja í hesum at kenna seg elskaðan av onkrum, at koma hvør øðrum við, at vera nakað fyri hvør annan, hava umsorgan fyri hvør øðrum – at kenna seg heima í einum felagsskapi. Tað hevur verið, er, og framvegis verður sum sálmaskaldið syngur:

Um tú vilt gleði vinna,

søk ei til hægsta sal!

Nei, eydnan er at finna,

har grannar semjast væl,

har kærleiki man ráða,

har blídni er við borð,

har mildar tungur sáa

tey mjúku troystarorð. 318,1 (SFK).

 Jesus, sum mildur og miskunnsamur kom til hin sjúka við Betesda hylin og vildi hava felagsskap við hann, vil eisini hava felagsskap við okkum. Í hansara felagsskapi verða vit ongantíð fullkomiliga einsamøll, um so onnur vraka okkum og venda okkum bakið. Hava onnur ikki tíð, so hevur hann tíð. Men annars má sigast, at felagsskapurin við Jesus er knýttur at felagsskapinum við medmenniskju okkum og kann ikki skiljast at, um sannur trivnaður skal valda í trúarlívi okkara.

Við Betesda hylin vóru fimm súlnagangir. Bílætliga tala kunnu vit siga, at eisini kirkjan hevur fimm súlnagangir: Forkirkjan, har vit leggja alt tað verðsliga frá okkum; skipið, har vit biðja og tilbiðja, syngja og lurta; prædikastólurin, har Guðs orð verður prædikað og útlagt; altarborðið, har vit í hini heilagu kvøldmáltíðini fáa Jesu heilaga likam og blóð til fyrigevingar syndanna, styrki og sálarbótar; doypifunturin, har Guð gjørdi sáttmála við okkum og tók okkum at sær sum børn síni.

Hesin sáttmáli er støðugt í gildi, og tí verða vit í Jesu fylgi ikki latin eftir einsamøll. Hann er trúfastur og verður verandi hjá okkum, hvat so enn hendir í lívið okkara. Tí kunnu vit við treysti og vón siga:

Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir! Amen.

Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa

okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.


Sálmar: 340 – 10 – 315 // 481 – 45/33 – 384 – 2.