Skriva út

13. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Innsetan av Gerhard Jónsson Mikkelsen í Fuglafjarðar prestagjaldi

Hóast avmarkingar vegna Covid-19, so var fitt av fólki komið til gudstænastuna. Vit prenta innsetingartaluna hjá dómpróstinum. Eisini eru nakrar myndir frá gudstænastuni, sí niðanfyri.

Náði veri við okkum og friður frá Guði Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Orðini, vit skulu hoyra á hesum serliga degi, Gerhard Jónsson Mikkelsen, nú tú verður skipaður í embætið í Fuglafjarðar prestagjaldi, lesa vit í Fyrra Timoteusarbrævi kap. 2, 1-7:

“ Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma.

Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Guði, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.

Tí at ein er Guð, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guðs og manna, maðurin Kristus Jesus, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll; tað er vitnisburðurin á sínum tíma, og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri – eg sigi sannleika, eg lúgvi ikki – sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika.” Amen.

Tá ið vit sum kirkja og kirkjulið steðga á eina løtu sum hesa, so er tað tí, at vit vilja savna okkum um eina tænastu, sum kirkjuliðini í Fuglafjarðar prestagjaldi hava kallað ein prest at virka í.

Kirkjuliðini í Fuglafirði, Leirvík, Elduvík saman við teimum, sum savnast í bønhúsunum á Hellunum og í Funningsfirði, hava fingið nýggjan sóknarprest.

Á gamlan kirkjuligan hátt vilja vit øll heilsa nýggja sóknarprestinum og ynskju honum væl komin at vera hirði hjá kirkjuliðunum.

Í hesum sambandi lósu vit úr Fyrra Timoteusarbrævinum 2. kapitli, sum serliga snýr seg um gudstænastuforskriftir serliga fyri felagsbønir.

Hetta brævið saman við 2. Timoteusarbrævi og Titusarbrævinum kallað vit vanliga fyri pastoralbrøvini.

Pastor merkir hirði, og eri hesi brøvini tí at skilja sum hirðabrøv til pastorar í kirkjuliðunum ella samkomunum.

Innihaldið í brøvunum sigur frá viðurskiftum í kirkjuliðunum, hvussu hesi skipa seg í leiðslu og umsorgan hvør fyri øðrum við vegleiðingum og leiðbeiningum.

Í hesum brotinum er áminnngin um, tá ið bønir verða hildnar, ymiskar bønir, ákallanir, fyribønir og takkargerðir: bønir fyri øllum menniskjum – høgum og lágum – og kallar ápostulin hetta gott og tekkiligt fyri frelsara okkara Guð, sum vil at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.

Tí sum ápostulin eisini sigur, “at ein er Guð og ein er eisini millumgongumaðurin
Kristus Jesus, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll – og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika.”

Her eru vit við kjarnina í boðskapinum: Kristus Jesus, sum er loysigjaldið fyri øll –  tað er hesum eg eri settur sum boðberi fyri .....

Hetta er eisini tað, sum tú Gerhard Jónsson Mikkelsen eigur at leggja tær í sinni í tænastu tíni í prestagjaldinum.

Her er eitt greitt mál fyri framman, ein uppgáva, sum ikki kann misskiljast.

Sum prestar eru vit settir at boða Jesu Krists evangelium til frelsu og friðar fyri øll menniskju.

Hetta er sama orðið, sum ápostulin boðar okkum og sum Guðs góði Heilagi Andi ger virksamt okkara millum, tá ið tikið verður ímóti orðinum í trúgv.

Orðið er tað sama, men tíðin vit liva í er ein onnur enn tann sum var, tá ið Timoteus var uppi á døgum!

Góði Gerhard. Hvør tíð hevur sínar avbjóðingar – eisini okkara. Avbjóðingarnar, vit møta, skulu vit taka sum uppgávur, og tær eru ymiskar eins og fólkið í prestagjaldinum er tað.

Tað er m.a. hetta, sum ger tað áhugavert og spennandi at vera prestur.

Vit eru so ymisk – og vit skulu øll vera her – vit eru øll fødd inn í henda heim.

Tí er eisini neyðugt, at tað verða hildnar bønir, sum Timoteus var mintar á av góða vini sínum Paulusi ápostli!

Orðið, bønin og tænastan – hesi trý eigur tú eisini dagliga at minna teg á í prestagerninginum – tænastan er eisini at umsita sakramentini dóp og altarborð, so tú kanst verða styrktur í trúnni saman við kirkjuliðunum.

Tí trúgvin kemur av tí, sum hoyrt verður, og tað sum hoyrt verður kemur gjøgnum orð Krists!

Men trúgv uttan gerningar er deyð trúgv.

Vit eiga altíð at liva í hesum, at vit vita hvør tað var, sum byrjaði í okkum góðan gerning  –  nevniliga Jesus Kristus.

Tað er Jesus Kristus sum er inspiratiónin í orðsins sanna týdningi, sum við anda sínum virkar kærleikans gerningar okkara millum!

Tí er tað eisini at tú í dag byrjar sum boðberi og skal vísa á millumgongumannin millum Guðs og manna: Jesus Krist, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll.

Hvar tú ert og hvar tú fert í prestatænastuni – hav altíð tí hesi orðini í huga tínum

Eg fari at ynskja tær Harrans ríku signing í tænastuni og ynski tykkum kirkjuliðunum tillukku við nýggja sóknarprestinum.

Okkara bøn og ynski er, at samstarvið fer at verða gott millum prest og kirkjuliðini, kirkjutænarar og prestanna millum her í oynni og kring landið.

Vælkomin ímillum okkara saman við familju tíni konuni Silviu og børnunum Róari og Bjørk. Latum okkum eisini hava tey øll í fyribønum okkara!

Guð signi tykkum øll!

So skal eg lesa kollatsin ella tilnevningarbrævið frá biskupi ...

-----
Sálmar: 330, 252, 305 - 667, 1.
Kirkjutænarar:
Deknur: Eyðbjørn Eldevig
Klokkari: Roy Róin
Urguleikari: Heðin Kambsdal

Myndir: Fotostudio