10. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)
Tekstir: Tekstir: Hebr. 3,7-14 og Matt. 11,16-24. Seinna tekstarøð
Prædika: Ver við í leikinum - kenn tína ábyrgd.
Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.
Í tekstinum í dag nýtir Jesus myndina av børnunum, sum bert sita sum áskoðarar, og ikki vilja vera við í leikinum, líkamikið um spælt verður á floytu, sungið og dansað, ella leikurin er álvarsamur við sorgarljóði.
Myndin er tikin úr tí dagliga lívinum. Børnini kendu ritualini. Tey sóu brúdleypsfólkini fara ígjøgnum býin við floytuspæli og dansi, og tey sóu líkskaran við grátikonum, sum grótu og eymkaðu seg. Eins og vit hava sangarar til jarðarferð, høvdu tey har á leiðini grátikonur.
Spælið hjá børnunum var ein spegil av lívi teirra vaksnu. Og er tað óivað í ein vissan mun enn. Tí spældu børnini av og á brúdleyp og jarðarferð, eins væl og onnur spøl.
Men hvat vil Jesus okkum við hesi myndatalu? Fyrst kom Jóhannes doyparin. Hann livdi í oyðimørkini, var fráhaldandi, gekk í klæðum av kamelhári og át villan hunang og grashoppur. Hann var ein álvarsmaður, sum prædikaði dóm og undirgang yvir hvønn tann, sum ikki vendi um. Hann var harðligur í orð og tal. Summi hoyrdu orð hansara og gingu í seg sjálvi, meðan onnur vendu sær frá honum í vreiði og søgdu hann hava ein illan anda. Tað vóru sorgartónarnir, sum bórust út.
Jesus harafturímóti bæði át og drakk, og ferðaðist har fólk livdu og møttust. Var tað tí at alt var í lagið, sum tað var? Nei, hann tók lut í lívi teirra, soleiðis sum tey vóru, fyri at endurnýggja mannalívið. Eisini hann vildi á sín hátt broyta og vísa á nýggjar møguleikar. Eisini hansara boðskapur skapti sálarórógv. Summi tóku við hesum boðskapi, meðan onnur vendu sær frá honum og søgdu, at hann var ein átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur. Aðrastaðni verður sagt um hann, at eisini hann hevði ein illan anda.
Soleiðis er enn. Verður prædikað um náðina, alt er av náði, so er tað ov lætt. Hevur tá ein ótangi líka góðan rætt hjá Guði sum eg, ið livi eitt sámiligt lív? Verður prædikað um gerningar og krøv, boðini verða hildin fram, tá er tað ov torført og strangt. Guðs lóg varð vrakað, tí at hon var ov hørð, Guðs boðskapur um náðina varð vrakaður, tí at hann varð ov mildur.
Einki var gott sum hjá grenjutum børnum, sum ikki vilja vera við í leikinum, hvørt tað so snýr seg um brúdleyp við gleði og dansi ella eitt líkfylgi við sorgarljóði. Tey sótu kanska bert sum óheftir áskoðarar og funnust at - kværuleraðu - í staðin fyri at vera við, og kanska gera leikin enn betri, tó at ikki alt var eftir teirra høvdi.
Tað er kanska tað lættasta - áskoðaratilveran - sum leggur alla skuld á onnur. Men tað er eisini tað mest ábyrgdarleysa.
Øll uttan undantak, uttan mun til tey mørk vit sum menniskju seta, eru tó boðin at vera við í leikinum.
Eisini gudstænastan er ein leikur - ein leikur, sum verður tikin í álvara. Tí er tað til ógagns, tá so mong kirkjufólk ikki vilja vera við í leikinum - hesum Guðs ríkis leiki á foldum. Og tey, sum ikki vilja vera við, koma til tíðir við ymiskum umberingum. Gudstænastan er ov keðilig - ikki nóg áhugaverd. Gudstænastan er ov álvarsom, presturin ov tungur ella dapur og prædikan ov dømandi og harðlig. Gudstænastan er ov løtt. Presturin er ov skemtiligur, og prædikan ov lítið álvarslig. Sálmarnir eru troyttandi og tungir. Vit mega hava onnur ljóðføri - urgan einsamøll er ikki tíðarhóskandi. Gudstænastan er ov long. Og hetta siga tey, sum í tímar kunnu sita til alt møguligt annað.
Leikurin er ongantíð hin rætti, tí tað skal vera spennandi og undirhaldandi, og soleiðis vilja hesi menniskju draga sína sjálvsøknu undirhalds- og kravmentan inn í sína gudsdyrkan og spyrja: ”Hvat fái eg burturúr.” Alt snýr seg um, hvat eg tími ella ikki tími í staðin fyri at kenna sína ábyrgd í tí felagsskapi, ein hoyrir til. Júst hetta minnir um grenjutu børnini í tekstinum.
Tað er ein felags uppgáva fyri øll okkum kristnu at halda kirkjuna gangandi - ikki bert ávís útvald, sum hava tær serligu uppgávurnar. Tað snýr seg ikki bara um, hvat eg fái burturúr, men eisini um hvat eg kann geva.
Men kirkjan er livandi, og alt livandi broytist. Tí er ikki altíð skeivt í ein vissan mun at royna nýggjar leiðir uttan tó at tveita gamalt, virðismikið og slitsterkt arvagóðs fyri borð. Tað má vera innan teir gomlu givnu karmarnar, um tað ikki skal verða til skaða, og kirkjan upploysast í hurlivasa og rótloysi. Tó skulu vit gera okkum greitt, at tað er til onga nyttu, um ikki Andin fær gjørt orðið livandi fyri okkum, sum skrivað stendur:”Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat Andin sigur kirkjuliðinum.”
Kaj Munk sigur í eini prædiku nakað soleiðis, at um so prestarnir stóðu á høvdinum á prædikastólinum, vildi tað ikki nytta nakað, um ikki Andin fær gjørt orðið livandi i hjørtum okkara. Eingin dugur er í at savna fjøld av fólki, og so bert geva teimum steinar fyri breyð. So heldur vera tey fáu.
Og Søren Kirkegaard, heimspekingur, sigur nakað tað sama, tá hann einastaðni greiðir frá, at tað var eldur í sjónleikarahúsinum, og so var ein klovnur sendur inn at siga fólkinum, at tey máttu skunda sær út. Tað var fyri teimum stuttligt og undirhaldandi, men tey hoyrdu ikki veruliga boðskap hansara, tí at hann var ein klovnur! Tey hildu, at hann skemtaði, so í staðin fyri veruliga at hoyra boðskap hansara og gera, sum hann segði, læu tey at honum, og tað varð teirra vanlukka.
Tað sama kom mær til hugs fyri nøkrum árum síðani, eg sá ein prædikumann á eini útlendskari rás í sjónvarpinum, har hann prædikaði fyri ungfólki. Tey ungu læu óført, og um tey veruliga fangaðu boðskapin, eri eg sjálvandi ikki førur fyri at siga nakað um. Ei heldur hvussu tað annars eydnaðist hjá hesum prædikumanni, og hvussu onnur sóu og hoyrdu hann. Men fyri mær var hann ein klovnur, sum var ein forðan fyri boðskapinum við atburði sínum. Stundum gekk hann aftur og fram á pallinum, stundum rann hann, og stundum hoppaði hann. Stundum lá hann á gólvinum. Aðrar tíðir gálvaði hann, gav undarlig ljóð frá sær og ýldi. Talan var tó ikki um tungutalu.
Sjálvandi er einki skeivt í tí at vera ein livandi prædikumaður, og tað kann fáa boðskapin enn betur fram. Framførslan hevur ikki einki at tíða, og summir okkara eru møguliga ov deydligir. Men vit mugu tó ansa eftir, at vit ikki føra okkum soleiðis fram, at vit forða boðskapinum, so at tað verður prædikumaðurin, sum stendur eftir sum hin stóri, og at tað var hann og hansara framferð, sum stóð eftir, og vit ikki veruliga hoyrdu tað, sum var veruligi boðskapurin.
Tí má ansast eftir, hvussu farið verður fram, sum skrivað stendur:”Roynið andarnar, um teir eru av Guði.” Ikki er líkamikið hvussu leikur fer. Ikki heldur kunnu vit bert hanga okkum í tølini, tí vit hava eingi lyfti um, at vit eru á rættari leið, bert um húsið er fult. Alt avgerandi er, hvat vit savnast um.
Longu í 4. øld gremur kirkjufaðirin, Origenes, seg um, at ov fá fólk ganga í kirkju. Tað hava altíð verið upp og niðurgangstíðir. Avgerandi er tí ikki at missa móti, men at halda á og ikki finna uppá panikloysnir, sum kanska í síðsta enda upploysa kirkjuna.
Tað fasta skapar jú eisini tryggleika fyri mong, enntá eisini fyri tey, sum sjáldan ella ongantíð koma inn um kirkjugátt. Men kirkjan stendur har fyri teimum sum nakað óvikandi í hesum umskiftandi heimi, ímyndandi tað æviga.
Og er tað ikki í grundini ein háðan ímóti Guði at siga, at einki er at koma eftir í kirkjuni, har vit bæði hava tann lívsæla gleðiboðskapin og hina heilagu kvøldmáltíðina, har sjálvur Jesus býður okkum til borðs?
Tí halda vit eisini fram, uttan mun til stóra ella lítla undirtøku. Og grundin til at vit halda fram, er at vit eru í tænastu hins almáttuga og hava frá honum ein boðskap, sum er størri enn alt tað, sum allur annar heimsins átrúnaður kann geva okkum, nevniliga hetta gamla orðið um, at vit eru so dýrabær í Guðs eygum, at hann í kærleika boyggir seg niður til okkara og í Jesusi kemur til okkara við fyrigeving, náði og kærleika, sum hann so vil, at vit bera víðari.
Undir seinna heimsbardaga varð býurin Berlin bumbaður, men mitt í øllum toftunum vóru eini hús standandi, og á skjøldrinum stóðu hesi orðini við stórum bókstavum:”Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga.” Kann vera, at hetta var tilvildarligt - tað er ikki vist, men sigandi var tað. Mitt í toftunum varð og verður Jesu orð standandi! Orðið um náði og fyrigeving fyri hvønn tann, sum trýr, og at hann, sum dømir er eisini tann, sum frelsir.
Korasin, Betsajda og Kapernaum vrakaðu bæði Guðs dóm og Guðs náði - vildu ikki vera við í leikinum. Tí mugu vit áhaldandi heita á tey grenjutu børnini um tó at taka lut í gudstænastuni - Guðs ríkis leiki og siga: Kom og ver við bæði í gleði og sorg, bæði tá spælt verður á floytu, og tá sorgarljóð verður sungið, kom og ver við til hátíðarmáltíðina við Harrans altar. Kom og ver við í leikinum, og hvør veit, kanska verður júst tú við til at gera leikin enn betri.
Æraður veri Faðirin og Sonurin og Heilagi Andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir. Amen.
Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.
Sálmar: 339 - 282,1. og 6. vers / 461 - 8 - 384 - 13.