1. sunnudagur í føstu (4)
Tekstir: 1. Mós. 4,1-12; Luk. 22,24-32. Seinna tekstarøð
Heitið: Kristi tænasta og okkara.
Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.
Føstan er ein tíð til djúphugsni og umhugsan um Jesu líðing og deyða, men samstundis eisini ein tíð til djúphugsni og umhugsan um okkara kristinlív og tænastu – um vit nú veruliga trúgva og vilja ganga í fótasporum hansara, sum tænti okkum líka til deyða, ella bert hugsa um at tæna okkum sjálvum, okkara egna og bert søkja egnar fyrimunir. Um vit fegin hava Guðs orð á munni og vilja hava náði hansara – uttan vilja til at fylgja honum.
Menniskjansligt er tað, tá lærusveinar Jesu trættust um, hvør teirra mundi vera størstur, meðan Jesus, Harrin og Meistarin, sjálvur valdi at ganga hin tænandi kærleiks- og líðingarvegin.
Lærusveinarnir livdu framvegis í dreyminum um jarðiska makt og virðing.
Tá hetta trætumálið stakk seg upp millum lærusveinanna um, hvør teirra mundi vera størstur, vóru lærusveinarnir als ikki greiðir yvir, hvussu Jesu lív her á foldum kom at taka seg upp. Teir hugsaðu, at tað kom at enda við stórum verðsligum sigri, og so vildu teir hvør í sínum lagi tryggja sær vald og heiðursess, tá tann tíðin kom. Teir kappaðust um at vera Jesusi næst, so leingi sum teir hildu, at hann fór at sigra og verða leiðari og kongur í tí máttmikla Messiasríkinum, sum Jødarnir tá á døgum væntaðu.
Jødarnir vóru tí vónbrotnir av Jesusi, tá hann segði, at ríki hansara var ikki av hesum heimi, og at hann var komin at draga øll til sín – ikki bara Jødar. Í teirra eygum kundi hann tí ikki vera hin fyrijáttaði messias – kongurin, sum Guð hevði lovað teimum.
Tá tað var vorðið lærusveinunum greitt, hvør heiðursessur Jesu í hesum heimi kom at vera – ein krossur – tá kappaðust teir um at flýggja frá honum og at koma sær burtur. Og heiðursessirnir við høgru og vinstru lið Jesu vórðu givnir tveimum ránsmonnum.
Størstur er hann, sum tænir.
Eyðmýkt, lítillæti og tænarasinni er tað, sum Jesus hyggur eftir hjá lærusveinum sínum og tí eisini okkum. Ikki tann eyðmýktin, tað lyndi, sum ger seg sjálvan til einkis: Eg dugi einki, eg kann einki. Tí tað er oyðileggjandi fyri persónsmenskuna. Sanniliga eru vit nakað – vit eru jú Guðs børn. Men tað eigur at vera soleiðis, at sjálvt hin størsti leiðarin eigur ikki at kenna seg ov góðan ella ov stóran til at tæna og at gera hin ringasta gerningin í mannaeygum, eins og Jesus, tá hann skíriskvøld tváaði føturnar á lærusveinum sínum, sum tá í tíðini varð hildin at vera ein hin ringasti trælagerningur, sum hugsast kundi.
Hetta er okkum til fyrimyndar, tí Jesus segði við lærusveinarnar:"Eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu tit eisini gera."
Og so er tað júst hetta kvøldið – eftir hesa gerð Jesu, at trætumálið stingur seg upp um at vera størstur.
Í heiminum tykist tann at vera stórur, sum hevur stórt vald og verðsligt ríkidømi. Í Jesu Kristi ríki ljóðar spurningurin harafturímóti: Hvussu brúkar tú vald títt! Brúkar tú vald títt til bert at tæna tær sjálvum, til egnan fyrimun og enntá kanska til at traðka á onnur – til valdsmisnýtslu? Ella tænir tú bara fyri at gerast stórur og at vinna virðing millum manna? Tí tað ber eisini til við falslótum at tæna og at vera eyðmjúkur og lítillátin við tí í hyggju at gerast stórur í mannaeygum. Men um so er, missur tú brátt hugin, um einki rós, eingin tøkk er at hóma – eingin yvirskrift í bløðunum – og tænastan verður lætt at ongum. Ella sært tú næstan, og vilt tú tæna honum? Er tað fyri næstans skuld? Samfelagsins skuld?
At tæna er tað størsta, sigur Jesus. Tað er eisini hetta, tá av tornar, sum skapar lívsvirði, lívsinnihald ella trivna í lívinum og samfelagnum øllum – at vit ikki bert liva tað fyri okkara egnu skuld og koma okkum fram, men eisini at vit liva tað fyri tey, sum hava brúk fyri okkum, eins og vit eisini sjálvi hava brúk fyri øðrum.
Tað eru tey, sum enntá hava fingið heiðursess og hava at kalla bert liva í viðgangi, og sum kortini ikki eru annað enn misnøgd og grenjut og bert krevja enn meir. Ella tey eru errin og sjálvglað, og eru ikki komin longur enn at síggja niður á onnur, sum ikki megnaðu at koma sær fram. Enntá eru tey at finna, sum gerast tápuliga snobbut og láturlig – snobba bæði uppeftir og niðureftir.
Vituligt er, at eingin okkara vil falla í ódygdum. Men tá tað er sagt, má eisini sigast, at føll og ósigrar okkara ikki altíð bara eru til skaða, hóast sjálvandi eingin okkara ynskir at koma soleiðis fyri. Men vit kunnu tó gjøgnum føll okkara læra at skilja onnur betur í teirra støðu, læra betur at hava samkenslu við teimum, vísa teimum hjálpsemi og fyrigeving, enn vit kanska dugdu frammanundan. Tí nú hava vit sjálvi verið har. Áðrenn fall okkara, ella áðrenn okkurt minni gott hendi hjá okkara næstu, og vit hildu okkum hava okkara uppi á tí turra, vóru vit kanska meira dømandi, sjálvrættvís og miskunnarleys í dómi okkara – munnløtt og kanska gleddust um at bera ring tíðindi og baktala í skaðafrøi. Meðan eftir fallið, lærdu vit betur at skilja, fyrigeva og at tæna.
Bara at hugsa um seg sjálvan, egna framgongd, heiður og egna vælveru uttan at hugsa um onnur, skapar, tá av tornar, ikki annað enn eitt hart sinni, tómleika, misnøgd, kanska einsemi og at enda lívsmøði; men har brúk er fyri mær, og eg eri øðrum til tænastu – eri øðrum til nyttu og hjálpar, har er lívið.
Eyðmýkt og tænarasinni er tað, Jesus hyggur eftir hjá teimum, sum vilja ganga í fótasporum hansara – bæði hjá teimum, sum neyðturviliga hava vald og myndugleika og sita í heiðursessi, og hjá teimum, sum samfelagsliga eru longur niðri á verðsliga tignarstiganum.
Í t. d. handilsligum viðurskiftum mega vit sjálvandi spyrja:"Hvat fáa vit – hvat fái eg – burturúr, ella loysir tað seg at fara í holt við hetta ella hatta. Annað er tápuligt og óðamannaverk eisini samfelagsliga, og alt fer av lagi. Men í dagligum, vanligum samskifti manna millum eiga vit at tæna soleiðis, at vit ikki altíð fyrst spyrja, hvussu nógv eg fái burturúr, ella hvussu lætt eg sleppi, men at vit bara eru upptikin av, hvussu vit kunnu vera til reiðar á tí staði, har vit eru sett, hvussu smátt tað annars sær út í mannaeygum – um so eingin gevur sær far um tað og tað ongar yvirskriftir gevur í bløðunum.
"Eg eri ímillum tykkum, sum tann, ið tænir," segði Jesus við lærusveinarnar.
Um vit bara fingu lært hetta, so at tað gjørdist meira fyri okkum enn bert ein vøkur læra. Um vit veruliga kundu veri tænarar, ið ikki bara tráaðu eftir hægsta sæti ella eftir rós ella valdi millum manna, men av heilum hjartað bara vildu gera nyttu har, ið Guð vil seta okkum, og ikki altíð spyrja eftir úrslitum, kanska okkum sjálvum til rós. Og um onkrum okkara untist høgan sess – tí onkur skal jú sita í honum – at vit tá við eyðmjúkum sinni nýttu valdið og myndugleikan eisini øðrum til tænastu og gagns og ikki bara til at draga til okkum sjálvs.
Men hóast hetta verður sagt okkum, verða vit vist so mangan fanga í eginkærleikanum og óviljanum til at tæna av álvara – tá tað veruliga kostar. Hetta lyndi er vist í okkum øllum.
Men so skal tó leggjast aftrat, at sjálvur kristindómurin stendur og fellur ikki við okkara trúfesti ella tvørrandi trúfesti, við tí sum vit kunnu útinna. Tí loysigjaldið er rindað av honum, sum kom fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong. Jesus var ikki nøgdur bara við stór og føgur orð um næstakærleika, men útinti hann eisini til fulnar í verki.
Men hvat er so eitt loysigjald? Tað kann henda søgan siga okkum: Tað vóru tveir smádreingir, sum vóru bestu vinmenn – teir vóru ikki til at skilja sundur. Men sum teir vuksu til og vóru vorðnir konfirmeraðir, skiltust leiðir teirra. Annar fór í skúla og gjørdist fyrst løgfrøðingur og seinni dómari. Hin kom illa fyri og kom sær uppí bæði eitt og annað. Nú vildi so til at hesin, sum var komin so skeivt fyri í lívinum, varð tikin av løgverjuni og drigin fyri rættin, og tann, ið døma skuldi, var eingin annar enn vinmaður hansara, sum var vorðin dómari í sama býi. Hann tók á seg dómarakappan og settist í dómarasæti. Og í rættvísi síni dømdi hann vinmann sín at gjalda tað bót, sum áløgd var. Men hann helt framvegis av vinmanni sínum. Og tá rættarfundurin var av, lat dómarin seg úr dómarakappanum og rindaði alla skuldina fyri hin dømda, sum einki átti at gjalda við. Hetta er loysigjald.
Jesus rindaði skuldina fyri okkum, sum heldur einki eiga at gjalda við, og tí hoyra vit Jesusi til.
Vit eru tó samstundis kallað til at tæna og at vera trúgv í tænastuni, men vit eru ongantíð latin einsamøll. Jesus verður verandi hjá okkum bæði, tá gongur við og tá gongur ímóti – eisini í trúarlívi okkara. Hann er tí bæði fyrimynd okkara og frelsari okkara.
Eingin kann tí av røttum siga, at Guð hevur vent mær bakið, ella at mær hevur Guð ikki brúk fyri – mín tænasta nyttar einki. Einki lív er týdningarleyst ella nyttuleyst. Eingin verður vrakaður. Bara vit sjálvi kunnu seta okkum uttanfyri.
Og eins og Jesus hevði brúk fyri lærusveinunum og sá møguleikar í teimum, soleiðis hevur hann eisini brúk fyri okkum og sær møguleikar í okkum.
"Tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum," segði Jesus við lærusveinar sínar, hóast tað, at teir so mangan sviku.
Og eins og hann vildi, at Pætur ápostul skuldi styrkja brøður sínar, tá hann varð vendur um – t. v. s. vendi sær aftur til Jesus eftir fallið og svikið í høvuðsprestagarðinum, sum vit kenna frá Pínslusøguni – soleiðis eiga vit at gera tað sama – styrkja hvør annan í tænastuni heldur enn at peika eftir hvør øðrum og baktala hvør annan.
Mátti so henda føstutíðin veri við til fyrst at mint okkum á Jesu tænastu fyri okkum og síðani eisini á okkara skyldu til tænastu.
Lov og tøkk og allur heiður, veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.
Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu! Amen.
Sálmar: 238 – 665 – 134 / 305 – 313 – 385 – 318.