1. sunnudagur í føstu (3)
Prædikutekstur: Matt. 4, 1 – 11.Fyrra tekstarøð.
Sálmar: 394 – 150 – 74 – 378-382-385 – 347.
- prædika í Skála kirkju
B ø n fyri prædiku:
So hevur Tú tá stríðst móti Freistaranum, Harri Jesus. Ikki bara ta ferðina í oyðimørkini, men alt lív Títt. Og vit, sum einaferð vóru við at halda, at hann var ikki til! Hvussu kundu vit vera so blind, Harri? Hvussu kundu vit geva Faðir Tínum skyldina fyri alt tað, sum Fíggindin hevur gjørt? Harri, hjálp okkum til at kunna síggja tann djúpa álvara, síggja, hvussu ið Tú hevur stríðst og er farin upp í kampin ímóti øllum gerningum Fíggindans og øllum atburði hansara. Vit takki Tær fyri sigur Tín og fyri, at eisini vit kunnu fáa lut í honum. Vit stilla okkum undir verju Tína og takka Tær fyri, at vit kunnu standa við lið Tína.
A m e n !
Prædikutekstur: Matt. 4, 1 – 11.
Tá ið Jesus var vorðin doyptur í Jordan, varð Hann av Andanum førdur niðan í oyðimørkina, sigur Matteus. Oyðimørkin er grótuta fjallalendi í Juda. Høgt upp yvir Jordandalinum hevja tær brøttu fjallasíðurnar seg. Gjøgnum djúpar gjáir verður komið inn í hetta berliga øki. Líkasum Doyparin einaferð hevði hildið til í oyðimørkini, áðrenn ið hann steig fram fyri Ísrael, tekur Jesus seg nú eisini aftur fyri at vera einsamallur við Guði, áðrenn ið Hann fer undir tann gerning, sum Hann varð vorðin vígdur til í dópinum.
Her kemur Freistarin til Hansara. Hvar kemur Hann frá? Í Ísrael varð svarað: Einaferð var hann ein av Guðs einglum, ein av teimum verum, sum Guð hevði givið lív, frælsi og frían vilja. Alt hetta hevði hann misnýtt til at seta seg upp ímóti Guði. Hann vildi vera Guði líkur. Hann vildi ráða sær sjálvum. Hann valdi at gera tað, sum Guð ikki vildi: Hitt ónda. Og tað eydnaðist honum at draga ein part av skapninginum við sær í fallinum. Tað eydnaðist at fáa tey fyrstu menniskjuni til at líta meir á hann enn á Guð. Líka síðan hevur tað rátt ein eirindaleysur mótsetningur millum Gud og Sátan, millum ljósið og myrkrið, millum kærleikan og eginviljan.
Djevulin er sostatt ein persónlig makt, ein livandi vilji. Hitt ónda kann hugsa. Tað hevur sínar ætlanir. Tað er virksamt, tað finnur upp á, tað tekur stig til og fer undir nakað. Tað stríðist fyri at varðveita ræði á okkum menniskjum.
Hetta stríð kom í hæddina, tá ið Kristus kom inn í heimin. Sátan var greiður yvir, hvat ið tað galt. Hann royndi at sløkkja fyri lívi Jesubarnsins. Ætlanir hansara miseydnaðist. Seinni royndi hann at vinna Jesus yvir í sín part. Sonur Guðs var jú vorðin menniskja. Hann livdi í teimum somu viðurskiftum til Guðs, sum tey fyrstu menniskjuni, í fullkomnum áliti, trúnaði og opinleika. Tey viðurskifti hevði Sátan einaferð havt eydnuna við sær at oyðilagt. Hví skuldi hann ikki vera førur fyri at vinna tann sama sigur enn einaferð?
Hann royndi. Vit mega hugsa okkum freistingar Jesu sum serstakar veruligar freistingar. Tað var ongin látaleikur. Kristus varð veruliga freistaður á allan hátt, líkasum vit, sum skrivað stendur í Hebrearabrævinum(Hebr. 4,15: Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er) freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd.” Hann kundi verið farin sín egna veg. Hann kundi havt fingið allar teir fyrimunir, sum plaga at freista okkum menniskju. Tað var jú tað, freistingin í oyðimørkini gekk út uppá: At Hann skuldi verða fríur fyri at svølta og líða neyð, at Hann skuldi nýta vald sítt til at vinna sær virðing hjá menniskjum, at Hann skuldi stovna sítt heimsræði við hjálp frá teimum kreftum, Honum vóru til taks.
Men Hann segði nei. Hann helt áfram at vera Guði trúgvur. Hann er hin fyrsti líka síðan byrjan mannaættarinnar, sum ongantíð er fallin fyri freistingum.
Tað var ólíka lættari hjá mótstøðumanni Guðs at leiða tey fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, í freisting og til falls og soleiðis órógva ætlan Guðs við menniskjum. Men Guð setti beinanvegin eina frelsuætlan í verk við at reka tey fyrstu menniskjuni út úr aldingarðinum í Eden og burtur frá lívsins træi, so at tey ikki komu til at eta av tí trænum eisini, eta sær eitt lív til í allar ævir burturi frá Guði. Guð vildi heldur geva okkum tað at eta, sum vit fáa við altarborð, so at vit kunnu fáa fyrigeving gjøgnum Hann og eta okkum ævigt lív til í likami og blóði Hansara, sum rann á Golgata fyri okkum. Guð kom okkum nær í egna syni Sínum, so nær sum matur er honum, ið etur. Tað sigur altarborðið okkum.
Guð hevði eina frelsuætlan, sum rættiliga tók dik á seg, tá ið Jesubarnið varð borið í heim. Djevulin royndi beinanvegin at taka lívið av tí gjøgnum Herodes kong, men hann varð lumpaður. Vísmenninir úr Eysturlondum komu ikki aftur at siga kongi, hvar í Betlehem nýføddi kongasonurin, Guðs egni sonur, var at finna, og Jesubarnið var ikki millum tey dreingjabørn, sum mótstøðumaður Guðs gjøgnum Heródes kong læt drepa í Betlehem og har um leiðir fyri at vera vísur í, at hann hevði beint fyri Jesusi. Guð talaði í dreymum til vísmenninar og til Jósef, so at hann tók barnið og móðrina at tí og flýddi til Egyptalands og kom fyrst aftur til Jødalands eftir deyða Heródesar og búsetti seg í Nasaret í Galilea. Guð talar eisini til okkara, eisini í dreymun.
Tá ið hann ikki kundi beina fyri Jesubarninum millum øll hini smábørnini í Betlehem, bíðaði Mótstøðumaður Guðs spentur eftir, hvat ið tað var, Guð tá ætlaði við Jesusi. Hann hevur verið spentur og roynt at eygleitt, men einki kom fyri dagin, fyrrenn ið Jesus varð doyptur í ánni Jordan, sum sagt varð frá síðsta sunnudag í 3. kapitli hjá Matteusi. Tá varð Jesus doyptur av Jóhannesi doypara, ið doypti syndarar, ið játtaðu synd sína, men Jesus hevði onga synd; tí vildi Jóhannes ikki doypa Jesus, men eftirlíkaði, tá ið Jesus segði, at tað sømir seg at gera alt tað, ið rætt er, og doypti hann so Jesus, sjálvt um hann einki skilti av nøkrum, sum ein syndari til at fáa løn syndarinnar, sum er deyði. Jesus varð doyptur til at doyggja fyri synd – ikki sína egnu, men syndina hjá øðrum. Dagin eftir fataði Jóhannes doypari meira av tí, sum hent var, og tí kundi hann siga um Jesus: ”Sí, Guðs lambið, sum ber ella tekur burtur synd heimsins(Jóhs.1,29).
Jóhannes doypari skilti í fyrstuni lítið av tí, og neyvan man nøkur onnur menniskja hava skilt ætlan Guðs. Men mótstøðumaður Guðs skilti, hvat ið Guð nú ætlaði, at Guð við Jesusi ætlaði at fáa drigið menniskju aftur til sín við at lata Hann doyggja fyri syndirnar hjá øðrum og soleiðis fría tey, ið trúgva á Hann, frá syndabyrðuni og deyðanum sum løn fyri synd og geva teimum ævigt lív.
Tað vildi mótstøðumaður Guðs forða, og beint eftir 3. kapitul hjá Matteusi verður í 4. kapitli sagt frá, hvussu ið hann fór í gongd. Mótstøðumaður Guðs helt tað fara og vera lætt. Tað var bara at fáa Jesus at synda, bara eina ferð lurta eftir honum ella sær sjálvum og gera ímóti vilja Guðs, so at Jesus kom at doyggja sum løn fyri egna synd og ikki fyri syndirnar hjá øðrum. So høvdu vit ongan Frelsara átt.
Halgabók sigur frá á teimum fyrstu síðunum, tá ið tey fyrstu menniskjuni vóru freistað og fullu frá Guði. Tá var tað var lætt hjá Illamanni, ið síðan tók seg aftur og settist sum ein eiturkoppur í krókin at spinna lokkanet sítt, ið mannaættin øll kom at sita føst í. Mótstøðumaður Guðs hevði ikki fyri neyðini at koma fram aftur í ljósið, menniskju komu við falli sínum, øvund og klandri sjálvi at beina fyri sær og skaparaverki Guðs. Menniskju dreivaðust í fløkjuni, sum Freistarin hevði íbirt, og gjørdu alt bara meira fløkt. Mótstøðumaður Guðs var í góðum lag og kundi bara setast upp afturá at hyggja at allari týningini, neyðini og øllum vesaladómi menniskjans.
Men nú ið Móstøðumaður Guðs hevði sæð frelsuætlan Guðs við dópi Jesu í ánni Jordan, mátti hann á føtur og stíga fram aftur úr myrka króki sínum og fara til verka fyri at forða ætlan Guðs. Tað mundi hann ivaleyst halda vera lætt.
Tað vóru øðiligar kreftir, ið her hittust í oyðimørkini. Guðs egni Sonur andlit til andlits við Djevulin sjálvan. Bara teir báðir. Teir brustu saman og brúktu snildir fyri at vinna hvør á øðrum. Jesus brúkti orð Guðs og helt seg alla tíðina til tað. Djevulin brúkti sjálvsøkni menniskjans og vilja menniskjans til makt.
Freistarin brúkti føstuna hjá Jesusi og tað, at hann hungraði, sum skrivað stendur. Hann kom og bað Jesus hugsa um seg sjálvan. Tú ert jú svangur. Og Jesus mátti geva honum rætt. Hann hevði kannska ikki hugsa so nógv um tað fyrr, men nú ið Freistarin segði tað, mátti Hann geva honum rætt í tí, at hann var svangur. Jú, men tað er ikki neyðugt hjá Tær at ganga svangur, sonur Guðs. Tú kannst siga við steinarnar, at teir skulu verða breyð, og so fáa Tær at eta so nógv, Tú vilt. Jú, hevur Jesus kannska hugsa, tað er rætt, tað kann eg, men eg má fyrst fara og spyrja Guð og fara og hyggja eftir, hvat ið skrivað stendur. Ivaleyst hevur Hann dugað Halgubók t. e. gamla testamenti uttanat, sum nógv av teimum gomlu gjørdu. Og kom Hann tá í huganum við Andans hjálp fram á orðið: Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni. Og tí segði Hann nei til Freistarans. Kundu vit bara gjørt sum Jesus og altíð hugt eftir, hvat ið skrivað stendur, og virkað eftir tí, so hevði nógv verið øðrvísi í lívi okkara.
Men Freistarin gevst ikki so. Nú fer hann eisini at brúka Halgubók. Tað er rætt, sigur hann við Jesus, at Tú hyggur eftir, hvat ið skrivað stendur, og tá ið hann hevði tikið Jesus við sær upp á eitt torn í halgidóminum sum fyri at undirstrika, at nú er hann í Guðs húsi og í parti við Guði, so vísti hann Jesusi á, hvat ið skrivað stóð um son Guðs, at hann kundi stoyta seg oman her og ikki meiða fót sín á nøkrum steini, tí at einglarnir fáa boð frá Guði um at bera hann á hondum sínum. Tað eri ikki eg, sum sigi tað, men Halgabók. Og tú lurtar ikki eftir mær, um tú nú gert tað, men tú kannst gera tað, um tú ert Sonur Guðs, sum fyri at vísa tær sjálvum og øðrum, at tað er so.
Nú er Jesus sera illa fyri. Hvat skal Hann gera? Djevulin brúkar Halgubók at lokka Jesus við, sum Djevulin brúkar Jesu navn at lokka okkum við sambært orðum Jesu í Matt. 7,21-23. Hvat skulu vit gera? Jú, vit skulu gera sum Jesus gjørdi. Hann ger tað, sum rætt er. Hann fer ikki úr Halgubók at leita sær eftir svari, men finnur eitt annað skrivtorð, sum greiðir fløkjuna, Freistarin hevur íspunnið. ”Uppaftur stendur skrivað: Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.”. Mær rennur til hugs, hvussu ið Busch prestur í Klakksvík einaferð í eini prædiku legði hetta orðið út fyri okkum og segði, at vit skulu gera sum Jesus, tá ið skrivtorðini eru torfør at skilja hjá okkum, og lata Halgubók sjálva við øðrum skrivstøðum týða tað torføra fyri okkum heldur enn at lata tíðarandan og syndina ráða.
Nú vóru góð ráð dýr hjá mótstøðumanni Guðs. Tvær ferðir var hann rikin aftur. Einki hjálpti at fáa Jesus at hugsa um seg sjálvan og svongdina, Hann var komin í. Hann slepti ikki Guði fyri tað og tí, sum skrivað stendur. Og heldur ikki hjálpti mótstøðumanni Guðs at brúka Halgubók at villleiða við. Tað var einki annað at gera hjá honum enn at siga sum er. Oftani fríar og loysir tað at siga sannleikan. Mótstøðumaður Guðs bað Jesus beint fram koma og falla á knæ og tilbiðja seg, so vildi hann geva Honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra, so at hann kundi ráða yvir øllum menniskjum og revsa tey, sum Honum ikki dámdi, og fara illa við teimum, sum funnust at Honum.
Tá var tað, at Jesus segði tey kendu orðini, sum nógv kristin eftirsíðan hava tikið uppaftur: ”Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.”
Djevulin fór tá frá Jesusi, og einglarnir komu og tæntu Honum, so at Djevulin ongantíð aftur tordi at hitta Jesus andlit til andlits. Men ikki fór Djevulin langt burtur. Hann fór til lærusveinar Jesu ístaðin, og har var Honum lætt at sleppa inn og leiða teir burtur frá Guði og burtur frá Jesusi. Teir fullu, men vórðu ikki verandi í føllum sínum. Teir fóru til Jesus, og Hann reisti teir upp aftur, sum Hann eftirsíðan hevur og framvegis vil gera við okkum, koma vit og halda okkum til Hansara.
A m e n !