1. sunnudagur í føstu (2)
Tekstur: Matt. 4,1-11.
Seinna tekstarøð
Prædika í Sumbiar kirkju.
Tað er so nógv gott og vakurt. Tilveran hevur nógvar ljósar lættar litir. Tað góða er lívsins møguleiki. Vit síggja tað, ið eygað ynskir at síggja.
Eyðvitað finst mangt minni gott og darvandi, men tað ringa hevur einki virði í sjálvum sær. Tað ringa er einans til, tí vit tilvitað ella ótilvitað valdu tað góða frá. Við øðrum orðum skapa vit søgu hvør í sínum lagi. Vit mynda tilveruna og hava ábyrgd av degnum.
Og tó ræður um liðiliga útsøgn, tí tilveran er størri enn menniskjan. Tað eru umstøður, har vit einki fáa gjørt og einki er at gera. Tá tann villa náttúran reisist í síni vreiði á sjógvi, landi ella í luftini. Tá er ikki so nógv at gera, og tað vit gera, er ikki altíð avgerandi fyri úrslitið.
Eisini innan í menniskjum kann nakað henda eina veika løtu, har hvørki vit sjálvi ella nakar annar kann gera stórvegis. Tess vegna er tað ein avmarkaður sannleiki, at vit sjálvi mynda tilveruna og hava ábyrgd av degnum. Viðhvørt eru tilverunnar kor størri enn okkara førleiki til likams ella sálar.
Hinvegin kunnu vit velja at vera opin fyri tí góða og vakra. Vit kunnu tilvitað søkja tað góða og gagnliga, og vit kunnu royna at halda okkum burtur frá tí, ið er darvandi fyri ein sjálvan. Henda ábyrgd hvílir á tí einstaka, og vit velja hvønn dag ein part av dagsins innihaldi. Ella vit velja, hvussu vit skulu síggja uppá tað, ið viðurferst og møtir okkum á leiðini.
Men, tíbetur velja vit ikki alt, tí Guð í síni góðsku hevur valt fyri okkum. Tað eru nøkur umráði, har okkara val og okkara gerningur er rættiliga avmarkaður. Í staðin fyri at skula uppfinna tilveruna, fáa vit møguleikan at liva. Tað kann væl vera, at lívið og gerandisdagurin ikki altíð er so spennandi, og so freistast vit at halda, at lívið er ikki tað vert, ella at tað er mikið betur, ið onnur eiga og hava.
Ístaðin fyri at takka fyri møguleikan, ið gjørdist okkara, verða vit freistað til ta hugsan, at ólíka betur var vorið, um vit høvdu somu møguleikar sum grannin ella onnur í bygdini. Júst slíkar løtur eru vandamiklar, tí tá kemur freistingin, og djevulin kann mæla okkum runt við skilagóðum orðum, mála allar vakrar myndir og siga, - her má okkurt álvarsamt gerast við støðuna.
Tað er danin Sørin Kirkegaard, sum í einum av bókum sínum tosar um tøkkina. Tøkkin er berandi, skapandi og lívgevandi. Tøkkin lýsir virði av lívinum, hon staðfestir virði av tí, ið er.
Tøkkin sigur fram um alt, at tað eru menniskju uttan fyri meg, ið hava gjørt nakað ella eru nakað týdningarmikið mína vegna. Tøkkin minnir meg á, at tað er ein Guð, ið hvørs hondum navn mítt er ritað. Í hvørs hondum forløg míni eru bæði í lívi og deyða.
Tað var júst tøkkin ella tilvitanin um Guð, ið hjálpti Jesusi hin dagin úti í oyðimørkini, tá hann so álvarsliga og á løgnan hátt varð freistaður av djevlinum. Freistingin ljóðar mangan so skilagóð, og viðhvørt tykist hon sum tað einasta rætta so sannførandi í síni útsjónd.
Veikar løtur finnast, og viðhvørt eru vit meira útsett enn aðrar tíðir. Vit eru ikki altíð líka sterk, og viðhvørt gera umstøðurnar okkum veikari, enn vit annars vildu verið. Sjúka og mótburður av ymiskum persónligum slagi. Viðhvørt eru vit veik og útsett, tá er so lætt at reka av leið frá okkara sannføring og hugsan. Vit verða freistað, og freistingin er viðhvørt ein dýrur prísur at gjalda.
Tað var júst tøkkin ella tilvitanin um Guð, ið hjálpti Jesusi. Stutt eftir dópin í ánni Jordan, varð Jesus av andanum leiddur út í oyðimørkina at verða freistaður av djevlinum.
Í mangar mátar er hetta ein løgin frásøgn, tí andin leiðir Jesus út í oyðimørkina. Tó er frásøgnin trúnni gagnlig. Guðs sonur, frelsari heimsins, kennir jørðina í sínum vakurleika, kennir skugga lívsins og myrkar løtur. Vit fingu ein frelsara, sum livdi á jørðini. Tað er ein fyrimunur fyri allar partar, at vit, so leingi vit liva, liva á jørðini, taka ábyrgd og lyfta í felag. Vit skulu ikki krúpa undan og fjala okkum á einum vardum øki. Vit skulu arbeiða og stríðast mitt í lívinum til tess at varðveita lívið og gagna tí.
Boðskapurin um Jesus er gleðiligur á so mangan hátt. Síggja vit inn í tilverunnar meldur, so er tað lívsjáttandi, at sonur Guds kennir tann ágang, ið kann møta til sálar og likams. Tað er hetta, ið gevur áræði og mót, at Guð okkara ikki einans er omanfyri alt, men mitt í øllum hjástaddur og trúfastur.
“Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt við okkum, tó uttan synd. Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð.” (Hebr. 4,15-16)
Tá Jesus í oyðimørkini hevði fastað í fjøruti dagar og nætur, hungraði hann til endans. Hetta er frelsari heimsins, ein svangur maður úti í oyðimørkini. Ikki ein máttmikil Harri rundan um eitt búgvi borð, har tænarar gingu honum til handa. Ein frelsari svangur í oyðimørkini.
Tíbetur kenna mong av okkum ikki til svongd í so stóran mun, at vit hungra. At leingjast eftir einum góðum bita og so at hungra, tað er sum dagur og nátt. Men, vit kenna frásagnir frá landsmonnum, sum hava greitt frá, at tey vegna svongd grótu seg í svøvn kvøld eftir kvøld.
Uttan mat vikna vit, og svongdin gjørdi Jesus veikan. Freistarin hevur næstan altíð tol at bíða eftir eini lagaligari løtu. Tá vit eru veik, ger hann innrás í hugans virki og fyrigyklar okkum alla sælu, um vit fylgja ráðum hansara. Freistarin veit mong ráðini, sum tykjast skilagóð, spennandi og røtt eina løtu. Men, sum frálíður vóru ráð freistarans uttan veruligt innihald.
Frelsarans myndugleiki er tænandi. Frelsarin er ikki sjálvsøkin, tí kærleikin søkir ikki sítt egna. Tað var eitt skilagott uppskot, at steinar gjørdust breyð. Matur er neyðugur, og uttan mat viknar lívið og fánar spakuliga burtur.
Men tað var nakað við Jesusi. Hann livdi inni við faðirsins ásjón, livdi í og út av Guds hond. Hann mintist tøkkina. “Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.”
Ein sannleiki verdur at minnast, at lívsins sanna eydna er at liva lívið í samljóði við skaparan. Tað letur seg væl ger at vera mettur, og tó hungrar sálin. Tað letur seg væl gera at vera ríkur, og tó kennist lívið tómt og fátækt.
Einki er líkamikið, men til er nakað, ið hevur størri týdning enn alt annað. Nógv av tí jarðiska er gott, og tað er ikki gagnligt, at vit í kirkjuni fara at lasta tímiligan ágóða og vælveru. Tey flestu av okkum siga ja takk til nakað av heimsins góðsi og skreyti. Vit orka ikki tankan, at børn okkara skulu gráta seg í svøvn vegna tess, at eingin matur er at eta.
Til er nakað, ið fremst av øllum ger lívið ríkt og vælsignað. “Harran Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.”
Týdningarmikið fyri jarðarlívið er tað, at vit eru ankrað á røttum staði. At vit søkja ásjón Guðs í Jesusi Kristi, so vit av anda hansara verða leidd á heilag støð, har sálin fær føði.
Trívist sálin, so varpar trivnaðurin gleði og ljós á so mangt annað. Tað góða smittar, og tað góða vinnur á tí ónda. Saman við Jesusi, ið vann sigur á freisting hins ónda, eru vit væl vard.
Lívið í og út av Guds hondum er vælsignað. Tað er ikki altíð lætt, men innihaldið er gott og lívsjáttandi. Jørðin verður vakrari, og ævinleikin í ríki Guds sælur.
Okkum tørvar breyð, og í bønini faðir vár biðja vit um dagligt breyð. Bønin og tøkkin til Guðs er neyðug. Ella sum Kirkegaard sigur : Lívið uttan tøkk er fátækt.
Í Eysturoynni búði ein familja við nógvum børnum. Pápin varð vorðin sjúkur. Eingin inntøka, eingin almenn hjálp. Støðan var svár, og matur var eingin.
Tá eg tók við kallinum sum prestur í Sjóvar prestagjaldi, segði ein av javnaldrum mínum mær hesa søguna. Viðkomandi var barn í nevnda húsi.
Kvøld eftir kvøld grótu vit okkum í svøvn, og mamma var í dýrastu neyð. Pápi var sjúkur, so inntøka var eingin. Vit høvdu kúgv, men kúgvin var slept, so mjólk var at kalla eingin.
Hetta eina kvøldið fóru vit so aftur svong til songar. Mamma gjørdi, sum hon var von, hon bað faðir vár og signaði okkum. Á hesum sinni bað hon so inniliga um, at børnini máttu fáa okkurt at eta í morgin. Tá vit sovnaðu, fór mamma oman aftur í køkin.
Áðrenn hon fór til songar, settist hon hjá kúnni. Jú, hon fekk ein pott av mjólk. Tá hon reisist frá kúnni og skal seta mjólkina á ein lítlan bás, har kálvurin plagdi at standa, sær hon eina eskju standa á básinum. Hon hyggur í eskjuna, og í eskjuni er mjøl og alt tað, ið neyðugt er til at baka breyð.
Ovurfegin skundar hon sær niðan í køkin, og fer at elta beyð við tað sama. Meðan breyðini ganga, fer hon oman aftur í kjallaran eftir mjólkini, so hon kann standa køld í hjallinum. Tá hon kemur í hjallin, sær hon, at tvey tjógv hanga á bitanum.
Barnið í húsinum legði afturat : Ongantíð gloymi eg, hvussu væl breyðflísin smakkaði, tá mamma á miðjari nátt purraði okkum út. Vit fingu hvør sína breyðflís við kjøti sum viðskera og ein dropa av mjólk.
Eingin veit, hvør gevarin var, - men Harrin kennir síni.
Tá freistarin er eftir okkum og tekur móti og gleðina. Eisini tá harðast leikar á er Harrin hjástaddur og trúfastur.
“Harran Guð tín eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.”
“Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða givið tykkum umframt. Stúrið tí ikki fyri degnum í morgin...”. (Matt. 6,33-34) Amen.