1. sunnudagur í føstu
Tekstur: Matt.4,1-11
Fyrra tekstarøð
Øssur Kjølbro, prædika í Fuglafjarðar kirkju 26. februar 2023 - 1. sunnudag í føstu
Jesus, djevulin og fornuftin
"Tá varð Jesus av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevulinum. Og tá ið hann hevði fastað fjøruti dagar og fjøruti nætur, hungraði hann til endans.
Og freistarin kom til hansara og segði við hann: "Um tú ert sonur Guds, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð." Men hann svaraði og segði: "Skrivað stendur: "Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni."
Tá tekur djevulin hann við sær inn í staðin halga og fer við honum upp á eitt torn í halgidóminum og sigur við hann: "Um tú ert sonur Guds, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað stendur: "Einglum sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini." Jesus segði við hann: "Uppaftur stendur skrivað: "Tú mást ikki freista Harran, Gud tín."
Uppaftur tekur djevulin hann við sær niðan á eitt óføra høgt fjall og sýnir honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann: "Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg." Tá sigur Jesus við hann: "Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: "Harran, Gud tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina."
Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum." Amen
Tey flestu kenna óivað orðatakið "at mála hin grábeinta á veggin"! Tað kann ein siga, tá ein vil ávara ímóti at lata ov illa at. Eitt nú tá korona fór at gera um seg í grannalondunum og fólk óttaðust fyri, at smittan fór at gera líka so nógv um seg í Føroyum – tá ávaraði onkur ímóti at mála hin grábeinta á veggin beinan vegin.
Men hvaðani kemur hetta orðatakið? Óivað frá kirkjum í Danmark og aðrastaðni í Norðurevropa, sum vórðu bygdar í miðøld, har tey málaðu sera ógvisligar og livandi myndir á kálkaðu veggirnar. Ikki minst málaðu tey ræðandi myndir av djevlinum við geitabukkabeinum, hornum og kvísl í hond. Eftir trúbótina málaðu tey út yvir nógvar av hesum myndunum, men seinnu árini eru fleiri teirra tiknar fram aftur.
Men hví málaðu tey hin grábeinta á veggin? Vit kunnu ímynda okkum, at tað var fyri at ræða! Trúðu tey meðni, at djevulin sá soleiðis út? Eg hugsi ikki. Men tey teknaðu hann soleiðis, tí at tey vistu um óndskapin! Ikki einans frá tí, sum kirkjan lærdi, men eisini frá sínum egna gerandisdegi. Tey vóru so mikið erlig fyri sær sjálvum, at tey vistu, at óndskapurin í menniskjum og millum menniskju hevði ein uppruna.
Tað sigst, at ein heryvirmaður hjá teimum sameindu, sum var við til at fría týningarlegurnar í 1945, skal hava sagt: "Um ein Gud er til, veit eg ikki. Men nú veit eg í øllum førum, at ein djevul er til!"
Sálarfrøðin kann greiða frá, hvørjar grundir eru til, at fólk gera óndar gerðir. Men tað, sum heryvirmaðurin gav til kennar, var, at tað finst óndskapur, sum er so óndur, at hann ikki einans kann stava frá menniskjanum sjálvum! So listilært, besnissað óndur óndskapur, at hann má stava frá einum persóni uttanfyri menniskjað, ið er so óndur og kann ávirka menniskju.
Tá vit vitja eina miðaldarkirkju uttanlands og skoða eitt sovorðið kálkmálarí, kunnu vit ikki lata vera við at smílast. Hvør skal siga: "Vóru tey so býtt fyrr at trúgva slíkum?" Nú á døgum kann ein slík mynd nóg illa ræða eitt smábarn. Men í grundini áttu vit heldur at hugsa: Tey gjørdu tað fyri at ávara ímóti tí ónda, sum veruliga er til, og sum hóttir við at gera seg inn á okkum – fyrst og fremst við at taka trúnna á Jesus frá okkum.
Onkur hevur sagt tað soleiðis: "Tann størsta snildin, sum djevulin hevur avrikað, er at sannføra fólk um, at hann als ikki er til." Tí Bíblian lýsir hann sum ein heimsmeistara í at lata seg í grýluklæði og látast vera ein annar, enn hann er.
...
Vit hoyrdu lesturin frá 1. Mósebók, hvussu tann óndi á tíðarinnar morgni megnaði at spilla Guds undurfulla skapanarverk við at freista tey fyrstu menniskjuni til at gera uppreistur móti Gudi. Ta frásøgnina tekur meginparturin av nútíðar menniskjum heldur ikki í álvara sum annað enn eina gamla mýtu. Men spurningurin er, um ikki hvør einasta tíðindasending váttar sannleikan í henni! Kríggj og vanlukkur, bæði av náttúruávum og mannaskaptar, sjúka og deyði.
Halda vit veruliga, at alt bara eigur at vera soleiðis? Er tann sannroyndin, at heimur okkara ikki er, sum hann átti at verið, ikki størsta prógv um, at tað ónda ikki einans er eitt lítið brek í tí skapta, men harafturímóti elvt av einum óndum valdsharra? Tað er so uppáhaldið í Bíbliuni – at soleiðis var tað ikki í fyrstuni, og soleiðis ætlaði Gud tað heldur ikki! Men at vit menniskju valdu at lurta eftir honum, sum gjørdi gjøldur við Guds boði og segði: "Tit skulu als ikki doyggja!" Tað ljóðaði so skilagott, sum freistarin segði...
Og nú Jesus í dagsins prædikuteksti skjótt skal undir sítt almenna virki, er tann sami gamli freistarin til reiðar. Djevulin hevur uttan iva fangað, at nú setur Gud tað stóra bjargingarverkið í gongd, sum skal fáa alt tað oyðilagda aftur í rættlag. Jesus er júst vorðin doyptur í Jordanánni, sum vit hoyrdu seinasta sunnudag – og tann óndi skilir, at Gud fer at seta hann skák og mát, og tí vil hann forða, fyri ein og hvønn prís!
Og taktikkurin er at royna at endurtaka syndafallið – hesaferð við Jesusi! Tí, fær hann Jesus at falla, so er slagið vunnið! Og tað er so nógv skilagott í tí, sum hann freistar Jesus við; eru uppskotini, hann kemur við, ikki verd at umhugsa?
Hav eisini í huga, hvørjum standi Jesus er í! Hann hevur verið í oyðimørkini í heili 40 døgn og er nú um at doyggja í hungri. Hann er Guds sonur, men tá hann gjørdist menniskja, hevði hann lagt himmalsku dýrdina til síðis, og tí var hann veruliga viðbrekin. Hann hevði kungnað fallið.
Er tað mest upplagda, tá vit eru svang, ikki, at vit fáa okkum at eta? "Um tú ert sonur Guds, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð." - Heldur tú veruliga, at Gud vil, at tú skalt doyggja í hungri her úti? Ger eitt undur, so fara fólk at streyma til og trúgva á teg! Er tað ikki tað, tú vilt?
Tá Jesus varð doyptur, talaði Faðirin sjálvur av himli, og hesi orðini munnu framvegis hava dynjað í oyrum Jesusar: "Hesin er sonur mín..." Men nú í oyðimørkini í Judea verður røddin av himli avbjóðað av eini rødd úr helviti: "Um tú ert sonur Guds..." Tann sama røddin, sum á sinni royndi at fáa Evu at ivast um Guds orð.
Men Jesus visti, hvørjum hann skuldi standa ímóti við. Hann man hava endurtikið orðini hjá Faðirinum fyri sær sjálvum aftur og aftur: "Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til."
Enn í dag roynir tann óndi at máa støðið undan okkara sanna samleika sum Guds børn. Ei undur í, at navnið djevulin júst merkir "baktalari". Vit mugu tí eins og Jesus venda honum deyva oyrað og í staðin lurta eftir Guds stóru játtanum og lyftum í Skriftini.
...
Tann óndi freistaði Jesus tríggjar ferðir, men vit kunnu siga, at hann serliga leyp á á tveimum økjum. Tað fyrra var, sum vit sóu, at hann royndi at sáa iva um Jesu samleika. Tað seinna álopið var á Jesu tænastu – tað, sum hann var komin í heimin at gera.
Jesus skuldi jú líða og doyggja fyri okkara syndir. Men djevulin skeyt alternativar møguleikar upp, sum ikki kostaðu Jesusi so nógv. Hví ikki vinna heimin við at nøkta svongd hansara, við at brúka vald sítt, ella kanska uppaftur betur - við at gera eina avtalu við tann ónda um at leggja seg undir hansara vald? So kundi Jesus sloppið undan krossinum! Vit síggja, hvar Pætur fekk tað frá, tá hann seinni royndi at tala Jesus frá líðingarvegnum.
Jesus noktaði at lurta eftir djevlinum. Avgjørdur vísti hann hvørjari freisting frá sær. Og tí kom Guds bjargingarverk – frelsa okkara – ikki í vanda! Jesus hevði ikki brúk fyri at kjakast við tann ónda ella samráðast um møguleikarnar. Skriftin talaði greitt, so sakin var longu avgjørd. Hvørja ferð svarar hann við at vísa til tað, Skriftin sigur. Væl at merkja í trúskapi móti tí, Skriftin meinar við. Og ikki sum tann óndi, ið saktans kundi endurgeva skriftbrot, men misnýtti tey ímóti tí, tey í roynd og veru siga.
Í hesi ógvisligu og dramatisku og døpru frásøgn læra vit, hvussu stóran týdning tað hevur at kenna okkara Bíbliu. Tí tað er einans Guds rødd, ið kann køva djevulsins freistandi rødd. Sum Jákup, bróðir Jesus, nøkur ár seinni skrivaði: "Verið tí Gudi undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum. Haldið tykkum nær at Gudi, so skal hann halda seg nær at tykkum" (Ják 4,7-8).
Jesus hevði fastað í 40 dagar og 40 nætur. Men andligari føði hevði hann ikki fastað frá! Tvørturímóti hevði hann alla hesa tíðina tikið ríkiliga til sín av tí mati, sum eitur Guds orð! Og tí var hann til reiðar at møta freistingunum. "Skrivað stendur", segði hann, "Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni."
Tað kann føstutíðin eisini læra okkum. Tí føstan snýr seg ikki einans um at halda seg frá nøkrum, men uppaftur meira um at fylla seg við tí góða! Við andligum mati, so at okkara andliga immunverju verður styrkt – okkara mótstøðuføri!
Tí vit møta eisini dagliga freistingum. Og eins og við Jesusi loypur freistarin á okkum, har vit eru veikast. Hjá summum kann tað vera eitt 'undirernerað' hjúnalag ella aðrir veikleikar á tí kynsliga økinum. Hjá øðrum kann tað vera, at ein er hugtikin av øllum tí, sum pengar kunnu keypa. Hjá uppaftur øðrum kann tað vera tráan eftir valdi og ávirkan. Ella eitt nærtakandi og firtið sinnalag. Og so framvegis. Vit mugu styrkja verjugarðin, serliga har hann er veikastur.
...
Dagsins prædikutekstur er frá byrjanini í NT. Vit enda við einum av síðstu tekstunum í NT. Í 1. Jóhannesarbrævi skrivar Jóhannes ápostul, at tann, "ið er føddur av Gudi", kann ikki liva í syndini og binda frið við syndina, tí at syndin stavar frá djevlinum. Og so sigur Jóhannes: "Til tess varð Guds sonur opinberaður, at hann skuldi bróta niður djevulsins verk" (3,8).
Tað er gleðiboðskapurin, eisini ein dag við so døprum prædikuteksti sum í dag! Guds sonur kom í henda syndamerkta heimin fyri at bróta djevulsins verk niður! Hann kom fyri at bjarga okkum syndamerktu skapningum frá avleiðingunum av okkara skeivu valum! Ja, hann kom fyri at seta okkum í veruligt frælsi!
Á krossinum bøtti hann fult og heilt fyri alla synd okkara og fullgjørdi soleiðis ta bjargingina, sum Faðirin sendi hann til. Páskamorgun reis hann upp frá deyðum og knústi soleiðis eisini tað vald, sum deyðin hevur á okkum – deyðin, sum jú er avleiðing av syndini!
Tí kunnu vit festa okkara álit á hann og so trygg hvíla í, at hann er sigursharrin! Tað er bara ein, sum hevur alt vald í himli og á jørð! Tað er bara ein, vit skulu óttast og hava ærufrykt fyri. Hann, sum vann á tí ónda fyri okkum og at enda gav sítt egna lív fyri okkum! Alt av berum kærleika til mín og tín!
Amen