Skriva út

1. sunnudagur í advent (3)

175 ára vígsludagur í Kollafjarðar kirkju
Sálmar: 82 – 331- 85 / 243 – 378 – 382 – 385 – 246

Theodor Eli Dam Olsen

Latum okkum øll biðja:
Góði Guð, vit takka tær fyri henda nýggja dagin. Vit takka tær fyri, at vit aftur sleppa at byrja eitt nýtt kirkjuár. Takk fyri tína kirkju. Nú biðja vit teg um, at tú vilt senda okkum tín Heilaga Anda at opna okkara hjørtu. Amen.


Tekstur: Matt 21, 1- 9. Fyrra tekstarøð. 


”Kom aftur Jesus at vitja hendan stað
Høvdu vit trúð á teg í dag
Vildu fólk sæð undur
At vatnið varð til vín”

Soleiðis syngur Steintór Rasmussen í einum av sínum nýggjastu sangum, ”Kom aftur Jesus“. Um hvussu vit høvdu tikið ímóti Jesusi í dag.
Í dag er fyrsti sunnudagur í advent.

Fyrsta ljósið er tendrað á adventskransinum, og væntanir og vónir eru skrúvað upp á hægstu volumu, nú høgtíðin yvir tær allar, jólini, stendur fyri durum.

Men enn eru jólini ikki komin!
Fyrst skulu vit gjøgnum adventina, og tað er tí vit hava hongt ein adventskrans upp her í Kollafjarðar kirkju, ikki við reyðum, men við viólbláum ella lillalitaðum bandi. Liturin í kirkjuárinum, ið við sínum viólbláa ella lillaliti minnir okkum á fyrireiking. Ikki á forskot. Tí tað er munur á at taka forskot upp á nakað og at fyrireika seg.

Kirkjuárið byrjar áðrenn kalendaraárið, tí í kirkjuni byrja vit áðrenn sjálva tíðina. Kirkjuársins perspektiv er ævinleikin - innihaldið í kalendarárinum er okkum ókent, vit vita ikki, hvat fer at henda í 2013, men innihaldið í kirkjuárinum kenna vit.

Líka so óvist, sum tað at vit klára at halda okkara nýggjárslyfti í kalendaraárinum, leggja av at roykja ella eta feitt ella fáa eitt rættvísari býti millum rík og fátæk, líka vist er tað, at Guð er við okkum í nýggja kirkjuárinum, vit byrja nú í dag.

Vit byrjaðu hesa guðstænastuna við sálminum “Ver vælkomið Harrans ár”, sum finst í tveimum útgávum í sálmabókini. Eini adventsútgávu og eini kalendaraútgávu.

Kalendaraútgávan snýr seg um alt tað, vit sum menniskju seta okkum fyri – um grøðina á markini, frið og framgongd og gleði. Hann er nr. 532.

Advents- ella kirkjurársútgávan snýr seg um alt tað, ið Guð hevur sett sær fyri: Um jólanátt, tá orðið bleiv kjøt, páskamorgun, tá Hann reis upp, og um hvítusunnu, tá andin kom. Hann er nr. 82 í sálmabókini.

Hvat er tað so Hann hevur sett sær fyri, nú adventin er komin?

At koma aftur til okkara?

Ella er tað sum Steintór heldur fram í sínum sangi:

”Og komu tey fátæku til tín
Vart tú boðin í bønhús innum kirkjugátt
Á gøtuni vart hildin fyri spott
Hvør fór frá sínum húsi
Og fygldi tíni slóð
Um tú millum okkum aftur stóð“

Umleið ár 200, 200 ár eftir Kristi føðing, setti ein grikskur filosoffur, Kelsos æt hann, sær fyri, at skriva eitt atfinningarsamt rit móti teimum kristnu. Ein religiónskritikk. Og er tað jú bara gott, kunnu vit siga, tí ein átrúnaður, ið ikki tolir kritikk og vitborna viðgerð, ja, hann tolir ikki nógv.

Kelsos skrivaði m.a.:

”Tey, sum bjóða til aðrar átrúnaðir, kalla á ein hvønn, sum er reinur og uttan synd og ikki kennir sær nakra skuld.
Tey kalla á tey, sum hava livað eitt heiðurligt og rættvíst lív…

Men lat okkum nú hoyra, hvat slag av fólki tey kristnu eru: Tann, sum er ein syndari, ein dári, ein fávitskutur og góðvarin, við einum orði: ein ólukkuligur, honum (ella henni) vil Guðs ríki lata seg upp fyri. Og við orðinum syndari meina tey (kristnu) við tann órættvísa, við tjóvin, eiturblandaran, tempulrænaran, gravskemmaran.

Um tú skuldi savna eitt ránsmannalið, átti tú at kalla slík fólk”.

Soleiðis skrivaði Kelsos umleið ár 200, og hann helt seg skriva tað, ið sømdi seg einum siviliseraðum grikka tá á døgum.
Kelsos vildi finnast at ella enntá leypa á ta kristnu trúnna.

Ístaðin kom hann at halda eina heila prædiku.

Tí tað er satt, sum hann skrivar. Hann hevur væl skilt, hvat orðini hjá Jesusi snúðu seg um, tá hann stóð og las tey kendu orðini:

»Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár”.

Og so legði hann afturat: »Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.«

Eitt náðiár – hvat er so tað, kunnu vit spyrja?

Eitt náðiár merkir, at tað er í dag, gleðiboðskapurin er komin til okkara. At boðini ikki eru, at einaferð í framtíðini, ja, so skulu tit hoyra, men at hetta er í dag: At líkasum vit við skaldinum kunnu syngja, ”Kom aftur Jesus at vitja hendan stað, høvdu vit trúð á teg í dag”, so halda vit advent, tí hann kemur til okkara í dag!

Men so kunnu vit spyrja okkum sjálv, líkasum Steintór syngur í sínum sangi, um hann kemur eins og vit rokna við?

Tað gjørdi hann ikki fyri 2000 árum síðani, og tað ger hann neyvan í dag heldur. Vit lósu nevniliga í prædikutekstinum til í dag: »Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.«

Har stendur m.a. at hann er komin at bera boðskap til fátæk. Týdningurin av orðinum ”fátæk” er sera víður á hebraiskum máli. Her rúmast bæði neyð, vesaldómur, sjúka, hjálparloysi, sorg, ørkymlan og alt, sum kann tykjast at gera menniskjað fátækt. Men á ein annan hátt eisini alt, sum kann gera eitt menniskja so sera menniskjasligt!

Áðrenn vit fóru at halda advent í kirkjuni, varð orðið advent á Jesu døgum longu brúkt í einum heilt øðrum týdningi. Tað vistu tey kristnu eisini væl.
Tað vóru kraftarorðini hjá keisaranum, sum í verki skuldi vísa harðrenda vápnamegi, tá ein nýggjur keisari reið inn í høvuðsstaðin fyri at vísa alt sítt militera ísinkramm. At tað var hann, sum hevði buktina og báðar endarnar.
Í tí rómverska heiminum merkti advent ”valdsnýtsla” ella ”valdsyvirtøka”. Vit kenna tað eisini úr okkara tíð frá myndum av Reyða torginum í Moskva, úr Norðurkorea ella frá hernaðarsýningum aðrastaðni í verðini. Tá tann, ið hevur maktina, vil vísa hana við militerparadum!

Tí vóru tey fyrstu kristnu djørv, tá tey fóru at kalla hesa tíðina advent, tí vit minnast, at Jesus reið lítillátin á einum esili inn í Jerusalem.

Men sjálvt um hetta var ein provokatión, so minnir hetta okkum um, at hóast hetta kanska provokeraði keisaran í Róm, og kanska provokerar okkum enn tann dag í dag – so er og var ríki hansara ikki av hesum heimi!

Og skulu vit vera erlig, so høvdu vit neyvan í okkara villasta fantasii ímyndað okkum, at heimsins bjargingarmaður skuldi koma ríðandi á asnabaki inn í býin.

Samanbera vit hetta við aðrar hetjur, sum hava sett fær fyri at ”bjarga heiminum”, tað veri seg James Bond ella aðrar harðar hálsar og stórmenni úr m.a. Hollywood, hevði tað antin veri í onkrum flottari akfari, ella onkrum, ið kom av himni, Skyfall, sum tann nýggjasti filmurin hjá hesum stórmenninum, James Bond, verður róptur. Alt annað vildi verið ófrívilliga komiskt. Og vit kunnu neyvan ímynda okkum nakra av hesum hetjum koma ríðandi á einum asna.

Men vit eiga ikki at gloyma, at kristindómurin er frælsi. Kundi verið at keisarin hevði myndugleika at noyða fólk, og at Pontius Pilatus hevði myndugleika at døma og pína Jesus, sum vit siga í trúarjáttanini.

Men um vit trúgva hesum er okkara fría val.

Kristindómur er nevniliga bæði frælsi og felagsskapur. Hann er kanska privatur, men persónligur er hann ikki, tí vit hava fingið hann frá øðrum, og vit uppliva hann saman. M.a. í kirkjuni í dag.
Og nú vit nevna religiónskritikk, ger tað onki um vit nevna satiruna, sum kristindómurin eisini tolir, satiruna hjá Monty Python, har tey í filminum ”Life of Brian” rópa: We are all individuals! Og ein trínur fram úr fjøldini og sigur: No, I’m not! (Vit eru øll individualistar! Og ein stígur fram og svarar: Nei, ikki eg!).

Og tað var við hesum boðskapinum, at Jesus reið inn í staðin halga hendan dagin, pálmasunnudagin, at vit hava okkara frælsa val at trúgva. Vit lesa eisini hendan prædikutekstin pálmasunnudag, tá Jesus er populerur ríður inn í býin og verður móttikin sum ein onnur rockstjørna, tá fólk rópa hosianna, hosianna og veittra við pálmagreinum.

Hann er tann, sum kann gera allar lutir nýggjar og sum kunnger eitt náðiár!

--

Á gravsteininum hjá Williami Heinesen í Havn stendur “Alt er endnu i sin vorden”. Alt er á veg ella í vøkstri, alt er enn í fyrireiking. Tað kemur til okkara eins og adventin.

Í eini sjónvarpssending greiddi William Heinesen frá bygdini Viðareiði og vinmanni sínum haðani, Christiani Matras, og hevur Christian eisini skrivað um hetta sjálvur.

Christian Matras fortaldi m.a., at í bygdini í gomlum døgum merkti tað, at fara heim, ikki tað sama sum at fara til hús. Tað merkti at fara heim í bygdina. Fórt tú til húsa, ja so segði tú tað. Bygdin var ein eind, eitt heim.

Í 175 ár hevur Kollafjarðar kirkja, kirkjan við Sjógv, verið andaliga heimið hjá kirkjufólkinum her í Kollafirði. Og tað vit vita um, hava einar tríggjar kirkjur staðið her á hesum stað undan hesari, og vónandi fara kirkjur eisini at verða eftir hesa her í bygdini.

Og eg ivist ikki í, at kollfirðingar bæði hava kent seg heima bæði í hesum partinum av bygdini og í tí húsinum, vit kalla kirkjuna.

Kirkjan er jú eitt gamalt hús, stendur um tornini falla, og tí er tað sum so ikki bygningurin, sum er kirkjan, men fólkið. Í húsi Guðs og kirkju nú, vit eru livandi steinar, sum vit syngja.

Og enn í dag á hesum 175 ára hátíðardegi ljóða tey somu orðini, at Hann kemur til okkara lítillátin við gleðiboðum til tey, ið treingja. Til okkum sum treingja!

Hesi orðini ljóða úr kórinum oman í kirkjuskipið og verða havd við aftur gjøgnum forkirkjuna, tá vit – helst – upplyft og upplýst fara úr aftur kirkjuni, útaftur í lívið.

Í epistlunum lósu vit, at at vit skulu lata okkum í herklæði ljósins. “Íklæðist Harran Jesu Krist”, skrivar Paulus.
Klæðir skapa jú fólk, og tí er áheitanin á okkum tann sama enn í dag sum fyri 175 árum síðani.

Og hvat hevur hetta so at siga fyri okkum?

Ein ókendur høvundur skrivaði einaferð:

Har svongdin ræður, er bjargingin breyð.
Har syndin tyngir, er bjargingin fyrigeving.
Har traðkað verður á menniskju, er bjargingin mannavirði.
Har fólk eru einsamøll, er bjargingin felagsskapur.
Har alt er meiningsleyst, er bjargingin trúgv og vón.
Har deyðin hóttir, er bjargingin boðskapur um uppreisn, eitt lyfti um nýtt liv.

Tað var við hesum boðskapi, Jesus reið inn í Jerusalem. Hetta har nakað av tí, prædikan hjá Jesusi snúði seg um í templinum, sum vit lósu frá altarinum í tekstinum til seinnu tekstarøð. Hetta var hansara stevnuskrá. Hesi fátæku, eru vit øll, ið halda okkum hava brúk fyri hesum. Og boðskapurin hjá Jesusi var til øll hesi fátæku, at ævinleikin kom inn í okkara dag í dag.

Og tað er tí, at kirkjuárið byrjar áðrenn kalendaraárið. Ævinleikin kemur inn í tíðina.

Tað er hetta vit kunnu fordjúpa okkum í, nú adventin er byrjað. Tað, at ævinleikin kemur inn í tíðina, merkir, at vit kunnu byrja av nýggjum, at vit fáa ein møguleika, ein kjans aftrat. Hóast tekstarøðin - og kirkjan - eru gomul, so eru viðurskiftini, tíðin – og helst prædikurnar við - enn aktuellar fyri okkum, sum fáa møguleika at byrja av nýggjum.
Tí her møtast tað tímiliga og tað ævinliga.
Adventskransurin er sum sirkul ævigur, men ljósini eru 4 í tali eins og sunnudagarnir í advent og heimshornini, norður, suður, eystur og vestur.
Tað æviga ljósið kemur altso inn í tíðina og inn í heimin.

Tí adventstíðin við sínum viólbláa ella lillaliti merkir ikki forskot, men fyrireiking. At hóast tað ikki altíð gongur sum væntað og vónað, so gongur kortini væl hjá okkum, tí vit eru ikki einsamøll.

Tí kunnu vit syngja “Kom aftur Jesus ferðast vítt um lond”.
Gaman í, kunnu vit leita í dølum og uppi á fjøllum eins írski bólkurin U2, tá teir syngja “I still haven’t found what I’m looking for” – “Eg havi enn iki funnið tað, eg leitað eftir”. Vit leita og søkja.

Men vit skulu brúka møguleikan í dag. Tað er hetta sum adventskransurin minnir okkum á, at ævinleikin kemur inn í tíðina – inn í dagin í dag. Hann kemur til okkara.
Eins og einglarnir sungu:
Í dag er tykkum ein frelsari føddur (Luk 2,11)
Eins og Jesus lovaði Sakeusi:
Í dag vil eg verða gestur í tínum húsi ((Luk. 19,5)
Eins og Jesus lovaði ránsmanninum á krossinum:
Í dag skal tú tú vera við mær í paradís (Luk. 23,43)

Kirkjuárið og adventin minna okkum á, at vit eru í Guðs hond, at tað komandi eisini er nú.

Gleðiliga advent! Gott kirkjuár – og tillukku við teimum 175 árunum!

--
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.
Vit biðja teg, Guð og faðir okkara, ver tú hjá okkum øllum við náði og hjálp og signing tíni.
Ver hjá øllum teimum, sum hava tað ringt og eru stødd í neyð (...), gev tú teimum ein lætta frá tær og birt tú eitt ljós hjá teimum!
Troysta øll tey, sum eru sorgarbundin; sit hjá øllum, sum eru sjúk; ver hjá faðir- og móðurleysum; ver verji hjá einkjum og einkjumonnum; ver hjálpin hjá øllum teimum, sum ongan góðan hava.
Hjálp tú okkum at biðja fyri hvørjum ørðum, og hjálp tú okkum at biðja fyri teimum, sum eingin biður fyri.
Vit takka tær fyri kirkjuna!
Vælsigna og varðveit tú alt títt kirkjufólk víða um heimin, og vælsigna og varðveit tað kirkjufólkið, sum kemur saman her á hesum staði.
Vælsigna og varðveit tíni heilagu sakramenti, altarborðið og dópin, og lat títt orð hava frítt at fara okkara millum, lær okkum at goyma tað í reinum og takksomum hjørtum og lat okkum verða vegleidd, lýst og styrkt fram ígjøgnum lívið.
Halt tú tíni góðu, sterku hond yvir okkara landi og fólki!
Ver við øllum okara útisetum, sum eru burturi í fremmandum londum!
Ver við øllum teimum, sum eru á sjónum; ver innanborða hjá teimum, fylg í ferðini við teimum, hvar tey fara.
Vælsigna og varðveit Drotning okkara og alt húski hennara eins og øll onnur húski. Og vælsigna og varðveit løgting, løgmann og landsstýri alla okkara yvirvøld og myndugleikar!
Fylg okkum á øllum leiðum okkara, ver við okkum í øllum verkum okkara, so at alt hjá okkum verður halgað og signað av tær, og varðveit okkum øll alla tíð í lívsins samfelagi við teg, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, mega hoyra tær til.
Hoyr okkum í Jesu navni.
Amen


Latum okkum við ápostlinum ynskja hvør øðrum:

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum!
Amen
----------

Prædika 2. desember 2012