Skriva út

1. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (3)

Tekstur: Luk 16,19-31. Fyrra tekstarøð

Glyvra Kirkja

Boðskapur hinumegin frá
Jesus segði: "Men tað var ein ríkur maður; og hann klæddi seg í skarlak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Og tað var ein fátækur, nevndur Lázarus, sum var lagdur fyri dyr hansara, fullur í sárum; og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka; men eisini hundarnir komu og sloktu sár hansara.

So bar á, at hin fátæki doyði, og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Og hin ríki doyði við og fór til gravar. Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. Og hann rópaði og segði: "Faðir Ábraham! Miskunna mær, og send Lázarus, at hann kann drepa ytsta liðin av fingri sínum í vatn og svala tungu mína; tí at eg pínist ræðuliga í hesum loga!"

Men Ábraham segði: "Minst tú til, sonur, at tú hevur notið títt góða, meðan tú livdi, og Lázarus á sama hátt hitt ónda; men nú verður hann uggaður her, og tú pínist. Og umframt alt hetta er millum okkara og tykkara staðfest eitt óført dýpi, til tess at tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, ikki skulu kunna, og at tey haðani ikki heldur skulu fara higar til okkara."

Men hann segði: "So biði eg teg, faðir, at tú vilt senda hann í faðirs míns hús, tí at eg eigi fimm brøður, til tess at hann kann bera vitni fyri teimum, so at teir ikki við skulu koma í henda pínustað." Men Ábraham sigur: "Teir hava Móses og profetarnar, lýði teir á teir!" Men hann segði: "Nei, faðir Ábraham, men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, tá mundu teir vent um." Men hann segði við hann: "Lýða teir ikki á Móses og profetarnar, tá munnu teir ikki heldur taka eftir, um onkur reis upp frá deyðum.""

Hann klæddi seg í skarlak og fínasta lín. Hann hoyrdi til tey 10 %'ini av heimsins íbúgvum, sum áttu stóran part av heimsins ríkidømi. Hann livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Hann keypti javnan vørur og lutir, sum hann í grundini als ikki hevði brúk fyri – bert fyri at gera gerandisdagin uppaftur søtari.

Tú heldur kanska, at eg tosi um ríka mann í líknilsinum, men eg tosi líka so nógv um meg sjálvan – og tey allarflestu av okkum!

Tað er ikki við mýkindum, tá Jesus ávarar um vandan við at vera ríkur! Við hesum líknilsi loypir hann beint í krovið á sjálvsøknari materialismu og njótingarsjúku! Og vit mugu bara viðganga, at tað kann vera ein avbjóðing fyri okkum nútíðar føroyingar at hoyra tað.

...

Hvat var galið við ríka manni? At hann livdi fyri seg sjálvan! Hann livdi í marglæti, uttan at hugsa um sín fátæka og vesaliga granna, sum lá beint uttan fyri úthurð hansara. Trupulleikin er ikki í sjálvum sær, at hann er ríkur - men hansara lívsstílur avdúkar, at hann heldur ikki hugsar um Gud! Tí tann, sum hugsar um Gud, er ikki líkasælur við næsta sínum. Hevði hann tikið sær av Lásarusi, hevði hann ikki vunnið sær sess í fangi Ábrahams av tí – men hansara vantandi miskunnsemi vitnar kortini um, at hann ikki hevur samband við Gud.

Tí annaðhvørt er ríkidømið í hesum heimi okkara gudur, ella er tann, sum skapti alt hetta ríkidømið, okkara Gud. Ríki maður endaði ikki har, sum hann endaði, tí at hann var ríkur, men tí at hann ikki livdi við Gudi.

Hvussu skulu vit liva hetta jarðarlív?
Tað er annar av høvuðsspurningunum í hesi søguni hjá Jesusi henda dagin. Og hann svarar sjálvur at enda við at vísa til tað, sum Móses og profetarnar siga. Tað er Bíblian. Okkum nýtist ikki at gita vit vita, hvussu Gud vil, at vit skulu liva. Vit hava Móses og profetarnar, lýða vit á teir, enda vit ikki í somu støðu sum ríki maður!

...

"Tað er meira millum himmal og jørð, enn vit vanliga geva okkum far um!" Soleiðis kunnu fólk taka til. Á okkara døgum eru mong nokk so opin fyri, at tað er okkurt slag av tilveru eftir hetta lívið. Og kanska kundu vit onkuntíð hugsað okkum at fingið eina heilsan hinumegin frá, hvussu har er. Tað eru enntá summi – og tað hava tað altíð verið – ið eru so mikið forvitin, at tey leita sær hjálp til at fáa samband við tey, sum eru farin yvirum.

Allar slíkar royndir ávaraðu Móses og profetarnir harðliga ímóti, júst tí at tað er mangt millum himmal og jørð, ið ikki vil okkum væl. Ríki maður fær eisini noktandi svar, tá hann biðir Faðir Ábraham senda Lásarus aftur frá teimum deyðu at ávara teir 5 brøðurnar hjá ríka manni móti at enda í sama stað sum hann.

Men tað snilda poengið hjá Jesusi er kortini, at líknilsið sjálvt er ein boðskapur hinumegin frá! Ikki ein spennandi ferðafrásøgn, men tvørturímóti ein ávaring - til teirra, sum hoyrdu Jesus tá, og til okkara í dag. Tí at í dag eru vit, sum liva, teir 5 brøðurnir! Og vit fáa júst sama boðskap, sum Móses og profetarnir altíð hava roynt at siga okkum! Men sum vit menniskju eru so trek at lurta eftir og taka til okkara. 

...

Bæði boðskapurin um at trúgva á Jesus – fáa og hava samband við hin livandi æviga Gud gjøgnum son hansara, Jesus Kristus, ið doyði fyri øll misbrot okkara og síðani reis upp og knústi tað vald, sum deyðin hevur eisini á okkum. Men eisini boðskapurin um at taka sær av honum, ið liggur beint fyri okkara dyr! – Vit vita kanska, at hann ella hon liggur har, men síggja vit tey veruliga?

Nøkur av kendastu orðunum hjá Jóhannes ápostli munnu vera orðini í 1. brævi hansara um, at Gud er kærleiki (1 Jóh 4). Í sama viðfangi skrivar hann: "... tann, sum ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Guð, sum hann ikki hevur sæð?" (v20)

Og so mugu vit skunda okkum at leggja afturat, at tá Skriftin talar um kærleika, sipar hon ikki fyrst og fremst til kenslur, men heldur um ítøkiligar gerðir, kærleiksgerðir. Bíbilsku høvundarnir skrivaðu ikki sínar skriftir í Hollywood ella til eina nútíðar sangkapping, men í einum samfelagi, har nógvir Lázarusar dagligu máttu stríðast og knossast fyri at hóra undan.

Kanska ríki maður lurtaði eftir teimum røddunum, sum eisini rópa hart á okkara døgum: - Liva fyri teg sjálvan, tak teg sjálvan framum hini! Tað kann ljóða í so mongum útgávum: - Savna tær materiellar ognir, um neyðugt við eitt sindur av ivasomum kreativiteti! - Øk um títt vald! - Halt teg burtur frá teimum støðum, har nakað verður kravt av tær, - ella har tað er vandi fyri, at tú fært ein snudd ella skitnar fingrar! - Hygg hin vegin, um nakar er fyri ágangi, ikki blanda teg upp í lívið hjá øðrum – so leingi tú fær frið at liva títt egna lív. Og so framvegis.

Tað er eitt sindur ræðandi, at vit einki hoyra um, at ríki maður snýtti onnur ella livdi í ólevnaði. Hevði hann gingið í kirkju ella á møti, hevði hann helst passað fínt inn, tí hann livdi eftir øllum at døma eitt "pent" lív. Men hann sá ikki svanga mannin, sum lá á trappusteininum, fullur í sárum. Tað liggur altíð onkur Lásarus uttanfyri okkara dyr.

So bersøgin og greiður, ja, víðgongdur Jesus er, so tekur hann kortini bara upp aftur tað, sum Móses og profetarnir siga: Elska Gud av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni! Og elska næsta tín, sum tú elskar teg sjálvan!

...

Hin høvuðsspurningurin, sum Jesus nemur við við hesum líknilsi, er: Hvat hendir, tá vit doyggja?

Ja, tá kemur tað fram, hvar okkara lív í roynd og veru var grundfest! Og har eru tveir møguleikar: Annaðhvørt pínustaðurin ella veitsla hjá Ábrahami.

Ábraham er í Skriftini andligi faðir teirra, sum trúgva. Ábraham festi sítt álit á Guds lyfti, hóast allar veikleikar og syndir hansara - og hóast øll tey ytru viðurskiftini tóktust tala ímóti tí, sum Gud hevði sagt. Tí sigur Paulus ápostul eisini, at Ábraham er fyrimynd okkara, sum trúgva á frelsaran Jesus Kristus!

Men alt tað hevði ríki maður gloymt. Tað avdúkaði lív hansara, og tí endaði hann har, sum hann endaði – uttan nakran kærumøguleika, uttan so mikið so møguleika at fáa ein linna. Meðan hin fátæki Lásarus hinvegin varð borin í fang Ábrahams og har slapp at njóta alt tað, sum hann hevði saknað á jørð.

Tað merkir ikki, at Jesus lærir okkurt slag av "karmalóg", har korini í hesum lívi eru annaðhvørt løn ella revsing fyri, hvussu ein hevur borið seg at í tí undanfarna. Og at tað tí heldur ikki gevur meining at hjálpa teimum, ið hava vánalig kor – tí at tey liggja, sum tey sjálv hava reitt. Soleiðis hava annars rík kristin til tíðir misbrúkt bíbliutekstir til at halda fátækum føstum í vánaligum korum. Tað tala Móses og profetarnir - og ápostlarnir – harðliga ímóti aðrastaðni!

Men Jesus og Skriftin lærir tó, at lívsavgerðir í hesum jarðarlívi hava avleiðingar fyri ævinleikan. Eitt lív uttan Gud í hesum lívi heldur fram uttan Gud inn í ævinleikan. Avgerðir, lívsval, hava fylgjur.

...

Skelkaður av síni støðu biðir ríki maður um, at ein ávaring verður send hansara 5 brøðrum, sum liva enn – eftir øllum at døma líka gud-leyst sum hann hevði gjørt - men heldur ikki tað ber til. Teir hava Móses og profetarnar, og um ein ikki vil lurta eftir teimum, so lurtar ein heldur ikki, um so ein deyður verður livandi aftur.

Ikki bert hevði ríki maður livað fyri seg sjálvan burturav. Hann hevði eisini forsømt at lurta eftir Guds orði í Bíbliuni. Tí einasta, sum faðir Ábraham sigur, kann fáa brøðurnar at venda um! Og harvið fáa vit nágreinað, hvat tað týdningarmesta er fyri eitt og hvørt menniskja, eisini okkum: At lurta eftir Guds egna orði! Tí tað inniheldur alt tað, sum vit hava brúk fyri – bæði til hetta lív og til ævinleikan!

Vit kunnu ikki taka samband við tey farnu, og ríki maður slapp ikki at senda Lásarus til brøður sínar - men henda boðskap fáa vit kortini hinumegin frá, gjøgnum Jesu líknilsi!

Er tað nakað, vit nú á døgum fegin vilja sleppa undan at hoyra um, so er tað hesin álvarin. Tann eymasti spurningurin í samvitskuni: Hvar vit skulu vera í ævinleikanum! Mong fortreingja hann. Mong, sum trúgva, fortreingja hann. Prestar fortreingja hann.

Men Jesus heldur okkum vakin. Tað er m.a. tað, hann sendi sín Sannleikans Anda í heimin til – at minna heimin – og okkum – á teir ævigu sannleikarnar, so at vit hoyra við hjarta okkara, og festa okkara álit á krossfesta og upprisna frelsaran, sum Gud gav okkum! Eisini á tann hátt, at vit í áliti fylgja í hansara fótsporum.

Bert Jesus kann geva okkum veruligt lív, satt lív, ævigt lív. Ikki sum løn fyri okkara avrik, men sum náði-gávu hansara! Um vit so gjørdust líka blíð og røsk og hjálpsom og gávumild sum móðir Teresa, keypti tað okkum ikki atgongd til fang Ábrahams! Tað kann bara Jesus gera av náði! Og tí hevur tað so stóran týdning, at vit lurta eftir tí, hann sigur!

...

Tí er tað kanska hóskandi at enda við Lásarusi. Tí hann er einasti persónur í Jesu líknilsum, sum hevur navn. Og Lásarus merkir "tann, sum Gud hjálpir". Tað er ikki tilvild. Ríki maður hevur í grundini ongantíð havt brúk fyri at biðja Gud um hjálp – hvørki til at finna rætta vegin í hesum lívi ella fyri tað komandi. Í so máta líkist hann rættiliga nógv einum vesturlendingi í okkara tíð.

Lásarus, hinvegin, letur Gud hjálpa. Og Gud hjálpir fyrst og fremst gjøgnum son sín, Jesus Kristus. Jesus, sum merkir "Harrin frelsir". Jesus, sum gav sítt egna lív fyri at bjarga okkum frá einum lívi uttan Gud og avleiðingunum av tí. Jesus, sum knústi deyðans vald og prógvaði, at hann er mentur at taka ímóti okkum, tá hetta jarðarlív er av, og bera okkum í fang Ábrahams – eina honum og náði hansara at takka!

Amen