Skriva út

Tom Vilhelm

Tom Vilhelm
Tom Vilhelm
deknur
Vágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Páll Vilhelm hevur verið avloysaradeknur í Vágs kirkju av og á síðan 1986. Hann er føddur 6 apríl 1950.

-Eg havi altíð gingið í kirkju og verið ein partur av kirkjulívinum. Tað hevur altíð verið samband millum okkara hús teg tey hjá Páll á Nesi og tað var hann, sum bað meg um at vera avloysaradeknur. Eg var fastur avloysaradeknur frá 1986-1994. Eg fór av landinum, fór at læra til politist, og tá eg hevði fingið útbúgvingina, var eg fyrst fimm ár politistur í Klaksvík. Síðan fór eg at arbeiða sum politistur í Danmark og síðan í Grønlandi, sigur Tom Vilhelm.

-Eg kom at vera 25 ár í Grønlandi, tað var ein góð tíð. Konan er úr Nanortalik, vit eiga ein son, sum er 42 ára gamal og eina dóttir, sum er 38 ára gomul og vit eiga fýra barnabørn. Bæði børnini búgva í Norðurjútlandi, sigur hann. Samrøðan er gjørd í 2018.

-Eg treivst í Grønlandi, tey fyrstu árini sum løgreglumaður og tey seinnu árini sum maskinførari. Eg var í 12 ár í Thule.

-Mín leiklutur í kirkjulívinum er nakað, sum eg havi fingið inn við móðurmjólkini og mær dámar væl at vera deknur og at fyrireika meg til lestrarnar, mær dámar væl at lesa fyri fólki, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo".

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum