Skriva út

Tvøroyrar kirkja

DSC00681.JPG

Garver, 3. februar 1905 var farið í gongd við arbeiði uppá nýggju kirkjuna á Tvøroyri. J.A. Arge var biðin um at gera grótarbeiði og gjørdi hann eina skitsu av grundplaninum. Síðani var Viggo Bertram, arkitektur, í Keypmannahavn biðin um at gera tekning og kostnaðarætlan. Kirkjan skuldi vera 36 x 16 alin innan, hæddin skuldi vera 7 alin og sambært løgtingsviðtøku skuldi høvuðstilfarið verða høgt grót.

Arbeiði gekk væl at byrja við, men í apríl kom steðgur í, av fleiri orsøkum. M.a. segði J.A. Arge arbeiði frá sær og eingin annar fekst til grótarbeiði.

Áðrenn arbeiði var farið í gongd, høvdu A/S J. Mortensen Eftf. Bjóða sær at geva alt byggitilfarið um kirkjan varð gjørd úr timburi.

18. januar 1906 gjørdu amtmaðurin C. Bærentsen og Fr. Petersen, próstur, eitt nýtt tilmæli til løgtingið. Har varð víst á, at soleiðis sum støðan var, var einasti møguleiki at byggja eina trækirkju. Og endin var, at A/S J. Mortensen Eftf. Sjálvir Komu at standa fyri byggingini. Nýggja trækirkjan kom at vera nokk so lík uppruna grótkirkjuni.

Í mun til aðrar kirkjur í Føroyum, so er hendan kirkjan smíða uttanlanda, á Strømmen Trævarefabrik A/S í Noregi. Arbeiði fór ígongd um heystið í 1906 og var liðugt í 1907. Síðani varð hon førd heim til Føroya.

Kirkjan varð sett upp á ætlaða staðnum. Um várið 1908 var hon klár at taka í nýtslu, og Kr. Himmalferðardag sama ár fór vígslan fram.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Kirkjusóknin: Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Øravíkarlíð og Øravík.

Kirkjuráðið

Samband

Bergur V. Stórhamar
Formaður

í Húsagarði 13
826 Trongisvágur
Tel. 37 17 95 / 21 37 95
T-postur hjá kirkjuráðnum: tvoroyrar(at)kirkja.fo


Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum