Hovs kirkja
- des24HovHovs kirkja, kl. 17.00, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - des26Hovs kirkjaHovs kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Patrick Conway de Neergaard
Á vári 1914 kemur ein fyrispurningur frá Færø Amt og Provsti til kirkjuráðið í Vági um at lata hovbingum ta gomlu kirkjuna í Vági, tá ið vágbingar høvdu bygt nýggja. Hetta hevur kirkjuráðið einki ímóti og játtar at lata hovbingum kirkjuna fyri einki, av tí einki av tí gomlu kirkjuni verður brúkt aftur í teirri nýggju, sum vágbingar ætlaðu at byggja.
Men drúgv tíð gongur, til kirkjan í Vági verður tikin í brúk. 25 ár seinni - 19. februar 1939 - verður nýggja kirkjan í Vági vígd, og ikki fyrr enn tá verður klárt at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður og flyta hana til Hovs.
Upprunaliga var tað íslendingurin Guðbrandur Sigurðson, ið stóð fyri arbeiðinum at smíða kirkjuna á Kirkjukletti í Vági. Hon var 13 alin long og 61/2 breið við 9 stólum mannfólkamegin og 8 stólum konufólkamegin. Kirkan varð bygd 1853.
Teir, sum stóðu fyri arbeiðinum at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður, vóru arkitekturin Johan Hofgaard og Johan Hammer, timburmaður. Teir tóku bretti fyri bretti niður og merktu tey. Sama var við bjálkunum. Síðan var alt tilfarið koyrt í lastbili út á kaiina í Vági, har tað varð flutt við skipi til Hovs. Av Stapanum varð tað borið niðan á tað staðið, sum hovbingar rópa Innan Glyvur. Grund varð laðað, og kirkjan sett upp aftur av nýggjum. Umframt arkitektin Hofgaard og Johan Hammer, hjálptu Leivur Jespersen og Hans Pauli Luid við at smíða kirkjuna upp aftur av nýggjum. Tá ið kirkjan stóð á Kirkjukletti hevði hon flagtak, men nú tá ið hon varð bygd av nýggjum, løgdu teir galvaniserað jarntak á.
Garver 14. februar 1943 var sum vera man stórur dagur í Hovi, tí tá varð kirkjan vígd. Gulak Jacobsen, sum var fyribils settur próstur, vígdi hana.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]
Egin kirkjusókn.
Kirkjuráðið