Skriva út

Fámjins kirkja

DSC00593.JPG

Kirkjan í Fámjin í dag er bygd í 1875 og tikin í nýtslu í februar 1876. Hon er 22 x 111/2 alin til støddar.

Orsøkin til, at farið varð undir at byggja nýggja kirkju, finna vit í kirkjusýninum frá 18. juni 1873. Har stendur, at gamla kirkjan frá 1826 er í ógvuliga ringum standi, og sýnið endar frágreiðingina við at siga: Kirken er kasseret til nedrivning.

Nýggja kirkjan er úr gróti. Veggirnir eru dupult lagaðir. Ovasta av eysturendanum, upp í roysnið, er úr tigulsteini. Kirkjan er takt við fløgugróti, og klæddir við tí sama eru skjøldrarnir yvir syllahædd. Tornið er høgt og stendur frá syllahædd við høgum spíri á.

Í 1952, tá fámjiningar umvældu kirkjuna innan, komu teir fram á eina fjøl undir kórsgólvinum, har prædikustólurin stendur. Í hesa fjøl var rist: G. Sivertsen Sigurdson úr Íslandi, formaður fyri arbeiðnum nov. 1875. Jákup Magnussen, timburmaður, Fámjin, D.M. Vilhelm, timburmaður, Vági, Johan A. Nolsøe, timburmaður, Tvøroyri, Petur Joensen, timburmaður, Porkeri, Thorstein K. Sigurdson, lærudrongur, Íslandi, Poul Johannes Lindberg, lærudrongur, Trongisvági, Jørgin Thomsen, snikkari, Fámjin og Thorstein Thorsteinson, múrarameist., Trongisvági. Fjølin varð løgd aftur, tá umvælingin var liðug saman við krossfiner plátu við nøvnunum á teimum, sum umvældu.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum