Tjørnuvíkar kirkja
Sum kunnugt, so vórðu partar av gomlu kirkjuni í Tjørnuvík fluttir til Saksunar í 1857. Saksun fekk egna kirkju og Tjørnuvík kom at hoyra undir nýggju kirkjuna í Vík. Og úti við 80 árum varð Tjørnuvík uttan kirkju.
Bratta og ofta illgongda leiðin til Víkar var ein av grundgevingunum, tá 65 navngivin fólk úr Tjørnuvík í mars 1934, settu fram ynski til Føroya Løgting um at fáa nýggja kirkju bygda í bygdini.
Longu í oktober 1932 hevði H.C.W. Tórgarð arkitektur, gjørt tekningar til ta nýggju kirkjuna, ið byggjast skuldi Yviri á Oyrunum, og 8. oktober 1934 varð sáttmáli undirskrivaður við Zacharias Jacobsen (hjá Bøkjaranum) í Havn um at byggja kirkjuna.
Væl gekst í hond við arbeiðinum at fáa kirkjuna bygda. Sambært brævi frá K. Grøn til Kirkjuinspektiónina dagf. 12. oktober 1936 er kirkjan nú ligugt smíðað, og biðið verður um at fáa kirkjuna sýnaða og góðkenda. Hetta kirkjusýn fer fram longu 14. november 1936 av Óla Arge og Johs. Mørkøre, har hesir vátta, at kirkjan er bygd í samsvar við góðkenda tekning.
Ætlanin var, at vígslan skuldi verða sunnudagin 17. oktober 1937, men paa Grund af Uvejr kunde Indvielsen først foretages Mandag d. 18. Oktober, skrivaði Dimmalætting. Vígslutaluna helt Jákup Dahl, próstur.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]
Egin kirkjusókn.
Kirkjuráðið