Skriva út

Hvalvíkar kirkja

020.JPG

Sjeynda - og núverandi - kirkjan er bygd í 1829 og er sostatt tann elsta av hesum gomlu kirkjunum.

Løgið er, at so stórur ivi hevur staðist av aldrinum á hesi kirkju. Lesa vit tað, sum hevur verið skrivað um hana, so fáa vit at vita, at hon er bygd í 1839 - tað verður stytt 10 ár um aldurin. Eitt nú í 1933, tá ið Gøtu kirkja fyllir 100 ár, tá verður hon søgd at vera tann elsta av teimum 10 eyðkendu gomlu, føroysku kirkjunum.

Men fólk har norðuri hava altíð vitað, hvør var seinast doypta barn í teirri gomlu kirkjuni. Tað var Elin í Gørðum, f. 19. desember 1828. Hon varð doypt 20. januar 1829 í Hvalvíkar kirkju.

Onnur haldgóð prógv fyri árstalið 1829 eru brøv, sum Holm prestur skrivar til Tillisch amtmann, har vit fáa at vita, at teir hava havt kirkjusýn í Hvalvík so seint sum 19. Januar 1829, Sum kirkjan fer av vindi náttina Millum 21. og 22. Januar.

Kirkjan varð tikin niður og flutt nærri bygdini, á veðurbetri stað.

Úr brøvum sum eru til skjals skilst, at presturin á Kirkjuteigi longu hevur verið í Hvalvík dagin eftir, sum kirkjan er farin av vindi. Hann skrivar beinan vegin til amtmannin, sum svarar sama dag, sum brævið frá Kvívíkarpresti er honum í hendi. Amtmaðurin má so eisini hava verið í Hvalvík, sum hann hevur lovað í brævið, og góðkent, at kirkjan varð flutt.

Líkt er til, at allir partar bera skjótt at, tí bara 3-4 mánaðir seinni er kirkjan endurreist. Ein av monnunum sum smíðaðu var Joen Michelsen úr Búðini, av Velbastað, sum var tiltikin smiður, og sum hevur verið við, har aðrar kirkjur eru bygdar.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar] Les meira HER:

Kirkjusóknin: Hvalvík, Streymnes og Nesvík.

Kirkjuráðið

Samband

Kjartan Madsen
Formaður

Traðarvegur 25 
435 Streymnes
Tel. 26 70 74
T-postur hjá kirkjuráðnum: hvalvikar(at)kirkja.fo