Haldórsvíkar kirkja
- des22Haldórsvíkar kirkjaHaldórsvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Tummas Lykke Kannuberg - des25Haldórsvíkar kirkjaHaldórsvíkar kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Emil Olsen - des29Haldórsvíkar kirkjaHaldórsvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Carl Vilhelm Prytz, sum var sóknarprestur í Norðstreymi, var íðin slóðari og undangongumaður at fáa kirkju til Haldórsvíkar. So íðin, at longu í 1854 sigur hann, at hann hevur sjálvur gjørt tekning til kirkjuna, og, sum hann sjálvur tekur til: Efter en hidtil på Færøerne ukendt plan. Sum fyrimynd hevur hann til tekningina nýtt kirkjuna á Frederiksberg, ein áttahyrnt barokkirkja.
Prytz mælir amtmanninum Dahlerup til at lata Per í Nesinum (sum eisini hevur hjálpt honum við tekningini) - Peter Frederik Jacobsen úr Vestmanna - byggja kirkjuna.
Per í Nesinum gevur boð og fær arbeiði. Kostnaðarætlanin er dagfest 30. Mars 1854. Men lágt hevur hann boðið, undirskot bleiv hjá honum, og tí fekk kirkjan ongantíð ta hædd, henni av fyrstan tíð var ætlað.
1. oktober 1855 tók V.U. Hammershaimb við embætinum í Norðstreymi, og av tí at Norðstreym hevði ligið í prestaloysi ein part av árinum, var arbeiði uppá kirkjuna ikki komi í gongd. Tá amtmaðurin skundar undir, í brævið frá 27. desember 1855, fór Per í Nesinum í holt við byggingina.
Kirkjan varð vígd annan sunnudag í advent 1856 av Hammershaimb presti, og tá vóru eisini prósturin Andreas Djurhuus og fimm aðrir prestar staddir har.
Í 1932 varð kirkjan meira ella minni bygd umaftur. M.a. vórðu veggirnir hækkaðir, soleiðis sum uppruna tekningin vísti og forkirkja varð bygd uppí vestureftir.
Kirkjan varð nú aftur vígd annan sunnudag í advent 1932, av Jákup Dahl prósti, og K. Grøn sóknarprestur prædikaði.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]
Egin kirkjusókn.
Kirkjuráðið