Skriva út

Kirkjubøar kirkja

035.JPG

Kirkjan í Kirkjubø - eisini nevnd Ólavskirkjan - er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum.

Í 1963-1966 fóru fram umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir av lendinum undir kirkjuni. Rannsóknin vísti, at kirkjustaðurin er fornur. Komið varð m.a. fram á tríggjar gólvfláir úr miðøld. Í hesum fláum vórðu funnir fimm myntir. Tann elsti, ið er enskur, varð sligin í tíðarskeiðinum 1223-1235, og varð hann funnin undir tí elsta gólvinum.

Innar í kóri varð funnin ein bispagrøv. Grøvin sjálv var klødd innan við nævur. Kolevnis-14 tíðarfestingar bæði av kistuviðinum og nævrinum vísa, at grøvin man verða frá miðskeiðis í 1200-árunum. So mangt bendir á, at kirkjan er reist einaferð í 1200-árunum, og er sostatt ein miðaldarkirkja.

Máld í nútíðar mátum er kirkjan 21.8m long og 7.5m breið. Hon er bygd úr ótilhøgdum gróti, og veggirnir eru múraðir við skilpmørtli og klípaðir við smærri klípum, eins og í hinum miðaldarligu bygningunum á staðnum. Veggirnir eru pussaðir bæði innan og uttan.

Torn fekk kirkjan í 1855, sum Mortan Rasmussen smíðaði.

Kirkjan varð høvuðsumvæld í 1874 og endurvígd av V.U.Hammershaimb, prósti, hin 15. desember 1874.

Kirkjan varð aftur høvuðsumvæld í 1965-67 og endurvígd, undir stórum hátíðarhaldi, sunnudagin 3. Marts 1967.

Múrurin í Kirkjubø

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]

Kirkjusóknin: Kirkjubøur og Velbastaður.

Kirkjuráðið

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum