Hoyvíkar kirkja
- des22Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 11.00, Lestur
Marianna og Ragnar syngja - des24Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 15.00, Gudstænasta
Theodor E. D. Olsen - des24Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 17.00, Gudstænasta
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar - des25Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar - des26Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Theodor E. D. Olsen - jan1Hoyvíkar kirkjaHoyvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Theodor E. D. Olsen, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar
Um Hoyvíkar kirkju
Fólk úr Hoyvík, av Hvítanesi og úr Hoydølum gingu til Havnar í kirkju. Tá, fyri eini hálvthundrað árum síðani, stóðu nøkur fá hús oman fyri Sanatoriið, tí gula bróstsjúkrahúsinum í dalinum. Í viðarlundini undir Hvítanesvegnum vóru doktarahúsini, longri yviri húsini hjá skraddaranum við tí ævintýrkenda urtagarðinum og á traðunum vestanfyri eini tvey hús. Tað var alt.
Men fyrst í sjeytiárunum fór nakað at henda. Tíðirnar broyttust, og í Havn var neyð á grundstykkjum og húsum. Tá tóku nøkur fólk seg saman og fóru saman við Jarðarráðnum at skipa fyri fyrstu útstykkingini í haganum. Markið millum kommunurnar báðar, Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Uttanbíggja Kommuna, var tá Hoydalsá. Havnin kendi seg innibyrgda um hetta mundið og hevði ivaleyst í løtum hugsað um tey víðu byggilendini í haganum eystan fyri ánna. Men tað var ein felagskapur av einstaklingum, sum tók fyrsta stigið og fór undir arbeiðið at gera Mannbrekku og sleppa upp á slættarnar omanfyri.
Við eitt lá ein nýggjur býlingur í brekkuni og í haganum. Sambandið við Havnina vaks, og í 1978 varð hesin parturin av uttanbíggja kommununi lagdur saman við Tórshavnar kommunu. Dalarnir niðan undir Svartafoss skuldu varðveitast sum felags fríøki, og báðu megin ánna, á Ternuryggi og á Flat, komu nú hús upp at kalla á hvørjum degi.
Fyrireiking
Hetta var støðan í 1982. Tá høvdu tey longu í eina tíð tosað saman og hildið, at tíðin var komin at byggja kirkju í Hoyvík. Í fundarbók sæst, at fyrsti fundur í fyrireikingarnevndini varð settur tann 17. november 1982. Tað sæst eisini, at stigtakararnir høvdu havt samband við kirkjuráðið í Tórhavnar eystaru sókn, og vóru í nevndini umboð fyri báðar partar. Nevndin skipaði seg soleiðis: Katrin Dahl formaður, Axel Simonsen næstformaður, Mortan Winther Poulsen skrivari, Magnus Simonsen kassameistari. Aðrir limir í nevndini vóru Hans Jacob Joensen prestur, Axel Tórgarð prestur, Poul Sørensen, Dánjal Joensen og Gullberg Gullfoss.
Nevndin fór til arbeiðis, og ein tann fyrsta avgerðin var at bjóða til eina kapping um uppskot til kirkjuna. Hon skuldi kunna rúma eini 250 – 300 fólkum, og hon skuldi eftir gomlum siði standa eystur og vestur. Tað var eisini eitt ynski, at kirkjan skuldi standa væl millum onnur hús og kortini á sjávsagdan hátt kennast sum miðdepil í sínum umhvørvi.
Kappingin
Eitt hálvt ár seinni, í mai 1983, lýsti nevndin saman við Arkitektafelagi Føroya til projektkapping um kirkju á øki oman fyri Vegin Langa, einum øki, sum Tórshavnar kommuna hevði víst á. Henda kapping var fyrsta av sínum slagi í Føroyum, opin fyri allar føroyingar at taka lut í.
Til kappingina komu inn 14 uppskot, og tann 26. september hetta árið kundi dómsnevndin kunngera, at fyrsta virðislønin var latin til uppskot, sum arkitektarnir Albert Isfeld, Gudmund S. Hansen og Rúni H. Øster høvdu teknað.
Býarvøkstur
Nú var at fara undir at viðgera tað vinnandi uppskotið nærri og samstundis at samráðast við myndugleikar um góðkenning og fígging. Um somu tíð arbeiddi Tórshavnar kommuna við heildarætlan fyri allan Hoyvíkshaga, og tá gjørdist greitt, at her fóru heilt aðrir og væl størri karmar at verða lagdir. Hoyvík fór ikki at verða bygd við smáum útstykkingum løgdum aftur at sær so við og við; her fór at verða ein rættiligur býur á stødd við størstu býirnar uttan fyri Havnina.
Í 1986 legði býráðið fram nýggju ætlanina. Talan var um tættari og meira býarkenda bygging, og megingøturnar gingu saman oman fyri skúlan og peikaðu ímóti einum býartorgi við ymiskum bygningum til felags endamál. Torgið skuldi verða beint vestan fyri skúlan. Kommunan vendi sær tí til bygginevndina um at flyta kirkjuna, so at hon kom at standa á sjálvum torginum sum tann savnandi bygningurin í allari heildini í tí nýggja býnum.
Kirkjan varð flutt, og tað gjørdist greitt, at hon mátti vera munandi størri. Nýtt uppskot varð teknað, og kirkjan skuldi nú kunna rúma eini 600 fólkum. Tað sigur seg sjálvt, at kravið til fíggingina vaks samsvarandi.
Kreppa
Um hetta mundið var tað, at trupulleikarnir í landsins búskapi fóru at taka seg upp av álvara. Tíðarætlanir, sum kirkuráðið og nevndin høvdu sett sær, máttu endurskoðast, eisini tann seinasta, sum roknaði við, at kirkjan kundi standa liðug á ólavsøku í 1993.
Men tá var so at siga øll bygging í landinum steðgað, og hvørki tað almenna ella peningastovnarnir høvdu møguleikar at viðgera eitt so stórt byggimál sum hetta. Av tí sama mátti eisini arbeiðið hjá fyrireikingarnevndini leggjast niður fyribils.
Nýggj roynd
Støðan í samfelagnum batnaði aftur fram ímóti aldaskiftinum, og á sumri í 1999 kom skriv frá kirkjustjórnini, at farast kundi undir aftur arbeiðið at fremja kirkjubyggingina. Bygginevnd varð tá sett at taka við, har ið fyrireikingarnevndin slepti. Í tíðini, sum liðin var, hevði kirkjuráðið framhaldandi sett pening av til byggingina, soleiðis at eginfíggingin var vaksin, og so líðandi vóru umstøður at taka upp aftur arbeiðið at projektera kirkjuna lidna.
Kortini var nógv eftir at kanna og viðgera í tílíkum máli, men í august 2004 vóru allar tær endaligu góðkenningarnar fingnar, og í november sama árið kundi kirkjuráðið og bygginevndin bjóða til borgarafund í Hoyvíkar skúla, har endaligar tekningar vórðu framsýndar og greitt varð frá byggingini.
Byggingin
Á vári árið eftir kundi so arbeiðið umsíðir bjóðast út, og tann 20. juni 2005 var hátíðardagur í Hoyvík, tá ið Margretha drotning og Heindrikkur prinsur á vitjan síni í Føroyum løgdu grundarsteinin til kirkjuna.
Byggifelagið Articon vann útbjóðingina, og spakin varð settur í jørðina í september sama árið. Samstarvið millum bygginevnd, ráðgevar og byggifelag gekk fyrimyndarliga væl við byggileiðaranum Vagn Nielsen sum millumgongumanni í øllum málum, og arbeiðið fylgdi ásettu tíðarætlanini.
Tvey ár seinni, tann 19. oktober 2007, varð kirkjan handað Tórshavnar eystara kirkjuráði, soleiðis at kirkjan, at kalla á 25-ára degnum fyri fyrsta fundin, kundi verða vígd allahalganna sunnudag tann 4. november 2007.
Stuðlar
Mong vóru tey, sum vístu kirkjuni áhuga og tey mongu fyrstu árini trúliga spurdu, hvussu verkinum leið. Hesin áhugin sást ógvuliga væl aftur, tá ið umsíðir kundi farast undir byggingina, og stuðulin frá kirkjufólkinum var einastandandi í allari byggitíðini. Nógv settu seg fyri at gjalda eina fasta upphædd hvønn mánað, onnur vildu lata gávur, og einstaklingar vendu sær sjálvbodnir til nevndina um at verða til hjálpar at útvega staklutir til kirkjuna. Soleiðis kann sigast, at tað var kirkjufólkið sjálvt, sum gav kirkjuklokkuna, orglið, lampurnar, messuakilin og alt kirkjusilvurið, sum í kirkjuni er.
Í fyrstani varð hildið neyðugt at byggja kirkjuna í stigum, men stóra undirtøkan gjørdi, at fyritøkur, grunnar og kommunan tóku væl undir, so at tað bar til at arbeiða framhaldandi, til kirkjan stóð liðug uttan og innan.
Um kirkjuna
Grundarsteinurin varð lagdur tann 20. juni 2005. Innskriftin er fingin úr 5. Mós. 33,27:
Bústaður er hin ævigi Guð,
og her niðri eru hinir ævigu armar
Grótvirkið í Skopun gjørdi steinin.
Altartalvuna málaði Sven Havsteen-Mikkelsen, listamálari, sum vaks upp á hvalastøðini suðuri í Lopra.
Kristkrossurin er gáva frá Eyvindi Vilhelm, biskupi, sum stuðlaði byggingini av heilum huga, til hann andaðist. Krossin gjørdi sami Sven Havsteen-Mikkelsen
Altarvindeygu. Listamálarin Hansina Iversen gjørdi umgerðina um altarið úr málaðum og brendum glasi.
Kirkjurúmið innan er klætt við spónløgdum Oregon Pine viði. Gólvið er úr askaviði.
Doypifuntin teknaðu arkitektarnir eins og alt annað fast innbúgv, og Grótvirkið í Skopun gjørdi hann úr føroyskum gróti.
Ljósakrúnurnar gjørdi Theis Illumination í Odense. Tær eru lagdar við 24 karat gulli.
Lampurnar úr messingi gjørdi felagið Okholm Lighting í Tønder.
Kirkjustólarnir. HB Møbler í Skive og felagið Woodvize í Roslev gjørdu stólarnar eftir tekningunum hjá arkitektunum. Poul Poulsens Polstermøbelfabrik í Skive legði á stólarnar. Bólstringin á stólunum er úr føroyskari ull, sum Snældan á Strondum spann, og Tóra og Egil Simonsen á vevstovuni Mýrifípuni hava vovið.
Annað innbúgv útvegaði felagið Farodane
Kirkjusilvurið er gáva, sum Søren Weitemeyer, gullsmiður í Århus, gjørdi.
Messuakulin gjørdu Jenny Simonsen, Eydna Fosaa, Malan Fosaa, Ingilín Holm og Ingibjørg Kristiansen.
Urga. A.E. Lang’s eftf. Orgelbyggeri gjørdi urguna og setti hana í kirkjuna. Urgan hevur 8 røddir og er soleiðis gjørd, at hon seinni kann byggjast út.
Kirkjuklokka. Olsen Nauen Klokkestøperi í Tønsberg gjørdi málmklokkuna. Hon ringir við tónanum F1. Gunnar Hoydal skrivaði ørindið, sum er stoypt í klokkuna:
Um bygdan haga, vík og dal,
í ljósins verki eg ljóða skal.
Bygd 2005 – 2007
Byggiharri: Tórshavnar eystara kirkjuráð
Bygginevnd: Katrin Dahl, formaður
Jákup Símun Simonsen
Bjarni Bæk
Bente Kjær
Petur Even Djurhuus
Heðin Mikkelsen
Gunnar Hoydal
Ráðgevar: Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen, arkitektar AF
Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðingar, konstruktiónir
Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingar, HVS-projekt
Viggo A. Hansen, verkfrøðingur, el-projekt
Johannes Steingrund, ljóðtekniskur ráðgevi.
Høvuðsarbeiðstakari:
Articon P/f
Undirveitarar:
HVS: Maria Poulsen
Elarbeiði: Leif Mohr
Málari: Magni Jacobsen
Kopartekja: Gunner Kristensen, Herning
Byggileiðari: Vagn Nielsen
Kirkjusóknin: Hoyvík, Hvítanes og Sund.
Kirkjuráðið