Skriva út

Hans Egede Kirke

HEK.jpg

Føroyska Kirkjuliðið í Keypmannahavn, eisini kallað Sankta Ólavs Kirkjulið, er partur av Donsku Fólkakirkjuni, Keypmannahavnar Biskupsdømi, og eigur innivist í Hans Egede Kirkju í Keypmannahavn. Eitt kirkjuráð valt av kirkjufólkinum hevur ábyrgdina av rakstrinum. Kirkjuráðslimirnir síggjast á heimasíðuni fokirkja.dk.

Sankta Ólavs Kirkjulið varð stovnað 28. novembur í 1915 við tí endamáli at savna føroyingar í Keypmannhavn og her á leið til guðstænastur hildnar á móðurmálinum. Hetta hevur verið gjørt síðani, og eisini verður skipað fyri ymsum mentanarligum og sosialum tiltøkum. Eftir guðstænasturnar savnast kirkjufólkið til ein drekkamunn í kirkjustovuni.

Aðrastaðni á heimasíðuni finna tygum upplýsingar um prest, deknar, organistar, sangarar og kirkjuráðslimir.

Føroyska kirkjuliðið er ein opin samkoma, ið fegin tekur við nýggjum hugskotum og avbjóðingum.

Formaður í kirkjuráðnum er Martin Fjallstein, og prestur er Borgny Brünings-Hansen.

Heimasíðan her:

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum