Sands kirkja
- des22Sands kirkjaSands kirkja, kl. 12.00, Gudstænasta
Lis Samuelsen - des24Sands kirkjaSands kirkja, kl. 18.00, Gudstænasta
Lis Samuelsen
Kirkjan, ið stóð undan núverandi kirkju, var bert 76 ára gomul, so neyvan hevur hon verið í so ringum standi. Heldur man vera, at hon var vorðin ov lítil. Eftir støddini at døma (13m * 4,9m) hevur hon neyvan rúmað meira enn 80 fólkum, og í 1839 var manntalið í Sóknini vaksið til uml. 250.
Á sumri 1839 verður so gamla kirkjan tikin niður og nýggj bygd upp aftur. Fyrsta takið varð at fáa tilfar flutt suður, og Jógvan í Beiti fekk vegna heimasandsmenn avtalu í lag við eigararnar av skonnartini Nolsøe um at flyta tilfarið úr Havn og til Sands.
Henda nýggja kirkjan var nærum tvær reisir so stór í vídd sum hin gamla og rúmar eini 230 fólkum. Timburarbeiðið varð leitt av 6 arbeiðsformonnum. Høvuðsformaður man Jógvan í Beiti hava verið, tí hann fekk hægstu dagsløn. Snikkaraarbeiði gjørdi Niels Kristoffur Winther, men súlurnar millum kór og skip og innan fyri knæfallið vórðu gjørdar av Dreyaranum, Kristoffur Nyholm Debes, báðir úr Havn.
Væl gekst at byggja, tí longu 8. September Hetta árið Varð Kirkjan Vígd. Prestur um hetta mundið og ein av høvuðsmonnunum fyri nýbyggingini var Frederik Chr. Schouw.
Í 1969 varð farið undir at umvæla kirkjuna. Hon var í ringum standi, so nógv av timbrinum mátti skiftast út. Tá íð gólvið varð tikið upp, og grivið varð fyri styttum undir gólvinum, komu menn fram á leivdir frá 5 eldri kirkjum, hvør oman á aðrari. Hin elsta, ið er ein stavkirkja, sum ivaleyst er evnað til í Noregi og førd henda vegin, er mett at vera frá árunum 1000-1100.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]
Egin kirkjusókn.
Kirkjuráðið