Skriva út

Árnafjarðar kirkja

Dsc01170.jpg

Hin langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík var fremsta orsøkin til, at 46 árnfirðingar, í august 1932, sendu umsókn til løgtingið um studning til gerð av nýggjari kirkju. Kirkjukassanevndin vildi síggja tekningar og eina kostnaðarætlan, áðrenn játtan kundi gevast. Tí settu árnfirðingar seg í samband við H.C.W. Tórgarð, byggimeistara í Havn, og fingu til vega tekning og kostnaðarætlan. Í álitunum stendur, at kirkjan, ið skal stoypast upp av betong og klæðast innan við timbur, kemur at hava rúm til 100 føst situpláss umframt lofts- og kórpláss.

Í september 1933 góðtók nevndin ætlanina og heitti á árnfirðingar um at fara undir ávegisarbeiði, so sum at grava út og savna tilfar. Peningur kundu tó ikki latast tað árið, men árnfirðingar skuldu fáa tilsøgn um studning so skjótt, tingið hevði ráð til tess. Tá búðu bert 90 fólk í Árnafirði og tí var eisini krav frá nevndini um at kirkjan skuldi styttast við tveimum stólarekkjum, soleiðis at rúm varð fyri 80 fólkum.

Í oktober 1934 fóru árnfirðingar, við Óla Hans Biskupstø sum løntum arbeiðsformanni á odda, ígongd við stoypiarbeiði og í november 1936 stóð kirkjan liðug. Tó varð kirkjan ikki endaliga sýnað fyrr enn í oktober 1937. Tað vóru Zacharias Jacobsen, timburmaður, og Óli Arge, steinhøggari, báðir úr Havn, sum sýnaðu.

Í góðveðrinum 10. oktober 1937 var kirkjan vígd. Nógv fólk var samla og m.a. kom Smyril av Havnini við 50 gestum. Eftir middag var farið í skrúðgongu í kirkju. Føroya Próstur og amtmaðurin gingu á odda við prestum, løgtingsformanni og løgtingsmonnum og øðrum aftaná. Vígslutaluna helt J. Dahl, próstur.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið

Samband

Marjun Lómaklett
Forkvinna

Prestvegur 7
700  Klaksvík
Tel. 45 50 20 & 23 73 45
T-postur hjá kirkjuráðnum: arnafjardar(at)kirkja.fo


Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum