Skála kirkja
- des22Skála kirkjaSkála kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Símun Persson Jacobsen
Altargongd - des24Skála kirkjaSkála kirkja, kl. 17.10, Gudstænasta
Símun Persson Jacobsen
Lucia gongd - des26Skála kirkjaSkála kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Símun Persson Jacobsen - des31Skála kirkjaSkála kirkja, kl. 16.00, Gudstænasta
Símun Persson Jacobsen
Altargongd - jan5Skála kirkjaSkála kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Símun Persson Jacobsen
Ivaleyst hevur ígjøgnum longri tíð nógv verið tosað manna millum um at fáa bygt kirkju á Skála, og tá tingið í 1925 játtaði stuðul til kirkju á Selatrað, hevur hetta skundað undir at fáa gjørt nakað við kirkjumálið. Í fundarbókini viðvíkjandi Skála kirkju er fyrstu ferð skrivað 10. Nov. 1929, tá fimm nevndarlimir møttust hjá Absalon Jacobsen på gera nakrar viðtøkur viðvíkjandi kirkjumálinum.
Nevndin hevur arbeitt skjótt við hesum máli. H.C.W.Tórgarð, arkitektur, hevur teknað kirkjuna, og ólavsøkudag í 1930 verður bræv sent til Føroya Løgting saman við tekningum og umsókn um at fáa eitt passandi tilskot til at byggja kirkju fyri. Málið kom fyri á tingi fyrstu ferð sama ár. Men málsviðgerðin skuldi vísa seg at verða drúgv.
Í aug. 1935 sendir nevndin eina áminning til Løgtingið um kirkjumálið. Longu í sept. Sama ár leggur kirkjunevndin eitt drúgt álit fyri tingið og mælir til, at tingið samtykkir at játta peningaligan stuðul, so skjótt tingið er ført til tess.
Í 1938 kemur málið fyri aftur á tingi. Tá er gjørt kirkjunevndini kunnugt, at kirkjan er farin í gerð. Tí verður sett uppskot um at rinda 3000 kr. innan árslok, og hinar 6000 kr. komandi ár.
Á heysti hetta árið verður P. Buhl Nielsen, sóknarprestur á Nesi, valdur til formann í bygginevndini. Nevndin bað Niels Paula Hansen, byggimeistara á Glyvrum, um at standa fyri stoypiarbeiðinum. Arbeiðið við stoypingini hevur gingið skjótt, tí longu í apríl 1939 varð arbeiðið, at klæða kirkjuna innan, boðið út. Hesum arbeiðið stóð Olaf Rasmussen, timburmaður fyri.
Seinasti fundurin hjá bygginevndini var í sept. 1940, og kirkjan varð vígd sunnudagin 20. okt. 1940 av J. Dahl, prósti.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]
Kirkjusóknin: Skála og Skálafjørður.
Kirkjuráðið