Leirvíkar kirkja
- des31Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 18.00, Lestur
- jan1Leirvíkar kirkjaLeirvíkar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Gerhard Jónsson Mikkelsen
Nýggjársgudstænasta
Í 1901 senda leirvíkingar umsókn til tingið og kirkjuinspektiónina um stuðul til at byggja kirkju. Kommunustýrið viðmælir umsóknina. Sagt verður frá, at nú eru 308 fólk í bygdini, og hon veksur støðugt. 58 menn við Óla Olsen løgtingsmanni á odda skriva undir umsóknina. Teir lova, at bygdin skal bringe betydelige ofre fyri at fremja arbeiðið.
Nevndin, ið viðger umsóknina, skrivar álit 6. September. Hóast peningur ikki er tøkur, og fleiri byggiætlanir eru í umbúna, mælir nevndin til, at tingið játtar stuðul so skjótt kirkekassernes status tillader det.
Í 1903 játtar tingið pening til spreinging og flutning av gróti. Fyrst 500kr og í 1904 1000kr afturat. Við hesari upphædd fast alt grótið til kirkjuna til vega.
Í august 1905 upplýsir prósturin fyri tinginum, at Jóhan A. Petersen vil átaka sær at byggja kirkjuna fyri 10.500kr og prósturin viðmælir hesi ætlan. Tingið játtar peningin.
Magnus Jacobsen - Magnus av Kamararinum - í Havn teknaði kirkjuna. Tekningin er dagfest 6. Januar 1906. Prósturin ger vart við, at annar maður kann átaka sær at gera arbeiðið fyri lægri kostnað, og 9. apríl skrivar Jóhan A. Petersen undir sáttmála, har hann átekur sær at byggja kirkjuna fyri 9.420kr.
1. november boðar Jóhan frá, at kirkjan stendur liðug og biður um at hon verður sýnað. Kirkjan varð vígd 1. Sunnudag í advent, 1. desember 1906, av Fríðriki Petersen prósti.
Kirkjan er 27 alin 10 tummar long og 14 alin 3 tummar breið.
Seinast í 70 árunum var farið undir at útbyggja kirkjuna. Palli Gregoriusen, arkitektur teknaði og Jákup Oluf Jacobsen, byggimeistari í Fuglafirði gjørdi arbeiðið.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]
Egin kirkjusókn.
Kirkjuráðið