Skriva út

Skipa fyri samkirkjudøgum

22.04.2022 Tíðindi
2022 04 19 Samkirkjudagar

Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, skipa frá 26. til 29. mai fyri einum nýggjum og tvørkirkjuligum tiltaki, tær rópa Samkirkjudagar. Hesum greiddu tær báðar frá á aðalfundinum hjá kirkjuráðsfelagnum fyrr henda mánaðin.

Fyrimyndin fyri tiltakið er Himmelske Dage, sum hevur verið í Danmark triðjahvørt ár síðani í 60-unum, og sum tær báðar vóru við til í mai mánaði í 2019, tá ið tað var í Herning. Síðani hava Inga og Marjun arbeitt miðvíst við at fáa Samkirkjudagarnar klárar, so teir kunnu vera í ár á fyrsta sinni.

– Vit hava festivalar av øllum handa slagi, so hví ikki eisini hava nakrar dagar, har vit upp á ein spennandi og breiðan hátt vísa kristindómin, spyr Marjun í Kálvalíð, ið sigur tiltakið hava til endamáls at varpa ljós á tað, vit hava og eru, og á tað, sum kemur.

Inga og Marjun ætlaðu at skipa fyri teimum fyrstu Samkirkjudøgunum í 2020, tá tær ætlaðu at hava tiltakið í tveir dagar, so byrjanin ikki skuldi verða ov ógvuslig, men so kom korana og avlýsti alt. Heldur ikki árið eftir bar til, so tað er ikki fyrr enn nú, at tvørkirkjuligi dreymurin hjá vágaprestunum kann livast út.

– Endiliga kunnu vit fara í gongd, og nú vit hava ætlað okkum at havt hetta í tvey ár, er tað vaksið av sær sjálvum, so vit – eins og tey gera niðri – koma at lata Samkirkjudagarnar fevna yvir fýra dagar, hóast skráin hjá okkum sjálvandi ikki verður so rúgvusmikil, sigur Marjun.

Alt er ókeypis
– Nú koyra vit tað so stórt, sum vit kunnu og við tí fígging, sum vit vóna at fáa. Allastaðni eru vit væl móttiknar, og mong hava verið sera glað fyri, at stig verður tikið til eitt sovorðið tiltak, ið kann savna øll okkum, sum jú hava so nógv til felags, hóast vit annars arbeiða hvør í sínum lagi, sigur Marjun í Kálvalíð.

– Øll tiltøkini, sum hoyra til Samkirkjudagarnar, eru ókeypis, tí vit hava satsað uppá, at fíggjarliga grundarlagið verður so mikið gott, at okkum ikki nýtist at taka nakað gjald, og soleiðis vóna vit eisini, at tað kann vera í framtíðini.

Hesir fyrstu Samkirkjudagarnir verða í Vágum, men Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð vóna, at næstu Samkirkjudagarnir kunnu vera onkra aðrastaðni, so hetta verður eitt tiltak, sum ferðast kring alt landið.

– Vit hava valt, at tað longu skal vera aftur um tvey ár, men enn vita vit ikki, hvør skal fáa stafettina Kortini hava vit havt nakrar følarar út, og vit hava eisini lovað, at vit fegnar vilja hjálpa til hjá teimum, ið halda seg til, sigur Marjun í Kálvalíð.

Orð & mynd: Hilmar Jan Hansen.