Skriva út

Ovi Brim verður skipaður í embætið sum próstur

18.03.2024 Tíðindi
2023 09 Fólkakirkjan Prestar 027

Annan páskadag kl. 11 er Gøtu kirkja karmur um søguliga hending. Henda dagin skipar biskupur Ova Brim í embætið sum próstur. 

Embætið er nýtt. Tað nemur nakað av tí, ið dómpróstur og biskupur áður hava havt um hendi. Tað vil siga, at leiðslan í fólkakirkjuni betur fær stundir at røkja sínar uppgávur.

Próstur røkir fleiri uppgávur biskupsins vegna, t.d. viðurskiftini hjá prestunum. Hann tekur sær av strategiskum málum, ið er menning av kirkjulívinum. Hann skal menna talgildar mannagongdir í fólkakirkjuni í tráð við eftirspurningin í samfelagnum.

Eitt annað mál, ið embætisliga er próstsins burturav, er at hava eftirlit við kirkjubókunum og í hesum sambandi hava ábyrgd av samskiftinum millum kirkjuna og stovnar landsins.

Próstur er fyrst og fremst – eins og dómpróstur og biskupur – prestur. Okkara kall er at boða evangeliið um Jesus Krist menniskjum til signingar og Guði til heiðurs.

Biskupur

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum