Skriva út

Hests kirkja

Hest kirkja.jpg

Á fundi í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar sókn í 1908 viðmælir ráðið einum ynski frá bygdarfólkinum í Hesti um at fáa nýggja kirkju. Hetta fæst at vita úr fundarbókini, og helst er farið í holt við arbeiðið beinanvegin, tí longu tvey ár seinni - í 1910 - er kirkjan liðug.

Til formann fyri grótarbeiðinum valdu hestmenn Rasmus Lemvig. Sum formaður varð hann løntur av kirkjugrunninum, men avgjørt varð millum hann og bygdarmennirnar, at lønin skuldi falla til kirkjuna. Fyri henda pening varð ljósakrúna keypt. Annars var alt annað arbeiði sjálvboðið.

Magnus Jacobsen arkitektur í Havn - vanliga nevndur Magnus á Kamarinum - hevur teknað kirkjuna. Kirkjan, sum er bygd dygst við bakkatrom, norðan fyri Kvíggjará, er laðað av gróti uttan og klødd við timbri innan og er, máld uttan, 12x24 alin.

7777 Steinum Sigst Hon at vera laðað av. Laðingin sæst tó ikki, tí kirkjan er pussað uttan. Uttan er kirkjan hvíttmálað við svartari grund og hevur reytt asbesttak. Tornið er hvítt og reytt og er bygt í píll.

Kirkjan varð vígd 2. hvítusunnudag (5. juni) 1911 av Fríðrikki Petersen, prósti.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvirkjurnar]

Kirkjusóknin: Hestur og Koltur.

Kirkjuráðið

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum