Kirkjubøar kirkja
“Bach í kertuljósi”. - Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertuljósum, og í friði njóta undurføgru tónarnar.
Hanne Marit Mordal Iversen og Aldubáran syngja og spæla úr nótabókini hjá Onnu Magdalenu Bach í glæmuni frá kertiljósum í aldargomlu Kirkjubøar kirkju
Síðani 2017 hevur Kirkjubøar kirkja verið karmur um tónleikatiltak, har tónleikur hjá Johann Sebastian Bach hevur ljómað. Í ár verður tað tónleikur úr nótabókini, ið konan Anna Magdalena Bach og húskið høvdu sum felagsítriv.
Vit eru so heppin, at nýggja stjørnuskotið innan klassiskan sang, Hanne Marit Mordal Iversen, kemur á vitjan at syngja við tónleikarunum í úrmælingabólkinum Aldubáruni. Hanne Marit vann fyri nøkrum vikum síðani stóra altjóða sangkapping í París.
Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertiljósum og í friði njóta undurføgru tónarnar, ið dúgliga vórðu sungnir og leiktir av Onnu Magdulenu sjálvari, tónleikaliga gávaðu børnunum, gistandi og vinum, ið komu framvið hjá Bach-familjuni í Leipzig fyri 300 árum síðani.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja eina løtu innan hetta at spæla sálmaløg úr kantatum og smærri tónleikaverk eftir Bach. Avmarkað pláss er í kirkjuni.
Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin at hittast til samveru í Roykstovuni.
- sep28ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 19.30, Konsertir
Konsert við kvinnukóri úr Mosfellsbær í Íslandi og Kórinum í Christianskirkjuni - sep29Tvøroyrar kirkjaTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Annika Magnussen Gaard - sep29VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Derhard Jógvansson - sep29Argja kirkjaArgja kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen
Kirkjukaffi - sep29Kirkjubøar kirkjaKirkjubøar kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Bergur Debes Joensen - sep29Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jóannes Purkhús - sep29Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Marjun í Kálvalíð
Altargongd - Heystgudstænsta - sep29ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Øssur Kjølbro
Altargongd - sep29Havnar kirkjaHavnar kirkja, kl. 11.00, Hátíðargudstænasta
Guðstænasta við luttøku av øllum prestunum í Havnar kirkju - VÍGSLA AV KIRKJUSTOVU - sep29Viðareiðis kirkjaViðareiðis kirkja, kl. 12.10, Familjugudstænasta
Jóannes Purkhús - sep29Hvalbiar kirkjaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - sep29Bønhúsið í ØrðavíkBønhúsið í Ørðavík, kl. 12.30, Gudstænasta
Annika Magnussen Gaard - sep29Sandvíkar kirkjaSandvíkar kirkja, kl. 18.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - okt6Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Ovi Brim - okt6Tvøroyrar kirkjaTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Konfirmatión
Annika Magnussen Gaard