Skriva út

Havnar kirkja


Innsetingarguðstænasta. Nýggjur sóknarprestur. Uni Næs, dómpróstur, skipar Steintóru Gleðisheygg Joensen, sóknarprest í embæti

Undir gudstænastuni í Havnar kirkju sunnudagin 26. november kl.11.00 skipar Uni Næs, dómpróstur, Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Umframt Havnar kirkju verður Steintóra eisini sóknarprestur í Nólsoyar kirkju.

Steintóra var prestvígd í 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðar tvær hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi.

Steintóra tók við embætinum 1. november.


Onnur tiltøk