Trettandi (trettandi dagur jóla) (1)
Matt 2, 1-12
Prestvígsla í Kvívík.
Ein gáva er altíð ein nýggj byrjan!
Vit hava júst hava júst hildið jól, har tey flestu av okkum mundu fáa onkrar jólapakkar at pakka upp. Summir harðir, aðrir bleytir. Vit geva gávur, tí tað er ein fínur møguleiki at vísa okkara medmenniskjum, at vit eru góð við tey, og at vit vilja halda fram við tí samveru ella samstarvi, sum vit hava havt higartil. At vit vilja halda fram og byrja aftur, har vit sleptu.
Men eins og ein gáva er ein nýggj byrjan, er ein nýggj byrjan eisini altíð ein gáva.
Tí ein nýggj byrjan er ikki nøkur sjálvfylgja.
Vit eru júst byrjað upp á eitt nýtt ár. Ella sagt við øðrum orðum: Okkum er givið eitt nýtt ár, tí tíðin er ikki nakað vit hava. Tíðin er nakað vit fáa.
Í dag er trettandi. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, og er hetta eisini prædikuteksturin til í dag. Trettandi var í fornkirkjuni hildin sum føðingardagur hjá Jesusbarninum, og verður tað enn í summum kirkjum eystanfyri.
Men longu í 4. øld varð semja um at halda føðingardagin hjá Jesusi 25. desember, og tí verður trettandi her hjá okkum nú hildin til minnis um vísmenninar, sum komu at geva Jesusbarninum gávur.
Tað er ikki nógv, vit vita um hesar vísmenninar. Ja, so lítið, at tað við tíðini eru lagdar fleiri søgur ella sagnir aftrat hesi hugtakandi frásøgn úr Bíbliuni.
T.d. stendur ikki í Bíbliuni, at vísmenninir vóru tríggir í tali, ella hvussu teir itu, men kirkjulærarin Origines, sum varð føddur umleið ár 185, skrivar, at tað vóru tríggir vísmenn. Helst tí, at vit hoyra um tær tríggjar gávurnar, teir góvu, gull, roykilsi og myrru.
Seinni í tíðini verða teir kallaðir kongar, og fáa nøvnini Kaspar (ella Jaspur), Melkir og Baltsar. Orsøkin til, at teir vóru hildnir at vera kongar, er helst tann, at tað ikki var ein og hvør, sum kundi geva so flottar gávur, sum teir góvu.
Hvørjir teir vóru, vita vit kortini ikki. Teir komu úr myrkrinum og hvurvu aftur í myrkrið – men teir leitaðu eftir ljósinum, sum ein prestur her í Kvívík einaferð tók til í eini lestrarbók.
Ein av søgunum, sum eisini er løgd aftrat frásøgnini í Bíbliuni um vísmenninar, er, at teir vóru ættaðir frá teimum trimum synunum hjá Nóa, sum fóru í hvør sína ætt eftir syndaflóðina, og tí kann boðskapurin lesast sum, at hesir tríggir vísmenninir umboða øll fólkasløg, og tí er gleðiboðskapurin til øll sløg av fólki.
Líka mikið hvør tú ert, so ber til at gera sum hesir vísmenninir: at koma til Jesusbarnið og boyggja knøini og koma til hansara við allari sínari sorg og gleði – koma til eina nýggja byrjan.
Men so kunnu vit spyrja, hví alt hetta er komið aftrat við tíðini um vísmenninar? Hví er alt hetta lagt afturat bíbliusøguni?
Svarið er helst, at tað er tí at hetta er ein fantastisk søga - at tríggir skilamenn - tríggir vaksnir menn - koma heilt úr Eysturlondum fyri at síggja ein nýføðing, sum teir halda vera kong.
Teir gingu langa leið, tí teir vildu síggja ein nýføðing, eina nýggja byrjan.
Søgan um vísmenninar man vera ein tann best kenda úr Bíbliuni, og tað er neyvan av tilvild. Tí sum so inniheldur hon sjálva kjarnuna í kristindóminum. Kjarnuna, ið vit hoyrdu um á jólum, tá Guð valdi at gerast menniskja og læt seg føða inn í hendan heimin sum eitt lítið, fátækt barn av eini kvinnu millum kríatúr í einum fjósi.
-- -- --
Menniskjan hevur altíð hevur verið hugtikin av stjørnum.
So við og við sum menniskan hevur ment seg, hevur hon eisini megnað at temja stjørnurnar, um vit kunnu siga tað so. Menniskjan hevur granskað tað velduga himmalhválvið, kent stjørnurnar aftur, givið teimum navn og funnið út av, at okkara stjørnuskipan hevur eitt ávíst system, so at tað ber til at rokna út, nær tann og tann stjørnan er at síggja á hválvinum. Hetta er tað vit kalla astronomi.
Men hóast vit í dag kunnu siga, at vit kenna nógv av tí, sum er at síggja á okkara stjørnu- og himnahválvi, so eru vit enn hugtikin av stjørnunum. Ja, ein stjørna er ikki bara ein stjørna – í dag brúka vit eisini hetta orðið um fólk sum klára seg væl sum tónleikarar. Vit tosa jú ofta um rokkstjørnur, ítróttarstjørnur – og onkuntíð verður enntá tosað um kometir, tá talan er um tann politiska pallin.
Av tí at stjørnurnar altið hava drigið og kenst lokkandi fyri fólk, hava hevur menniskjan eisini lagt ein ávísan týdning í tær. Ja, tú kanst neyvan lata eitt vikublað upp, uttan at stjørnuspá greiðir tær frá, hvussu komandi vikan fer at síggja út hjá tær.
Eg vænti, at fyri flestu fólk man hetta vera lættisoppur ella undirhald, sum neyvan hevur ta stóra ávirkanina á teirra avgerðir ella lív sum heild.
Av tí at vit lesa, at vísmenninir fylgdu eini stjørnu, hava fleiri sett spurnartekn við, hvussu sambæriligt hetta var við kristna siðalæru, at knýta astrologi upp í søguna um Jesusbarnið. Hetta hóast vit einki vita um ta stjørnuna, ið vísmenninir sóu, um vísmenninar sjálvar, ella hvat slag av stjørnutýðing, teir fingust við.
Men tað eru eisini onnur, ið hava dugað at vent hesum á høvdið, fólk, ið hava fingið gávuna at síggja tað positiva og sagt, at tað, at Guð gjørdist menniskja jólanátt, sjálvandi var, sum einglarnir sungu, ein hending, har ein frelsari var okkum føddur – og hesi gleðiboðini skuldu vera fyri alt fólkið. Eisini fyri fólk úr eysturlondum sum vísmenninir og aðrastaðni við, ið fingust við stjørnuspá.
Tí Guð ger ikki mannamun!
Eisini tey fyrst kristnu vóru hugtikin av stjørnum, og í teimum Ápostólsku fedrunum, sum eru skriftir, ið vóru skrivaðar um sama mundið ella stutt eftir, at Nýggja testamenti varð skrivað, lesa vit, hvussu hugtikin tey vóru av stjørnuhválvinum ella stjørnuni, sum vísti veg til Jesusbarnið. Í brævi eftir biskupin í Antiokia, Ignatius, ið doyði umleið ár 107, ljóðar tað soleiðis í týðingini hjá Martini Restorff Jacobsen, fyrrverandi presti her í Norðstreymoy:
”Ein stjørna skein á himli bjartari enn allar aðrar stjørnur, og ljós hennara var ósigandi, og hon vakti undran, tí hon var so nýggj.
Allar hinar stjørnurnar gjørdu saman við sólini og mánanum eitt kór uttan um stjørnuna, men hon bar við sínum ljósi av øllum.
Og hvøkkur kom í, hvaðan henda nýggja stjørnan, so ólík hinum, mundi vera. Av hesum tók allur gandur at víkja, og hvør ein óndskapar leinkja at sorlast; fákunna var tikin burtur, og hitt gamla ríkið gekk til grundar, tá ið Guð opinberaðist sum menniskja at endurnýggja hitt æviga lívið – tá ið tað fekk sína byrjan, ið tilgjørt var hjá Guði. Av hesum kom røringur í alt, tí at farið varð undir at avtaka deyðan”.
Søgan um Jesubarnið – tað at Guð læt seg føða sum eitt lítið fátækt barn - er sum nevnt ein fantastisk søga, og tí var tað helst ikki so løgið, at hesir vísmenninir væntaðu, at finna tann nýggja kongin hjá einum kongi. Tí leitaðu teir fyrst hjá Heródesi kongi. Men har var Jesus sum kunnugt iki at finna.
Tí Guðs makt og verðslig makt eru ikki partar av somu søk. Vit hoyrdu í evangeliinum jóladag, at tá Jesus var føddur, var tað Guðs orð, sum gjørdist menniskja. Tað var orðið, sum gjørdist kjøt og blóð.
Guðs makt er nevniliga ikki ein makt, sum noyðir nakran, Guðs makt er orðið, sum vit kunnu velja at lurta eftir ella lata vera. Hon er ikki sum tann verðsliga maktin hjá Heródesi, sum vit seinni í Nýggja Testamenti gav boð um at drepa Jesusbarnið og øll dreingjabørn har um leiðir.
Guð er orðið eins og Guð er kærleiki. Og eins og orðið kann kærleikin ikki noyða nakran, tí so er hann ikki kærleiki longur.
Tíverri kunnu vit siga, at vit eisini í okkara tíð finna typur sum Heródes, sum heldur enn at brúka orð, sum eisini okkara fólkaræði byggir á, velja at gera av við síni politisku mótstøðufólk fyri at vinna sær verðsligt vald, og hetta hava vit eisini sæð úti heimi fyri eini tveimum vikum síðani.
Men eins og Guð er orðið, sum gjørdist hold jólanátt, er Guð sum sagt eisini kærleiki og tað skapanorðið, sum ikki kann sammetast við verðsliga makt sum tað hjá Heródesi – Heródesi, ið hevði makt til at drepa dreingjabørn í hópatali, men sum samstundis gjørdi hetta, tí hann var bangin fyri einum nýføðingini!
Vit kunnu bara geva sálmaskaldinum Brorson rætt, tá hann í týðing hjá Chr. Matras syngur:
»Og gingu kongar fram á rað,
og vístu megi mesta,
teir megnaðu ei minsta blað,
á notulegg at festa«.
Maktin hjá Heródesi kundi kanska drepa dreingjabørn í hópatali – men at festa eitt lítið blað á ein notulegg, kundi hon ikki.
Hinvegin er maktin hjá orðinum ein makt, sum talar til fólk, og sum bara kann gevast og móttakast sum ein gáva og sum ein nýggj byrjan.
Vit hava tíbetur øll fingið onkrar gávur tillutaðar, og vit eiga ikki at gloyma, at Jesus heitir á okkum, at brúka talentirnar, tær gávurnar, vit hava fingið, heldur enn at grava tær niður.
Hetta er gott at vita, nú vit hava sett skjøtil á eitt nýtt ár, eina nýggja byrjan sum vit hava fingið sum gávu.
Orð kunnu broytast, og t.d. er tað at vera vísmaður í dag er ikki tað sama í dag sum á Jesu døgum, nú vit ofta seta orðið í samband við, fólk, sum hava skil fyri búskapi og nationaløkonomi.
Men tað er gott, at vita, at tann nýggja byrjanin, tann gávan, sum vísmenninir gingu leið fyri at finna á trettandu fyri eini 20 øldum síðani enn stendur okkum í boði og enn er ein nýggj byrjan, sum vit fáa tillutað. Og at sjálvt Orðið, sum er Guð, er tað sama, sum tá vísmenninir fylgdu stjørnini og fóru at eftir tí.
Tí eiga heldur ikki at stúra fyri morgindegnum, sum vit enn einki eiga í, men frøast um dagin í dag, sum vit hava fingið sum eina nýggja gávu og eina nýggja byrjan.
AMEN