Tala við standmyndina av Victori Danielsen
Tað andar ond av himnastrond, í orðum skaldið syngur. Tað suðar stilt um flúr og fles, tá bátur rør og sendir boð á móðurmálsins bylgju. Við stýrisvøl innanborðs væl klæddir menn í orðsins sanna búna. Nakað soleiðis og meira enn tað, - ein hugsjón, kall og gáva.
Hyggur tú í havsbrúnna, sært tú tað, eyga sær. Sjónarhorn og sjónarringur hanga saman og mynda hvørt annað. Bæði tvey eru týðandi tættir í lívi og verki. Sjónarhornið sigur frá lendi og jørðildi. Sjónarringurin lýsir mál og mið, - evstu mið.
Tá hugsað verður um Victor Danielsen var kærleikin til heimlandið berandi. Landið, fólkið og málið. Tað føroyska málið, móðurmálið. Lívið varð livað mitt í og út frá einum føroyskum sjónarhorni.
Men tað var nakað annað, ið kveikti hugin til megnar verk og stór avrik. Tær stóru víddirnar handan sjónarringin fyltu mannin við vísdómi, evnum og vitan. Sjónarringurin var ikki eitt mark úti í havsbrúnni, eitt evsta mark fyri tí, ið eyga sær. Victor sá tað, ið fjaldi seg aftan fyri sjónarringin, aftan fyri tað, ið sæst frá landi við ytstu nes Føroya.
Vitanin um rákið í andans heimi í londunum rundan um okkum, birti brand upp at loga í ungum drongi. Heimspeki og átrúnaður bæði í norðurlendskum og enskum høpi. Stórir tankar, høg hugsan. Tað aftan fyri sjónarringin og uttan fyri ytstu nes gav tilfar til skaldskap, mentan og eitt virki lív sum boðberi.
Úti í havsbrúnni, har sólin rísur í eystri á morgni. Úti í havsbrúnni har sólin setur í vestri á kvøldi. Úti í havsbrúnni møtti Victor einum veruleika, sum í tí heimliga gav honum kjølfesti í lívi og verki. Sjónarringurin var einki evsta mark, var heldur tekin um ein ævinleika, um Guð, skapara himins og jarðar, Jesu Kristi faðir.
Tað, sum var aftan fyri sjónarringin, heilt har úti, ið eygað ikki røkkur. Tað ósjónliga gjørdist sjónligt, og Victor sá Guðs frelsu í Jesusi Kristi. Tað harúti í havsbrúnni, skapan Guðs og frelsan í Jesusi, gjørdist nærverandi sum eitt hjartamál. Tað var eitt rák av anda, ið opnaði hjartað fyri tí veldiga unduri at møta Guði á ein persónligan hátt. Tað æviga nam jørðina og gjørdist partur av tí tímiliga soleiðis, at lívið gjørdist eitt kall at tæna Jesusi í orði og verki, við penni og bók.
Tað æviga gjørdist bæði ástøði og tilverunnar grundarlag. Lívið var livað í eini heildarfatan. At tilveran var Guðs og menniskjan myndað í hansara mynd førdi til ta fatan, at menniskjan í útgangsstøði var runnin av lívsins rót. Ímillum útgangsstøðið og endamálið, ið er at bjarga mannaættini aftur til Guðs, er tað jarðiska lívið. Jørðin og tað jarðiska er merkt av darvandi lívsmynstri, sum Guð við Golgata verki sonar síns og uppreisn páskamorgun fær aftur í rættlag. Lívsins sanna endamál verður sostatt í trúnni á Krist at fáa samsvar ímillum byrjan og enda, skapan, frelsu og ævigt lív í Guðs ríki.
Eyðkennið fyri prædikuna hjá Victori er gleðin um frelsu Guðs. Við støði í tí bíbilska veruleikanum mega vit staðfesta, at sjálvt um myrkir tónar verða nevndir í myrkum litum, so er tann glaði evangeliski tónin eyðkennið bæði fyri prædikuna og mongu skrivligu avrik hansara. Victor sá sítt egna lív í tí ljósi, at lívið var givið at dýrdargera Harrans navn. Øll hansara skrivligu avrik – bíbliutýðingin, skaldskapur, yrking og umseting – eru útint til Harrans æru.
Í eini útvarpstalu lýsir Victor sítt lyndi sum orðsins boðberi. “Mær dámar at halda meg til tær ljósu síðurnar”. Hin vónríki boðskapurin varð hildin hátt, evangeliið um Guðs fríu frelsu í trúnni á Jesus Krist. Trúgvin og vónin sum møguleiki Guðs til hin einstaka.
Nýta vit gudfrøðisligan málbúna kann verða sagt, at Guð og Guðs ríki er ein ytri veruleiki. Uttan mun til hvat vit halda, so er Guð ein veruleiki. Til Guðs fyrihalda vit okkum í trúgv ella vantrúgv. Valið vikar tó ikki myndugleika og tign Guðs.
Hinvegin er Guðs ríki eisini ein innari veruleiki. Søkja vit Jesus, og velja vit Kristus sum Harra og Meistara, so ávirkar valið okkum og kringumstøður okkara. Hin persónliga frelsan verður staðfest, tá Guð sum ein ytri veruleiki fær heimligan bústað í hjørtum manna, - tá vit lata Guð koma inn í okkara lív.
Victor var ein virkin maður, og tað er ómøguligt at nema allar træðrir. Vit kunnu tosa um Victor í yngri árum og Victor í búnum aldri. Tann ungi Victor er nógv merktur av eini uppgerð við fólkakirkjuna, meðan tann eldri Victor kennir seg heima í Brøðrasamkomuni.
Sum árini ganga, verður ein hugsan enn sjónligari, ið serliga sæst aftur í bókini “Frelsari mín”. Tað heilaga samfelagið er sjónarringurin hjá Victori. Tað æviga, tað stóra brøðralagið, savnaður Guðs barna.
Í eini andakt, ið kallast “Jesus Kristus”, nemur Victor einleikan : “Øll Guðs børn eru eitt. Fýra ella fimm ferðir í Jóh. 17 biður Jesus faðirin, at tey øll mugu vera eitt. Og faðirin hoyrdi bøn hansara; tí tey eru eitt. Tað varir um, at vit liva í ljósinum; tá duga vit at viðurkenna einleika alra Guðs barna.”
Dagurin í dag staðfestir tað, ið Victor var talsmaður fyri alt lívið. Tað er nakað, ið hevur størri virði enn alt annað. Tað æviga er lívsins innihald, og Jesu navn varpar ljós og góðsku á vanligar gerandis løtur og gøtur.
“Mær leingist at síggja staðin, Sum ævigt grundaður er, Mær leingist at síggja dagin; Sum ei mót náttini ber; Men, Harri, enn meir mær leingist At síggja andlit títt, Av tráan mítt hjarta treingist, At alt skal verða nýtt.”
(Talan, ið Jógvan Fríðriksson, biskupur, helt, tá standmyndin av Victori Danielsen varð avdúkað í Fuglafirði 21. september 2008).