Sergudstænasta - Prestavígsla - Anne Mette og Bergtórur
“Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.” (Lukas 10,27)
Nú vit um eina løtu skulu víga tveir ungar prestar, Anne Mette og Bergtór, er tað hóskandi at taka saman um og spyrja : Hvat er tað at vera prestur, og hvat ger ella skal ein prestur gera?
Spurningarnir eru elligamlir, og svarið er valla nýtt. Tað er endurgivið túsund ferðir. Tað nýggja er, at gleðiboðskapurin um Jesus altíð er nýggjur, Jesus er altíð nútíð. Um vit hava tilveru manna sum yvirskipaðan tulkingar lykil, so er søgan um Jesus altíð samtíðarsøga.
Tað nýggja er, at tvey ung fólk verða kallað at tulka Jesus inn í nútíðina. Tit eru kallað at vera í Kristi stað millum fólkið. Tað nýggja er, at tit eru kallað at gera ein gerning, sum framman undan er fullgjørdur. Tit skulu vísa øðrum vegin til Guds, at vegurin gongur ígjøgnum Jesus. At
Jesus er svarið, tá spurt verður eftir lívsdygd og lívsfyllu.
Tað er vert at varnast, at tænastan sum prestur ikki einans er eitt starv. At vera prestur er eitt kall, og embætið er at vera í tænastu Harrans, ið kallar. Tit eru gjøgnum eitt kirkjulið kallað av Harranum til ávísa tænastu.
Kallið gevur bæði myndugleika og minnir samstundis á eyðmjúkt sinnalag. Myndugleikin er Guð sjálvur, hansara orð og tey heilagu sakramenti. Tað heilaga er tøkt og letur seg nýta. Sum prestar skulu vit ikki uppfinna nakað nýtt, men gera tann gamla gleðiboðskapin viðkomandi í orði, tænastu og verki. Myndugleikin er givin av honum, ið er, hin ævigi himmalski Guð og einborni sonur hansara Jesus.
Vit mega vera eyðmjúk, tí tænastan er størri og tyngri í dygd og virði enn okkara egna góðska og sjálvgóðska. Vit eru av egnum dygdum ikki verd hesa tænastu, men tænastan er vegna kall Guðs givin okkum.
Tænastan sum prestur er eitt serligt kall. Talan er um eitt embæti, ið serliga verður latið einum persóni ella fleiri at umsita í kirkjuliðnum. Tað ræður um skipað viðurskifti; og til tess at varðveita kirkjuliðið á haldgóðari grund, verða fyristøðufólk sett at stíla fyri, gera tænastu og hava umsjón við kirkjuliðnum. Presturin er hirði kirkjuliðsins, og hirðatænastan nemur bæði himmalin og jørðina.
Bæði jørðin og himmalin mega takast í álvara. Hin kristna trúgvin eigur at gagna menniskjum í teirra jarðarlívi. Ikki einans ævinleikin hevur áhuga, tí medmenniskjað er ein av kristindómsins fremstu uppgávum. Vit skulu tæna Guði, og vit tæna Guði og æra navn hansara, tá vit í Kristi stað møta menniskjum í tilveru og degi.
Hvat eiga vit at gera fyri at arva ævigt lív, hvør er aðaltátturin í kristnari prædiku og kristnum verki?
Svarið ferðast við vindinum, og Heilagur Andi vegleiðir til sannleikan um Guð og vilja hansara við okkum. Andin upplýsir, kunnar og varpar ljós á uppgávu hins einstaka, tað veri seg uppgávu prestsins ella uppgávuna hjá tí einstaka í kirkjuliðnum.
Hin kristna trúgvin er ikki leys við jørðina, men vit eru kristin og trúgva á Jesus mitt í tí tímiliga. Tað er her á jørðini ímillum fólkið í gleði og sorg, at prestur hevur sítt kall og sín gerning.
Tað er neyðugt, at prestur hevur himmalin og tað æviga lívið í eygsjón. Ævinleikin er stavnhaldið, tað er evsta mál. Spurt var eisini á Jesu døgum : “Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?” (Lukas 10,25).
Svarið var dupult og ikki einvíst. Kristindómurin hevur eitt dupult innihald, tað er ein einvís loysn til ein dupultan sannleika.
Fyrri sannleikin er, at vit eiga at elska Harran Guð av øllum okkara hjarta og allari okkara sál. Guð sum hin fremsti og evsti í okkara lívi. Navn hansara heilagt og hildið hátt í huga og verki. Elska Guð og tilbið hansara heilaga navn.
Seinri sannleikin er heilt øðrvísi enn hin fyrri, hóast teir báðir mynda eina heild og treyta hvør annan. Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!
Meðan ævinleikin er ævigur, og orðið hitt sama slitsterka øld um øld. Meðan Guð er ævigur, so er jørðin umskiftilig, og tilveran broytist.
Saman við jørðini broytast eisini lívsumstøður menniskjans. Tilveran broytist, og tað, ið menniskjan er upptikin av í dag, er á mangan hátt øðrvísi enn áður. Eyðvitað er tilvera menniskjans í ávísan mun hin sama øld eftir øld, t.d. at arbeiða fyri mati og klæðum, hugurin at elska og vónbrotin kærleiki, gleði og sorg.
Sum prestur er tað umráðandi at kenna sína samtíð, kenna samfelagið og geva menniskjum og fólksins gerandisdegi gætur. Í tænastuni ræður um nærveru. Tað ræður um nærveru heldur enn ynskidreymar. Kenna vit ikki samfelagið, eru vit ikki prestar í okkara samtíð.
Ein prestur er ikki ævigur í sjálvum sær. Ein og hvør prestur ger tænastu eitt ávíst tíðarskeið, mitt í tí farandi. Tað ræður um at síggja og skilja nútíðina, tí einans við at skilja nútíðina kunnu vit sum hirðar vera salt og ljós. Vit mega vita, nær vit skulu salta. Og vit mega vita, nær vit ikki skulu stroya salt í sárini. Vit mega vita, nær vit skulu varpa ljós á sannleikan ella fjala fjøld av synd í tøgn.
Hin kristni skal elska medmenniskjað í nútíðini. Breiða kærleika og náði á gøtur fólksins. Ikki einans sín egna kærleika, men Guðs treytaleysa kærleika í Jesusi Kristi.
Skriftin minnir á, at vit ikki einans skulu elska tey, ið elska okkum. Tað er ikki serliga kristiligt at hava serligan kærleika til menniskju, ið eru samd við ella halda av okkum.
Sørin Kirkegaard grundar yvir, hvat tað er at elska Guð av instu hjartarót og næstan sum sjálvan seg. Djúphugsin ljóðar hugsan hansara, tá sagt verður :
“Kristindómurin letur ongantíð eitt menniskja ganga eitt fet til fánýtis. Tí hurðin, sum tú læt aftur í bøn til Guðs, tá tú opnar hana aftur og fert útaftur, so er tað fyrsta menniskja, ið tú møtir á leiðini, næsti tín, ið tú eigur at elska.”
Góðu tit bæði, Anne Mette og Bergtórur, ið nú verða vígd til prestatænastu. Farið inn í loynikamarið í bøn til hin livandi Guðs. Farið útaftur í samfelagið og tænið menniskjum, ikki nøkrum fáum útvaldum, men tí fyrsta tit møta á leiðini.
Guð friðarins gevi tykkum gleði í tænastuni. Amen.
Kelda :
Søren Kirkegaard, Samlede Værker, Bind 12, Kjærlighedens Gjerninger, Gyldendal 1978, s. 56.