Skriva út

Sergudstænasta - Jarðarferð hjá Axel W. Tórgarð

----------------------------------

Tekstur J 3,16

Havnar kirkja
Fyrsta konfirmatiónin hjá Axel var í Havnar kirkju í apríl í 55. Tá bleiv eg konfirmeraður. Og tá gav hann mær eina NT, har hann hevði skrivað hetta skriftorðið úr Jóhs evangeliinum: Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.

Boðskapurin í orðinum umtalar Guds grundleggjandi holdning, sum býr undir viðurskiftunum millum hansara og okkara, at hann gav seg sjálvan av kærleika.

Ein gáva og ein gáva er tó ikki altíð tað sama. Tað velst um motivatión og endamál. Ein gáva kann gevast fyri at binda hin til sín, so at hin skyldar tær okkurt. Tá er hin ófrælsur í tíni hond. Men tú ert ikki sjálvur við í gávuni. Og tað er eingin sonn gáva. Tað er mutur, sum bindur bæði gevara og móttakara.

Men ein gáva kann eisini gevast fyri at gleða hin og gera hann ríkari. Tá ert tú so at siga við í gávuni, so at ein góð relatión trívist tykkara millum. Men tú bindur ikki hin til tín. Hin varðveitir sítt frælsi og kann gera og fara, hvar hann vil uttan at ræðast møgulig tiltøk móti sær.

Soleiðis gevur Gud. Tí hann gevur av kærleika. Soleiðis elskaði Gud heimin, at hann gav. Hann gav alt, hann gav seg sjálvan. Jóhs skrivar: hann gav son sín hin einborna. Og endamálið var at skapa eina trygga relatión millum sín og okkara. Tí tann, sum er tryggur í viðurskiftinum við Gud, ræðist ikki Guds gávu. Hon skal ikki binda okkum niður og fáa okkum at ganga til grundar og missa okkara identitet, men tvørtur ímóti skal hon hjálpa okkum at hava eina framtíð og at vera tey, vit eru, í góðu relatiónilni við hann. Jóhs skrivar, at tann, sum trýr, skal ikki glatast men hava ævigt lív.

Kirkjan – fólkakirkjan - ber boðskapin um, at Gud gevur seg sjálvan – ikki sum mutur fyri at binda okkum niður, men sum eina gávu fyri at geva okkum vón og framtíð.

Ein tílík trúgv og lívsforstáilsi vóru berandi í lívinum hjá Axel. Og sálmarnir, sum hann umhyggiliga hevur valt til í dag, vitna um tað. Tað sama hoyrist í sálmum, hann annars hevur týtt. Hann var sjálvandi greiður yvir, at tað var ymist, hvar fólk vóru í hesum lívsforstáilsinum. Eg kundi kanska sagt: hvar tey vóru og fluttu seg á hesum skala frá 0 til 100. Men tey vóru í øllum førum innanborða. Og soleiðis møtti hann menniskjum í prestatænastu síni. Tey vóru menniskju, sum Kristus hevði gjørt til Guds børn.

Her ber ikki til at gera lív hansara upp. Men mentanarligu og andaligu avrikini hjá Axel tala fyri seg og vitna um gávur og hegni, sum fá hava. Hann hevur so valt ikki at leggjast á gávurnar og talentini, men at umsita tey, so at vítt forskellig menniskju kundu fáa gleði av teimum. Hartil kemur hansara jaligi og humorkendi máti at møta menniskjum, so at tað gjørddi teimum gott.

Hann var føddur og uppvaksin í Havn. Longu sum fýra ára gamal fekk hann ta ógvisligu erfaring av deyðanum, at mamman doyði. Barnaárini tá merktust síðan av, at syskinini fóru til fosturs hjá familju. Men hann hevði sínar grundir til at vilja vera heima hjá pápanum. Tað hevur knýtt teir saman. Og tær óvanligu umstøðurnar hava tá givið honum upplivingar, sum við hansara evnum blivu til erfaringar at hava við sær út í lívið. Har vóru eisini onnur relatiónsviktig menniskju, eitt nú ein fastur, sum við síni umsorgan gjørdu honum miljøið trygt.

Í 1937 byrjaði hann í nýstovnaða preliminer- og studentaskúlanum. Men tá hann bleiv studentur í 41, slapst ikki av landinum at lesa. Undir krígnum fekk hann tó – m.a. - uppgávur at týða og tulka fyri ensku herleiðsluna. Kanska nart tann erfaringin við málsligar hegnisstreingir í honum, so at hann seinni kundi uppfanga nuancur í enskum skaldskapi, nuancur, sum ikki fáast úr eini orðabók, og sum gjørdi hann føran fyri at týða enskan litteratur, so at tað kendist sum uppruna føroyskt.

Eftir kríggið fór hann niður at lesa teologi. Eisini í tí lesnaði mugu tær innbygdu málsligu antennurnar hava verið innstillaðar, tá hann t.d. skuldi hava klassiskt grikst fyri at kunna lesa NT á grikskum. Í øllum førum var hann komin so langt, at hann kundi týða fleiri av teimum stóru klassisku griksku tragediunum til føroyskt.

Hann bleiv prestur í Havn í 54, men longu í 57 bleiv hann biðin at skipa nýggja útvarpið. Tað er jú ein grundsøga fyri seg um at mobilisera intellektuel, mentanarlig og andalig tilfeingi fyri at loysa eina uppgávu, sum eingin hevði nakrar erfaringar av. Tað bleiv byrjanin til kringvarpið. Og nú – eina hálva øld seinni - er ein grundleggjandi klangur eftir frá teirri tíðini – ein klangur sum framvegis skapar resonans í mannahjørtum. Eg hugsi um morgunlestrarnar í ÚF. Tað er - sum Niels Juel Arge skrivar í fororðinum til bókina, sum kom út í 87 - Axeli fyri at takka, at morgunlesturin varð tikin upp á útvarpsskránna. Tað serliga við hesi sending er, at hon tykist hava nortið við nakað grundleggjandi í lívsforstáilsinum hjá Føroya fólki - líka mikið, hvar tey vóru á tí lívsforstáilsisskala, eg legði fyri við. Tað má Axel hava havt antennu fyri longu tá. At hann rakti onkra lívsnerv, skiltist herfyri av ógvisligu reaktiónunum, tá tey pilkaðu við morgunlestrarnar.

Margreta og hann giftust í 58. Í 60 bleiv hann sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi. Og frá 79 var hann prestur í Havn.

Sum eg longu havi nevnt, hevur hansara fjølbroytta málsliga og litterera - skaldsliga hegni lagt nógv eftir seg. Og tað hevur eisini verið virt. Eitt nú við heiðurslønum fyri avrik síni. Men tað er ein heilur fyrilestur fyri seg. Allastaðni, har hann hevur verið, hevur hann lagt okkurt eftir seg, bæði álvara og gaman. Gaman, sigi eg. Tí humor og skemt komu altíð undan har, hann var. Ikki bara banalar viðmerkingar, men humor, jaligur humor.

Til arbeiðis var hann ótrúliga konsentreraður og lat seg ikki órógva. Tað merkti so eisini, at hann var til staðar har, sum hann var.

Sum menniskja var hann positivur og megnaði at varðveita sín identitet undir givnum umstøðum. Tað merktist eitt nú hesi 30 árini, hann var sjúkur. Tú hoyrdi hann ongantíð kara seg um tað. Eg hugsi, at tað var sum í barna- og ungdómsárunum, at upplivingar blivu ikki standandi sum isoleraðar upplivingar, men umbroyttust til erfaringar at navigera eftir í morgindegnum.

Nú var tíð hansara so úti. Og tað visti hann av. Men hansara gudstrúgv var soleiðis samansett, at orðið um uppreisnarvónina var innbygd í trúnna. Og tað orðið kendist pálítiligt. Tað hoyrist, sum eg nevndi, í sálmunum, sum hann hevur valt til í dag. Og tað er eisini tann heilsanin, hann vil bera okkum uppá tann mátan, at hann hevur ynskt, at henda gudstænastan skuldi byrjast við gomlu inngangsbønini.

Skriftorðið, eg las, hevur í øldir borið grundarlagið undir trúgv okkara: at Gud gevur seg sjálvan av kærleika, fyri at vit kunnu verða varðveitt sum menniskju og liva um dagarnar við eini framtíð, sum Gud hevur fylt við sær sjálvum, og sum vit altso ikki ræðast av tí, at kærleiki er grundarlagið. Guds kærleiki merkir, at Gud vil vera Gud – ikki privat, men fyri okkum. Og tí eru vit trygg, og kunnu taka dagar okkara uppá okkum. Tann stóra vonin fyri framman er grundin undir teimum dagligu.

Margreta og børnini og familjur teirra lata nú Axel frá sær í Harrans hendur. Og teirra fyrsta uppgáva verður so at koma til rættis við hesi broyting, sum deyðin hevur forvolt. Men sorgin og tann stilla løtan hjálpir at síggja veruleikan í eyguni og koma til rættis við honum, so at tit fáa verið tit og fáa tikið komandi dagarnar uppá tykkum við tykkara ymisku førleikum. Tað ber til, tí Axel og tit eru í Harrans hond.

Amen

Latið okkum biðja
Miskunnsami faðir! Takk fyri lívið, tú gavst okkum við gleði og sorg; takk, at vit mega trúgva, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska teg. Halt okkum nú í sorg okkara fast hjá tær. Áminn okkum um, at tú við deyða og uppreisn sonar tíns hevur tikið alla neyð okkara á teg. Endurnýggja okkum í livandi vón. Sýn okkum, at tú í dópinum hevur tikið okkum at tær sum børn tíni og fyrijáttað okkum syndanna fyrigeving og ævigt lív. Hjálp okkum í sorg og sakni okkara. Styrk okkum í vónini um, at tú skalt føra øll tíni børn heim í himmalska ríki títt at lova og takka tær um aldur og ævir allar.

Amen