Skriva út

Sergudstænasta - Innsetingartala fyri Hanus Pál Jógvansson

Um at lurta og at miðla

Innsetingartala.

Hanus Pál Jógvansson skipaður í embætið í Suðuroyar norðara prestagjaldi í Hvalbiar kirkju 18. juni 2023.

Sálmar: 546, 667, 155 – 52, 689

Náði verið við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Góði Hanus Pál!

Á hesum hátíðardegi tínum – og okkara – tá ið tú verður skipaður í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, skulu vit hoyra nøkur kend orð úr Fyrra Korintbrævi kap.15,1-5:

“Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í, sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, - uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis.

Tí eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann var sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv.” Amen.

Hesi orðini eru nøkur av teimum elstu í NT, sum í stuttum siga um innihaldið í kristnu trúnni.

Ápostulin, sum sjálvur er í eini røð av trúarvitnum, talar við hesum orðunum til kirkjuliðið í Korint um nakrar kristiligar sannleikar, ið ikki kunnu vikast.

Hetta er gamli boðskapurin, sum kristna kirkjan hevur boðað gjøgnum tíðirnar og sum enn verður boðaður:

... at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi skriftirnar ...

Aðrar kirkjur hava staðið undan hesari í hesi bygd, og hava soleiðis verið virðiligi karmur at boða kristiliga boðskapin.

Í einum av kendu sálmum okkara syngja vit:”Kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur um tornini falla.”

Tað eru tey, sum hugsa gamalt, tá ið orðið kirkja verður nevnt.

Hugsað verður um traditiónir og gamlan sálmasang.

Kristna kirkjan við boðskapi sínum hevur verið í fólki okkara yvir túsund ár. Hetta er eitt langt tíðarskeið, men teksturin eg las í áðni er eldri!

Orðini eru úr uppreisnarkapitlinum í 1.Korintbrævi. Her verður eisini talað um traditiónir, tí orðið traditio merkir at handa til ein annan: tað sum verður borið ella handa víðari.

Og tað, sum verður borið ella handa til ein annan er gleðiligi boðskapurin, soleiðis sum ápostulin hevur tikið ímóti honum, og sum hann gevur víðari til kirkjuliðið.

Hetta var gjørt á ápostlanna døgum, og hevur verið gjørt gjøgnum kirkjusøguna. Og hetta er júst tað, kirkjan er sett at boða í samtíðini.

Tað verður sagt um ein av kirkjufedrunum, tá ið talan var um at boða evangeliið, at hann skal hava tikið til: ver virkin at boða gleðiliga boðskapin í øllum viðurskiftum – og um tað er neyðugt, so ger tað við orðum!

Hetta er ein útsøgn, ið kann tykjast løgin, men meiningin er, at kristindómur er ikki bert í orðum, hann er eisini í verki – hesi eiga altíð at fylgjast at.

Í guðfrøðini verður sagt, at tað eru ikki góðir gerningar, ið frelsa menniskju, men at tað eru menniskju, ið av náði trúgva á Kristus, sum gera góðar gerningar.

Sangurin, vit sungu í áðni er eitt gott dømi um hetta:

“Tú, sum elskar okkum sum vit eru,/ tú, sum hevur lív, gert okkum glað,/ tú, sum skapar hvørja nýggja veru, /tú, sum lívgar blómur, ber og blað,/ uttan teg lá heimurin í oyði,/ uttan teg av kulda hjartað doyði.”

Við støði í tí gamla, góða, trygga og fjálga orðinum at boða evangeliið ert tú Hanus Pál Jógvansson kallaður at boða gleðiliga boðskapin í samtíðini, ikki bara innan fyri hesar fýra veggirnar, men millum menniskja, har tey eru í dagliga lívinum.

Og tað er ikki ein gamal maður sum fer at gera hetta. Nei í bestu árum fert tú nú at boða gamla boðskapin inn í eina nýggja tíð við tí, sum tíðin í dag og frameftir fer at bjóða tær.

Tað, sum tú fert at boða, er ikki nakað nýtt, innihaldið er tað sama, sum ápostulin lat kirkjuliðið fáa at vita, fyrst og fremst, tað sum hann eisini hevði tikið við, at boða Kristus, hann sum doyði fyri syndirnar, hann, sum var grivin, og sum reis upp triðja dagin samsvarandi skriftirnar.

Hetta er tað kristiliga kerygmaið ella boðini - hetta er sjálv kjarnin í evangeliinum, sum tú ert kallaður  til at boða: í prædiku og við sakramentunum í tí heilaga dópi og við altarborðið ... tí uttan teg, Jesus, av kulda hjartað doyði ...

Tað eru kirkjuliðini í Suðuroyar norðara prestagjaldi, sum hava kallað teg til henda gerningin.

Avbjóðingin hjá tær er at boða evangeliið inn í nútíðina við einum máli, ið fólk skilja, og í eini gudstænastu, ið er viðkomandi, og sum styrkir tað heilaga samfelagið her í økinum.

Við tí bakgrund, tú hevur í lestri og virki tínum higartil, ert tú á einum støði, har tú ert búgvin til at formidla, greina ella vit kundu sagt við einum nýggjari orði: at miðla  boðskapin í orði og í gerningi inn í eina tíð við mongum avbjóðingum.

Tú fer at gera tær tínar egnu royndir í embætinum, men tað er ikki av leið í góðum samstarvi og samskifti við kirkjuliðini og hinar prestarnar í báðum prestagjøldunum í oynni at lurta eftir tí, ið rørir seg júst í hesum prestagjaldinum.

Tað er av stórum týdningi, at kirkjuliðini taka væl ímóti nýggja prestinum. At hann fer at kenna seg væl og at prestur, kirkjuráð, kirkjulið og kirkjutænarar gera sítt til, at øll fara at trívast í prestagjaldinum soleiðis, at tænastan hjá nýggja prestinum verður til gleði og signingar.

Í embæti tínum sum prestur fert tú at møta menniskjum í ymiskum situatiónum í gleði og í sorg.

Legg tær í geyma at at lurta og at geva tær stundir saman við sóknarbørnunum, og at vísa umsorgan, júst soleiðis, sum kanst gera tað.

Uppgávan hjá hvørjum ættarliði, presti og kirkjuliði, er at boða evangeliið inn í samtíðina við teimum møguleikum sum eru -  menniskjum til frelsu og friðar.

Bøn og ynski okkara er, at hetta má eydnast við Guðs hjálp.

Við hesum orðum fari eg at ynskja tær tillukku við embætinum og  Guðs signing í tænastuni og Jesus fylgi tær Hanus Pál!

Og en serstøk heilsan til kirkjuliðini í Suðuroyar norðara prestagjaldi: takið væl ímóti nýggja presti tykkara og hav hann við í bønum tykkara. Til lukku við nýggja presti tykkara!

Við Faðirinum , Soninum, og Heilaga Andanum - hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum.

Amen.

Uni Næs, dómpróstur

Eg skal nú lesa setanarbrævið frá landsstýriskvinnuni í kirkjumálum og kallsbrævið frá biskupi: