Skriva út

Sergudstænasta - felagsgudstænasta í Fríkirkjuni Oasuni

Náði veri við okkum og friður frá Guði Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Hetta heilaga evangeliið skrivar hjá Jóhannes evangelistur, 20.kap 19.vers og út.

Páskirnar eru júst farnar afturum, og vit eru savnaði enn einaferð um náðiríka gleðiboðskapin, sum altíð eigur at ljóða í glæmuni av páskamorgni.

Vit eru hesa løtu savnaði til felagsgudstænastu í Fríkirkjuni Oasuni í Hoyvík.
 
Hetta er 6.árið, at kirkjur og samkomur hava felagsgudstænastu 3.páskadag.

Gudstænasturnar hava verið hildnar hvør hjá øðrum. Nú er tað Oasan sum hýsir hesum átakinum, og tøkk skulu tit hava fyri tað.

Motto ella loysanorðið fyri felagsgudstænastuna eru nøkur orð úr gamla testamenti hjá profetinum Zakarja. Tey ljóða: Hetta er orð Harans til Zerubbábel “Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna.” Zakarja bók kap.4 vers 6b.

Hesi orðini eru grundarlagið fyri øllum, sum verður borið fram undir hesi felags gudstænastuni.

Í ápostlasøguni verður sagt um tey fyrstu kristnu, at tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar...

... og um tey sum trúðu verður sagt, at tey hildu fast saman og høvdu alt í felagi...

... og at tey hildu sær samhugað støðugt í halgidóminum og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkinum...

Hetta fyrsta lítla samfelagið av trúgvandi fólki hevði sín uppruna í tí sum hendi tær fyrstu páskirnar og ta fyrstu hvítusunnuna.

Vit hava júst hildið páskir, og tíðin fyri páskir var ein fyrireiking til stóru hátíðina. Á ymiskan hátt í kristiligum høpi fyrireikaðu vit okkum.

Stóra hátíðin hevur júst verið við gudstænastum og páskastevnum, har nógv fólk er komið saman at hátíðarhalda tað, sum hendi páskamorgun: at Jesus reis upp frá deyða, og soleiðis hevur vunnið á øllum deyðans og syndarinnar valdi.

Nú sita vit her umboð frá ymiskum kirkjum og samkomum og fegnast um tað, sum hendi páskamorgun. Hetta er okkara felags trúgv – okkara felags gleði!

Fyri nøkrum árum síðani var eg á einari kristiligari ráðstevnu saman við ungum fólkum frá nógvum ymiskum londum.

Felagsmálið á ráðstevnuni var enskt. Tann eina morgunin til morgunbønina skuldu luttakararnir hvørki lesa ella siga nakað, men tekna eitt symbol ella eina ímynd á eina talvu, sum kundi lýsa nakrar kristiligar eginleikar: onkur teknaði eitt akker (vónin), onkur annar eitt eyga (Guð sum vakir yvir okkum) onkur teknaði tær foldaðu hendurnar (bønin) og onkur teknaði eitt hjarta (Guds kærleiki).

Ymisk onnur tekin vórðu sett á talvuna, sum góvu fólki góð hugskot til bøn og umhugsan. Tann seinasti, sum kom fram, setti ein stóran kross yvir allar hinar ímyndirnar.

Hóast vit eru ymisk í sinni og skinni og í trúarmálum, so hava vit hetta til felags: páskamorgun reis Jesus upp fyri øll menniskju, og tað er í trúnni á krossfesta og upprisna Jesus Kristus, at vit eiga frelsuna og tað æviga lívið.

Í evangeliinum, sum lisið varð, hoyrdu vit, at lærusveinarnir páskakvøld sótu handan læstar dyr av ótta fyri jødunum, tá ið Jesus vísir seg fyri lærusveinunum.

Jødarnir høvdu eina aðra meining um Jesus, enn tað, sum Jesus segði seg at vera. Lærusveinarnir vóru eisini komnir í iva um alt tað, sum var farið fram um páskirnar. Nú sótu teir innilæstir við tí, sum teir høvdu hoyrt kvinnurnar boða frá, at Jesus var upprisin.

Men tað vardi ikki leingi, at Jesu lærusveinar vórðu innilæstir við gleðiboðunum. Jesus kemur til teirra og møtir lærusveinunum við eini friðarheilsan. Hann sigur: Friður veri við tykkum.
Hesin fjálturstungni lítli lærusveinaflokkurin fekk eina friðarheilsan.

Friður eitur á hebreiskum máli shalom og merkir Guðs frelsa. Við øðrum orðum: Jesus kemur til lærusveinarnar og boðar teimum Guðs frelsu og fyrigeving syndanna við Heilagum Anda. Tað er við hesum sama Anda, at Jesus lærusveinarnar út við gleðiboðskapinum og tað ger hann “Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna,” við orðunum hjá profetinum.

Í lívi okkara – bæði sum einstaklingur, kirkja og samkoma – kunnu vit eisini mangan kenna okkum handan stongdar dyr og innilæst í okkara persónligu viðurskiftum og meiningum.
Kristna kirkjan hevur gjøgnum tíðirnar verið fyri mongum høggi, og mong eru tey, sum eru deyð tí at tey trúðu. Í okkara tíð verða eisini mong forfylgd fyri trúar sakir.

Gjøgnum tíðirnar hevur eisini verið stríð og klandur innanhýsis millum kirkjur og samkomur, sum sjálvdan hevur bygt nakað upp.

Páskakvøld vendir Jesus sær til allar lærusveinarnar, sum vóru til staðar, við heilsanini: Friður veri við tykkum!

Tað var ein ymiskt samansettur skari av lærusveinum, sum vórðu saman komnir, men allir vórðu møttir við somu heilsan: við friði! Eisini tann ivandi Tummas, hoyrdi hesu somu orðini, tá ið Jesus seinni vísti seg fyri lærusveinunum.

Hesin friður er eins og ekkóið frá jólaboðskapinum, gleðiboðskapinum, sum skuldi vera fyri alt fólkið... friður á jørð og í menniskjum góður tokki...

Tað er um henda sama friðin, at Jesus sigur: Frið lat
i eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!

Jesus stóð mitt ímillum teir óttafullu lærusveinarnar og segði: Friður veri við tykkum.
Við orði og sakramentum sínum, er Jesus eisini mitt okkara millum og gevur okkum henda sama friðin.

Eftir at Jesus hevði sýnt seg fyri lærusveinunum, siga teir samhugaðir hesa trúarjáttan: Vit hava sæð Harran!

Í hvørji gudstænastu og kristiligari samkomu verður eisini staðfest, hvør Jesus er: Hann er Guds sonur! Vit trúgva á tann tríeiniga Guð: Faðirin, Sonin og Heilaga Andan.

Men Gud hevur eisini staðfest mótvegis okkum, hvat hann hevur gjørt: Tað er Guð, sum hevur endurføtt okkum til eina livandi vón, sum er knýtt til Jesu deyða og uppreisn.

Vit trúgva á Faðirin sum skaparan, á Jesus Krist sum loysir okkum frá syndini og Heilaga Andan sum lívgar og ger boðskapin livandi okkara millum. Ikki bara í orðum, men eisini í tænastu fyri næstanum hvør hann so er.

Vit menniskju eru ikki øll eins og vit skulu heldur ikki vera eins. Men í trúnni á tann tríeiniga Gud eru vit eitt – hetta er okkara felags trúgv og okkara felags mál, at øll menniskju skulu koma at kenna sannleikan, sum er Jesus Kristus.

Tað gera vit, tá ið vit vísa Kristi sinnalag í orði og í verki. Sama sinnalg sum var í Kristi Jesusi, skal eisini vera í okkum.

Kristi sinnalag vísa vit í tænastu fyri næsta okkara.
Trúarmál eiga onga løta at forða einum at hjálpa næstanum, hvør og hvussu hann so er. Tí er tað júst her, at kristin fólk eisini eiga at samstarva og gera hjálpartænastu saman. Vit kunnu fegnast, at hetta ber til í okkara landi!

Evangeliið, vit lósu at byrja við, endaði við orðunum: “Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guds, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara.”

Allar gudstænastur, øll møtir og allar kristiligar samkomur hava til endamáls at kunngera evangeliið um Jesus Kristus sum Harra og frelsara, at styrkja heilaga felagsskapin og kærleikan millum menniskju, at skapa frið og semja millum fólk.

Hetta verður ikki gjørt... við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna.”
Tað hjálpi hann eisini okkum øllum til í Jesu navni.

Amen.

Latum okkum øll biðja:
Várs Harra Jesu Krists friður veri hjá okkum allar ævir!
Guð troysti øll tey, sum sjúk og sorgarbundin eru, annaðhvørt tey eru nær ella fjar! Guð varðveiti kristni sína og alla kristna yvirvøld! Guð gevi okkum øllum frið og sælu! Amen.

Góði Guð, tú sum við syni tínum, okkara og alheimsins einasta frelsara, grundaði hina heilagu, almennu kirkjuna á jørð. Hjálp okkum, so at vit læra at síggja, hvussu stórur vandi, ið stendst av, at fólk títt er spjatt sundur í nógvar trúarbólkar.

Fyrigev okkum syndir okkara, og gev tú børnum tínum at semjast, soleiðis sum tín vilji er. Rek tú burtur allan illgruna, alla misfatan og alt tað, sum forðar okkum at finna saman í semju.

Gev okkum skynsemi at skilja hvør annan rættiliga, so at vit saman betur og betur fata sannleika tín; eins og likamið bert er tað eina, og ein er andin, ein vónin, sum vit vóru kallað til, ein harri, ein trúgv, ein skírn, ein Guð og faðir at øllum, so gevi tú okkum eitt hjarta og eina sál, sameind við sannleikans, friðarins, trúarinnar og kærleikans heilaga bandi, so at vit við einum huga og einum munni kunnu prísa tær.

Við Jesusi Kristi, harra várum!

Amen.

Felagssálmar: 18 (SFK), 258 (SFK), 10(MSS), 591(MSS)
(Prædika hildin í Fríkirkjuni Oasuni í Hoyvík 26.apríl 2011 í sambandi við árligu felagsgudstænastuna hjá kirkjum og samkomum)
Uni Næs