Skriva út

Sergudstænasta - Allahalgannadagur (3)

Gudstænasta Alla halganna dag í Dómkirkjuni


Dómkirkjan


Sálmar: 579, 581, 477 – 584, 560

Kollekt. Latum okkum øll biðja:

Harra, vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum hevur latið einborna son tín verða menniskju, fyri at hann við deyða sínum skuldi gjalda fyri syndir okkara og bjarga okkum frá hinum æviga deyða, vær biðjum teg: Ger okkum føst í hesi trúgv, so at vit ikki ivast um, at vár harra Jesus Kristus við sínum almáttuga orði, vil vekja okkum upp á evsta degi, so at vit við øllum trúgvandi kunnu verða sæl um ævir fyri elskuliga son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.

Tekstur frá altarinum: Brot úr Sálmi 62:

v2 Bíða í kvirri, sál mín, Guði, frelsa mín kemur frá honum!

v3 Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast.

v6 Bíða í kvirri, sál mín, Guði, vón mín kemur frá honum!

v7 Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast.

v8 Hjá Guði er hjálp mín og æra mín, mín fasti klettur, mín vernd er Guð.

v9 Lítið á hann, fólk, á hvørji tíð, oysið út tykkara hjørtu fyri honum,

     okkum Guð er vernd.

Amen.

Tekstur frá altarinum: 1. Tess.4,13-18.

v13 Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón.

v14 Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum.

v15 Tí at hetta siga vit tykkum, við einum orði Harrans, at vit, sum liva og verða eftir til komu Harrans, skulu als ikki koma undan teimum, sum sovnað eru burtur;

v16 tí at sjálvur Harrin skal stíga niður av himni við kallandi rópi, við høvuðseingils rødd og við Guðs básúnu, og tey, sum eru deyð í Kristi, skulu fyrst rísa upp;

v17 síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.

v18 Troystið tí hvør annan við hesum orðum!

Náði verði við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Heilaga lesturin, vit lesa, er skrivaður í Rómverjabrævinum kap. 14,7-8, og ljóðar soleiðis í Jesu navni:

“Eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.”

Heilagi Faðir, vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu. Amen

So leingi fólk hevur búð her á landi, hevur tað verið eitt stríð og eitt knoss til lívsins uppihald.

Sjógvurin hevur verið álitið hjá okkum føroyingum og arbeiðsplássið hjá mongum manni.

Bæði á landi og á sjógvi hevur hetta kravt nógv av okkara fólki.

Havið hevur givið okkum nógv, men tað hevur eisini kravt nógv – nógvar av okkara monnum hava vit mist í góðum árum. Hetta hevur verið okkara lutur gjøgnum tíðirnar.

Tað er við tøkk og stórari virðing, at vit minnast hesar landsmenn okkara, sum løgdu nógv fyri at vinna breyð til lívsins uppihald hjá teimum, sum heima sótu. Mangir av hesum bóru ikki boð í bý.

Men minnini um teir eru í huganum um avrik og brøgd teirra ætt eftir ættt. Og vit vilja jú fegin veita teimum okkara bestu tøkk, soleiðis sum vit nú einaferð kunnu gera hetta.

Við hesum fyri eyga og í virðing og tøkk, eru reistir minnisvarðar ymsastaðni í landinum teimum mistu til heiðurs og æru.

Tey, sum varða av, hava her eitt stað at leita sær til og minnast teir, sum farnir eru. Og tá sum nú kunnu vit staðfesta støðuna, teir vóru í, tá ið ólukkan hendi: “at bert var ein fjøl millum teirra og grøv,”

Minnismerkini eru eisini ein áminning um tað álvarsemi tað er, at liva í einum landi, har alt grundarlagið verður bygt á at søkja sjógvin, og tað sum havið gevur.

Vit hava nógvar vakrar minnisvarðar kring landið, har vit kunnu frøast um listaverk á vøkrum fløtum í bygd og bý. Eg loyvi mær at nevna minnisvarðan úti á Egg í Leirvík, sum varð reistur fyri 30 árum síðani.

Onkuntíð, tá ið tað var farið at vára og vøllurin so líðandi var farin at grønkast, havi eg hugt yvir hesa vøkru fløtu við minnisvarðan við søguni hjá listamanninum, Fridtjofi Joensen í huga, har hann evnar minnisvarðan sum ein søkkandi bát í einum broti.

Á brimbrotinum vellir vatn fram sum skolar aftur við borðinum. Sjálvt brotið er lagt upp við flagi. Minnisvarðin er settur so, at hann horvir móti Nestindum og stevnir móti Sigatindi.

Grøni liturin er vónarinnar litur. Tá er tað eins og báturin siglir móti ljósinum og svarið ljóðar frá Sigatindi, sum úr gamla sálminum hjá sálmaskaldinum í GT, har sálmaskaldið bæði spyr og svarar: “Hvaðani kemur hjálp mín? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar.” Sl 121.

Hesa tíðina á árinum hevur vøllurin heystardám, men hann grønkast móti vári. Tá er tað ein fragd fyri eyga og sálina at vit verða mint á, at eins og vakra grøna fløtan peikar í allar ættir, soleiðis er tað eisini við kristnu vónini, sum eigur at tala inn í øll okkara viðurskifti, at einaferð fer at vera uppreisnardagurin mikli, tá ið øll verða savnað aftur.

Tí hvagar skulu vit leita, tá ið brotassjógvar koma inn yvir lív okkara uttan til hansara, sum hevur alt valdi í himli á jørð?

“Eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum.”

Vit liva lívið við ábyrgd fyri tí, sum vit hava fingið litið til.

Vit vóna tað besta fyri okkum øll. Vit gera tað besta fyri at skapa góðar umstøður og karmar fyri lívi okkara og okkara kæru – eisini umborð á skipum okkara í tíðini, vit liva í.

Hóast hetta, so er alt sum er nortið av mannahond eingin trygd um allar ævir.

Men tað, sum stendur um allar ævir, er Guds orð. Tað er hetta orðið, vit leita til í øllum lívsins viðurskiftum: tað er kærleiksorðið, frelsuorðið, vónarinnar orðið og ljósins orðið, sum er knýtt til Jesus Kristus.

Henda áminningin úr Harrans orði minnir okkum á eina aðra vón, vit eiga í trúnni á Jesus Krist, hann sum vísti okkum, hvussu vit skuldu vera hvør móti øðrum í kærleika.

Vónríka heilsanin ljóðar:

Lovaður verið Guð og Faðir várs Harra Jesu Krists sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum.

Okkara livandi vón er knýtt til Jesu deyða og uppreisn. Vit eru umgyrd av tí, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum: Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum. Tað er í trúnni á hann, at vit hoyra Harranum til í lívi og í deyða.

Trúgvin á Jesus er tann trúgvin sum ber, sjálvt um okkara trúgv mangan kann vera veik og svikalig.

Trúgvin á Jesus er ein av teimum trimum eginleikunum, sum ber, tá ið alt annað fer. Hini bæði eru vónin og kærleikin.

Kend er frásøgnin um mannin, sum sær lívið hjá sær í góðum døgum og í ringum døgum.

Í teimum góðu døgunum sær hann sporini hjá sær, tá ið hann fylgist við Jesusi. Men í teimum tungu og døpru døgunum sær hann bara eini spor.

Hann spyr tá Guð, hví hann fór frá honum, tá ið hann hevði tað ringt? Tá svarar Guð honum: Í teimum góðu døgunum fylgdust vit, og tú gekst við mína lið, men í teimum ringu døgunum bar eg teg. Hatta eru ikki tíni fótaspor – hatta eru míni!

“Statt mær við lið/ og veit mær frið,/ tá tungar byrðar níva;/ móti tí, ið nerva kann, væl tín hond skal líva.” syngja vit í einum av sálmum okkara (SFK 71,4).

Tá ið vit missa ein av okkara kæru, fevnir sorgin so víða.

Orðini eg las at byrja við endaðu soleiðis: annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.”

Hetta eru góð og uggandi orð inn í sorgina – at vit ikki eru einsamøll á leið okkara, men at Harrin er við okkum, annnaðhvørt vit liva ella doyggja.

Dagurin í dag hevur nógvar spurningar. Summi hava hesar spurningar stillisliga við seg sjálvan – onnur eru meiri opin og vilja fegin tosa um teir t.d. spurningin, hvar tey eru, sum farin eru, um tað so er í mold ella í bylgju?

Hjá okkum menniskjum er so mangt, sum liggur í tí dulda. Men sum kristin fólk hava vit nakað at halda okkum til, t.d. hetta, sum vit lesa í Opinberingarbókini: “Sí, tjaldbúð Guds er hjá menniskjanum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Gud sjálvur skal vera hjá teimum.” Opb.21,3.

Hesi orðini eru tengd at lyftinum, sum ljóðar, at Jesus skal verða við okkum allar dagar alt til veraldar enda.

Hjá Guði eru vit ongantíð gloymd, men í hansara hondum eru vit altíð goymd.

Vit eru goymd til tann dag, tá ið alt verður opinberað og nýtt aftur.

Hesi orðini eiga at verða knýtt til tey vónríku orðini hjá ápostlinum, sum eisini skulu ljóða til okkara í dag, minningardag teirra sjólátnu: “...Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.”

Guð styrki okkum øll í hesi trúgv í Jesu navni.

Amen!

Latum okkum øll biðja!


Latum okkum reisast og minnast teir, sum sjólátnir eru í farna ári:

Sjólátnir í tíðarskeiðnum 1/11-09 til 1/11-10:

Hilbert Martin Blástein, Viðareiði, doyði umborð á “Polarhav” 12/11-2009, 29 ára gamal.

Hans Jørgen Dam, Sandavági, doyði umborð á donskum farmaskipi við Florida 20/11-2009, 68 ára gamal.

Páll Rasmussen, Klaksvík, funnin deyður Við Sandin í Klaksvík, 15.januar 2010, 53 ára gamal.

Jákup Olsen, Toftir, druknaði á Toftavatni 04.apríl 2010, 25 ára gamal.

Martin Sofus Johannesen, ættaður úr Klaksvík, druknaði við Bursatanga í Tórshavn 15/5-2010, 52 ára gamal.

Heini Olsen, Klaksvík, funnin millum Hagaleiti og Gøtunes hin 26. mai 2010, 40 ára gamal.

Finn Jacobsen, Vágur, horvin umborð á bingjuskipinum “Taasinge Maersk” juli 2010, 53 ára gamal.

Frið sum troyst í sakni her
Guð við Kristi okkum ber,
Friður Guðs tær veri við!
Eig um ævir Harrans frið!

Vit lýsa frið yvir minni um teir, sum farnir eru.

Harrans Jesu Kristi náði, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við okkum øllum. Amen.

Uni Næs