Skriva út

Páskadagur

Prædika í Kvívíkar kirkju, Páskadag – 16. apríl, 2017

Tekstur: Markus 16,1-8  Fyrra tekstarøð.

– prædika í Kvívíkar kirkju -16. apríl 2017

Á gravsteininum hjá høvundanum og listamanninum Williami Heinesen standa orðini: Men alt er endnu i vorden. Hetta er ein linja úr yrking hansara, sum hevur heitið: Thi natten kommer. Men alt er endnu i vorden. Ella umsett: alt er enn í umbúna, alt er enn komandi.
At hesi orð skulu standa á einum gravsteini, á staði deyðans, har øll framtíð annars ikki tykist vera til, kann kanska tykjast óhóskandi. Hetta er ein setningur, sum stríðir móti teimum royndum vit gera okkum við gravarbakkan. Tí vit vita, at tá deyðin er komin, og menniskjan er farin aftur í ta mold, hon av fyrstan tíð varð tikin úr, ja, tá er ov seint til alt annað. Møguleikarnir eru burtur. Tíðin er farin. Søgan er liðugt skrivað. Alt er sagt, og einki er komandi.
“Og tó”, mugu vit leggja afturat, kunnu vit tíbetur leggja afturat. Tí júst hetta, at hesin setningur kann standa á einum gravsteini, nemur við kjarnuna í kristna boðskapinum um, at lívið ikki er avmarkað av deyðanum. Punktum verður sett við hitt livaða lívið, men søgan er tó ikki liðug skrivað – tí hon heldur á, og er enn í umbúna, hjá Gudi. Alt er ikki sagt. Alt er enn í umbúna.
Hetta sama fingu kvinnurnar at uppliva, tá tær á sinni komu til grøv Jesusar páskamorgun. Tær fingu at kenna, at alt ikki var sagt, at hóast deyðin hevði talað og punktum var sett fyri lívið, so var søgan ikki liðug.
 
Øll, sum hava eina grøv at vitja kenna hetta, sum kvinnurnar kendu aftaná at Jesus var gravlagdur. Sorgina, tá ein kærur sum var, ikki er meir. Einsemi at sita eftir. Og spurningarnar, sum kunnu reisa seg, tá menniskju í bestu árum taka síðsta fet á lívsleiðini. Grøvin, vit hava at vitja, og gravsteinurin, har navnið á tí deyða er rist í, geva okkum eitt ítøkiligt stað at fara við okkara sorg. Kirkjugarðurin minnir okkum dagliga á, at deyðin er veruligur, er ein realitetur í einum og hvørjum lívi. Men vøkru gravsteinarnir siga okkum eisini, at kærleikin ikki doyr. At minnini liva. Gravirnar, prýddar við blómum, sum nú spíra eftir langan vetur, vitna um, at hóast tann deyði ikki er, so eru vit enn knýtt at teirri søgu, sum vit skrivaðu saman.
Páskamorgun koma kvinnurnar út til grøvina við øllum hesum. Við sorgini. Við vónbrotinum. Við einseminum. Tí eisini teirra kærleiki til Jesus livir enn, hóast hann varð krossfestur. Og minnini eru ljóslivandi.
Men tað, sum møtir teimum, er tað, tær ongantíð høvdu hugsað kundi henda. Tær møta ikki deyðanum tá tær koma til grøvina, men eini grøv, sum er full av lívi.
 
Vit hava hoyrt hesa frásøgn so oftani áður. Vit kenna hana so væl. Kvinnurnar fara inn í grøvina. Har møta tær einum manni, ikki Jesusi, sum sigur teimum: Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. v7 Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!
Kvinnurnar møta her einum veruleika, sum ikki var veruligur áðrenn. Tær fáa at vita, at deyðin er yvirvunnin. Tað, sum deyðin hevði oyðilagt er endurreist. Tann søga, sum deyðin hevði sett punktum við, var ikki liðug skrivað. Hetta merkir, at nú kann sjálvt ikki deyðin skilja okkum frá Guds lívi. Kristus er farin undan okkum. Hevur tendrað eitt lívsljós í deyðans myrkri, so at menniskjan kann síggja Gud tá hon letur eyguni aftur. Kristus er farin undan, og tekur ímóti okkara lívi, tá vit missa takinum um lívið.

Páskaboðskapurin er, at hesar royndir, kvinnurnar gera sær – hetta, at Jesus ikki varð verandi í grøvini, men reis upp – eru okkara at deila við tær.
Jesu uppreisn, hóast boðskapurin er gamal, snýr seg altíð um okkara lív. Martin Luther skal hava spurt: hvat gangar tað mær, at eg túsund ferðir havi hoyrt um jesu uppreisn frá teimum deyðu, um eg ikki samstundis fáí at vita, at hetta eisini er galdandi mína uppreisn. Hvat gagnar tað mær, um uppreisnin ikki eisini snýr seg um mítt lív og um upplivinigin hjá kvinnunum páskamorgun ikki eisini kann verða mín uppliving?
Teirra sorg og saknur verður møttur við orðunum: Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta. Hann er risin upp, hann er ikki her. Teirra sorg møtir troyst. Teirra vónloysi møtir vón – tí hin krossfesti er ikki her, men er risin upp.
Ja, hvat gagnar tað í roynd og veru, um uppreisnin páskamorgun ikki snýr seg um mítt lív? um okkara lív? og um upplivingin hjá kvinnunum henda morgun ikki eisini kann vera okkara?

Í stavingarhátti eru orðini uppreisn og uppreistur í familju hvørt við annað – og tað sigur kanska ikki so lítið. Vit eru farin um summarmála og summarið er byrjað. Náttúran er farin at gera uppreistur móti kuldanum og vindinum, og tað spírar og spakuliga grønkast. Nýtt lív reisir seg úr jørðini. Tað, sum var deytt, gerst livandi aftur.
Tá vit tosa um uppreisn, er tað ikki einans uppreisnin sum framtíðarfyribrygdi, ið talað verður um. Uppreisn hevur eisini við okkara gerandisdag at gera. Brýtur líkasum inn í okkara gerandisdag. Jesu uppreisn er, um man so kann siga, dagligur uppreistur.
Uppreisn kann hava hesa dagligu merking, at hon er uppreistur móti tí, sum týnir lív. Móti hjartakuldanum. Móti líkasæluni. Móti øllum, sum drepur okkara lívsmót og lívsvón. Jesu uppreisn er á ein hátt eisini uppreistur móti tí, sum hendi langa fríggjadag, tá meiningsloysi og hatur og deyði vann á lívinum. Tann dagliga uppreisnin talar at, tá órættvísi verður framt. Tá lívsdirvið verður tikið frá einum menniskja. Ja, tað er í roynd og veru talan um uppreisn, hvørja ferð lívsmøguleikarnir hjá eini menniskju verða vardir, hvørja ferð vón verður boðað tí mótleysa menniskjanum.

Kristus er risin upp, og fyrigevingin skínur úr grøvini. Soleiðis orðaði kirkjufaðirin Johannes Chrysostomos seg í eini páskaprædiku. Uppreisn og fyrigeving ganga lið um lið. Jesus rísur frá teimum deyðu, og í fyrigevingini fyri allar syndir okkara reisur hann okkum úr myrkrinum, sum er syndin. Hetta er ein lekjandi sannroynd, sum vit eisini kenna frá lívi og samskfti okkara millum. Nógv kann oyðileggja og týna lív, og ikki altíð skal so nógv til, og samskifti verður slitið. Tað er ein sannroynd, at vit kunnu oyðileggja lívið hvør hjá øðrum. Men tað er somuleiðis ein sannroynd, at fyrigeving kann endurreisa, endurnýggja og fáa í rættlag tað, sum er oyðilagt. Fyrigeving er sáttargávan vit kunnu geva hvør øðrum.
Jesu uppreisn er boðskapur um uppreisn mitt í lívinum, og snýr seg altíð um okkara lív.
Daglig uppreisn er endurnýggjan í gerandisdegnum.
Sviin Dag Hammarskjold segði einaferð: Guð doyr ikki tann dag, vit ikki longur trúgva á hann. Men tann dag, tá glæman av tí endurnýggjandi undri, sum er fyrigeving og endurnýggjan, hvørs kelda er handan alt skil ikki longur birtir ljós í okkara lívi, tá doyggja vit.
Endurnýggjandi glæman, sum lýsir inn í okkara lív, er páskaboðskapurin um ta vón, sum er grundfest í lívinum, sum vinnur á deyðanum. Orðini eru endurnýggjandi, hóast tey eru elligomul. Tí vónina og lívið hava vit nú.

Páskirknar lata okkum dvølja við allar lívsins treytir. Langa fríggjadag dvølja vit við deyðan og verða mint á deyðans veruleika. Skírhósdag dvølja vit við felagsskapin, men eisini við svik, vónbrot, og hetta, at onkuntíð er lagna og eydna – ella óeydna næsta míns løgd í mínar hendur. Við hana kann eg velja hvat eg skal gera. Judas valdi at svíkja og geva Jesu lív upp í hendur annans vald. Páskadag sleppa vit at vera við uppreisnina aftaná svik, aftaná vónbrot, aftaná deyðan – ja, vit dvølja við lívið, sum ikki vil lúta fyri deyðans kreftum, svikinum, vónbrotunum. Við páskaboðskapinum hvørvur deyðin ikki, men við páskaboðskapinum verður deyðin yvirvunnin.
Tí tað er, sum tað stendur á gravsteininum hjá Williami Heinesen: Men alt er endnu i vorden. Jesu uppreisn kemur okkum við og kunnu hesi orð tí eisini standa sum yvirskrift yvir einum og hvørjum menniskjalívi, sum trýr, at Gud er farin inn í einsemi og deyðan okkara vegna. Alt, sum sigast skal, er ikki sagt – heldur ikki tá deyðin vinnur á lívinum. Tí trúgvin sigur okkum, gleðiboðskapurin, sum kristna kirkjan boðar sigur okkum, at vit hava við ein Gud at gera, sum kemur okkum við, og sum líður við okkum tá vit líða. Vit hava við ein Gud at gera, sum er deyður og risin upp, so at vit kunnu liva í honum, eisini tá vit doyggja.
Tað er eitt orðatak, ið sigur soleiðis um trúnna: trúgvin er tann fuglur, sum kennir til lýsingina, og sum tí syngur, meðan tað enn er myrkt.
Hetta er vøkur lýsing av trúnni. Hetta, at tora at syngja meðan tað enn er myrkt.
Tí sólarrisið frá tí høga hevur vitjað okkum og myrkursins veldið er brotið.
Kristus er risin upp og lívið er livandi. Ja, sanniliga er hann risin upp.
Gleðiligar páskir!
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.

Upprisni Harri Kristus!
Við tær takka vit fyri lívið og skaparaverkið!
Vit biðja teg fyri okkara landi og fólki. Goym misbrot okkara í tíni fyrigeving. Tak gloymsku og líkasælu og veikleika okkara og lat tey í títt minni, tína samkenslu og tína styrki.
Ver við øllum, sum hava fingið litið til at styra og ráða: Gev teimum og okkum øllum vísdóm og kærleika at skapa lívsmøguleikar og umsita tínar gávur rætt
Gev okkum náði til at lata uppreisnarboðskapin fáa hold, at reisa tey upp, sum kenna seg svikin og óbrúkilig.
Ver við øllum okkara børnum og ungu, at tey mega mennast í tryggum korum og kærleika. Hjálp okkum - úti sum heima - at vera vakin at dugna og stuðla øllum góðum verki og firnast tað illa, sum brytur niður og skilir sundur.
Ver hjá landsmonnum okkara á sjónum og í fremmandum londum. Ver hjá øllum, sum hava mist onkran av sínum og øllum, sum bera einsemis byrðu. Og gev okkara gomlu eitt blítt lívskvøld.
Vit biðja teg fyri stóru verð. Vit hugsa um, at enn verða mannarættindi traðkað undir fótum, vit hugsa um tær líðingarsøgur, sum ongantíð verða skrivaðar. Vit hugsa um tey fátæku, tey svongu og heimleysu, tey sjúku og vanvirdu, tey óttafullu og vónleysu. Vend harðræði og maktmisnytslu til samfelag og tænastu, gev frið millum lond og fólk, sum stríðast og bløða. Hjálp øllum, sum arbeiða fyri rættvísi og friði, reis mót og hugflog og áhaldni í tænastuni, og ger tú munin, har tað lítla tykist einki at muna.
Vit biðja teg fyri kirkju tíni, her á hesum staði og um allan heimin. Gev henni - og okkum við henni - skynsemi og kærleika í tænastuni, at bera ugga og lívsmót, at styrkja tað veika og reisa tað falna. Takk, at vit av orði tínum og sakramentum mega trúgva, at tú ert við okkum, við lívs-skapandi uppreisnarmegi tíni.