Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2009
Tekstur Mt 16, 24-27.
--------------------------------------------
Sálmar 585 516 234/326 369.
Okkara ólavsøka hevur tann boðskap í sær, at vit hoyra Kristusi til. Og úr teirri tilsøgnini ljóðar innbjóðingin til at tora at vera tann, tú ert, og lata tað fáa fylgjur fyri umsiting tíni av tilfeingi og førleikum. Menniskjaliga myndin undir ólavsøkuni, er Ólavur kongur, sum satsaði seg fyri sína sak. Hann var heilur í síni tænastu. Men grundvøllurin er Jesus Kristus.
Eg veit væl, at verðsliga søgan um Ólav Heilaga tykist merkt av eini valdsumsiting, sum vit halda ikki søma seg einum heilagum kongi. Ein søgufrøðingur hevur tá eisini nevnt, at tað í veruleikanum vóru idealir, sum vóru knýtt at Ólavi Tryggvasyni, sum í fólksins hugaheimi blivu flutt yvir á Ólav heilaga. Og kanska hava tátíðar kirkjupolitisk áhugamál brúkt tað í maktstríðnum móti tí verðsliga politiska valdinum. Tann vegin skuldi hann so hava fingið tann integritet, sum eyðkennir ólavsøku-Ólav, ein integritet sum er eitt tema í okkara ólavsøku. Kanska er tað so. Men soleiðis sum ólavsøkan hevur verið hildin gjøgnum øldirnar, hevur fyrimyndin verið at peika á ein integritet, sum lat lívið í síni tænastu. Og soleiðis er søga Ólavs tulkað inn í okkara ólavsøku.
Í okkara trúgv, okkara lívsforstáilsi og forstáilsi av æru verður tað idealið mett høgt av tí, at tað samsvarar við okkara – lat meg siga gerandisidealir av menniskjum, sum eru heil og sonn í sínum tænastum, og sum eru heil og sonn í sínum samskifti við menniskju. Og í okkara kristna lívsforstáilsi fáa tílík idealir dýbd og sannleikavirði av Jesusi Kristi, sum satsaði seg sjálvan fyri okkum. Altartalvan her í kirkjuni er mynd um tað.
Í okkara mentan og í dýbdini í okkara ólavsøkuforstáilsi verða vit tí úr ólavsøkutekstunum av Jesusi boðin til at hoyra tilsøgnina um Kristusfelagsskap og hoyra innbjóðingina til at umhugsa lív okkara og integritet í glæmuni av evangeliinum.
Evangeliið, eg las, er úr einum samanhangi, har Pætur ápostul játtar sína trúgv um Jesus, at hann er Kristus. Jesus vísir so lærusveinunum, at henda Kristustænasta fer at kosta sær lívið og boðar samstundis páskaboðskapin um uppreisnina.
Páskaboðskapurin ljóðar úr eini søguligari hending. Men hon kann ikki prógvast soleiðis, sum søguligar hendingar skulu kunna prógvast. Og tað er gott. Tí uppreisn Jesu Krists er einastandandi og kann ikki gerast trúverdig sum søgulig hending av tí, at tað – tíbetur – ongar aðrar hendingar eru av sama slag, sum kunnu gera uppreisn Jesu Krists forstáiliga. Uppreisn Jesu Krists er einastandandi, hon er fortald av vitnum, sum møttu tí upprisna, og hon og hevur ein boðskap við innbjóðing til trúgv.
Uppreisnartrúgvin er grundin undir kallinum til ein integritet, sum satsar sínar førleikar í tænastu, soleiðis sum Ólavur heilagi gjørdi. Tað sama kunnu vit, tí vit eru tey, vit eru: Guds børn. Vit hava tann identitet, at vit eru Guds børn. Av tí sama eru vit boðin til at hava mót til at vera son og heil í okkara viðurskiftum um dagarnar. Sum Guds børn eru vit kallað til at hava mót til at umhugsa, varðveita og menna okkara integritet í samskifti okkara við medmenniskju okkara. Uppá bíbilskt kallast tað at elska og æra medmenniskja. Og tað er miðjan í ólavsøkuni.
At elska er viljin til at vera tú við tínum førleikum og integriteti fyri ein annan. Tí gevur tað meining, tá hin alvaldi Gud gevur tey lívgevandi boð: tú skalt elska næsta tín, sum sjálvan teg. Tí tá tú ert til fyri og hevur tænastu fyri onnur innbygt í lívsforstáilsi títt og tænastu tína, kann meining við lívinum veksa fram. Tí lívið hevur bert meining, tá ið vit fáa verið til fyri onnur. Og orðini: Sum sjálvan teg. Í tí liggur virðingin fyri næstans integriteti, fyri æru hansara. Tí tær tørvar sjálvur virðing fyri tíni æru og integriteti. Um hetta seinasta ikki er við, verður tú lætt herskutur og tyranniskur. Tá fært tú eina æru og integritet, sum altíð og bara hevur rætt. Og tað er drepandi fyri næstan.
Í yrkingini hjá Fríðrik Petersen: Hvørjum man tykja vakurt hjá sær, nevnir hann Tróndar skarpa vit og Sigmundar bjarta hjartalit. Og tað eru góð ólavsøkuidealir. Men í søguni um Sigmundar harðrendu framferð, tá hann noyddi Trónd at taka við kristnari trúgv, fór hann útum gudsbarnatilsøgnina og setti boðskapin í orðunum: Sum sjálvan teg til viks. Tá varðaði hann ikki um sín kristna integritet. Tað sama kundi kanska verið sagt um Luther, tá hann skrivaði móti jødunum. Men harfyri er tað, sum ger, at Sigmundur er Sigmundur, og at Luther er Luther, ikki symbol fyri trúarterror ella inspiratión til nazistisk brotsverk. Ei heldur er føroyska kirkjan sum fólkakirkja við síni boðan av kristnum lívsforstáilsi og kristnari trúgv tekin um statsfinansierað heilavask, sum tað hevur verið prædikað. Tí identitetur og integritetur, sum er vaksin fram av ektaðari kristnari prædiku, vil ikki binda menniskju niður, men gera tey fræls til tænastu. – Gævi ólavsøkan sleppur at halda tað merkið høgt.
Fólkakirkjan hevur nú í tvey ár havt føroyska verðsliga umsiting. Hon er sjálvandi ikki – og má heldur ongantíð blíva - eitt verk á sama hátt sum landsverk og skúlaverk. Hon er kirkja Krists, sum við sínum lógarkarmum verður umsitin og røkt sum kirkja við biskupi á odda við myndugleika til - uttan risiko fyri sínum embæti - at taka kirkjuligar avgerðir, sum fremja trivnaðin í kirkjuliðunum.
Men kirkjan í Føroyum er eisini fólkakirkja av tí, at kirkjuligir og politiskir myndugleikar standa saman um uppgávurnar. Men samstundis er eitt mark, sum hvørgin myndugleikin eigur at fara um. Tí tá er vandi fyri – antin at fáa statsstýrt kirkjuverk ella eina maktkirkju, sum er vend móti landsins myndugleikum og øðrum, sum hava eina aðra meining. Bæði eru ein skaði. Ólavsøkan við skrúðgonguni, gudstænastuni og tingsetu er eitt gott symbol um fólkakirkju og land, sum eru felags og tó hava hvør sína uppgávu. Tað trívist ikki av sær sjálvum, men má røkjast og varðast um bæði av politiskum og kirkjuligum myndugleikum. Í teirri tænastu hevur ein ólavsøkuintegritetur sítt virði.
Í hesum sambandi, nú Tórahavnar býráð hátíðarheldur 100 ára virkisaldur, loyvi eg mær at nevna tað umhugsnið, kommunan hevur sýnt Havnar kirkju og umhvørvið rundan um, so at karmarnir um miðjuna í ólavsøkuni eru so virðiligir, sum teir eru. Fleiri enn kirkjuráð og prestar eru takksom fyri tað.
Tá ólavsøkan kallar okkum til at hoyra boðskapin í ógvisligu orðum Jesusar um at taka fylgjurnar av at fylgja sær, so er tað eitt kall til at lata lívið vera forankrað í Kristusi - ikki tí hann terroriserar okkum við síni makt, men tí hann í kærleika vil geva lív við meining. Tá okkara integritetur er forankraður í honum, fáa vit ráð til at vera heil og sonn í tænastu okkara fyri ein annan. Men um okkara integritetur skal trívast av at vinna allan heim, ella av at hava rætt til at trumfa síni sjónarmið ígjøgnum, um hann er treytaður av og bert trívast av at hava tey verðsligu vælsignilsini um hendur, so verður prísurin sál okkara, tað, sum ger, at tú ert tú, og at eg eri eg. Og tá standa vit á berum og eru bert heil og sonn í okkara egoismu. Og tað er antiólavsøka.
Temaið í ólavsøkuni er bæði boðskapur og innbjóðing, segði eg, er bæði tilsøgn og kall. Boðskapurin og tilsøgnin eru, at vit hoyra Kristusi til uppá ein sovorðnan tryggan máta, at vit kunnu nýta ta fjálgu myndina, at vit eru Guds børn. Tað er okkara identitetur. Og innbjóðingin og kallið eru, at vit lata tað fáa ta góðu fylgju, at vit varða um okkara integritet, at vit taka mót í hjarta og tora at vera sonn og heil í viðurskiftum okkara við medmenniskja og í tænastum okkara. Og júst á ólavsøku við so nógvum tiltøkum innan ítrótt og mentan og við nógvum menniskjaligum samverum, og tá løgtingið verður sett og landsins myndugleikar eru samankomnir – júst tá – á ólavsøku – verður kallað til at vera tann tú ert og vera heilur og sannur í tí, sum tær er litið til.
Og at enda: Í øllum hesum, sum hevur dám av krøvum til at gera tað rætta, má tað undirstrikast, at tað byggir á tilsøgnina frá Kristusi, at vit hoyra honum til, honum sum elskar okkum, tvs: sum satsaði lív sítt fyri okkum fyri at geva okkum lív og eina berandi vón. Tilsøgnin er ikki treytað av, at vit megnaðu kallið, men hon byggir á fyrigeving syndanna. Hon merkir, at syndiga ella svikafulla fortíð okkara, ella at vit fyri egnan fyrimun skúgvaðu integritet okkara til viks - tað verður koplað frá okkum. Og fullkomna lív og fortíð Jesusar verður givin okkum ístaðin. Syndanna fyrigeving merkir delete skuldina. Fyrigeving merkir ikki flyting av fortíð okkara til eitt annað drev, sum kann aktiverast nær sum helst og rekast okkum í nasarnar, men tað er totalt delete. Samstundis er fyrigevingin nýggjur kjansur til lív og tænastu. Syndanna fyrigeving er projekt fyri morgindagin. Tí syndanna fyrigeving gevur nýggjan setning fyri.
Góða ólavsøku og Jesus veri við øllum.
Amen