Nýggjársdagur
Luk. 2, 21 Fyrra tekstarøð
Prædika í Christianskirkjuni
Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas evangelistur, 2. kapitli, 21.v og tað ljóðar so í Jesu navni :
Og tá ið átta dagar vóru lidnir, og hann skuldi verða umskorin, tá varð navn hansara kallað Jesus, soleiðis sum tað var kallað av einglinum, áðrenn hann var gitin í móðurlívi.
Amen.
Prædika:
Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu!
Amen!
So hendi tað aftur. Eitt nýtt ár er komið okkum á møti. Og í dag stendur tíðin rættiliga still, og vit hava frið at hugsa bæði aftureftir og frameftir. Tíðin ella árið hugsa vit afturá, og tað sum hendi – tað vit gjørdu – og kanska serliga tað, vit ikki gjørdu.
Tíðin er løgin. Hon kann bæði vera lang og stutt. Og tíðin kann ganga skjótt og spakuliga. Vit kunnu keða okkum – ella vit kunnu brúka tíðina skilagott. Men hvat vit enn halda um tíðina, so er hon ymisk og skiftandi – frá uppliving til uppliving, so er tíðin bert løtur.
Løtur, har vit liva, og tær vit brúka. Og minnir okkara, tað eru eisini minnir, sum vit savnast um og minnast. Allar hesar løtur, sum vit ikki kunnu lata vera við at minnast, og sum aftur og aftur renna fram fyri okkum, sum dýrabærar løtur. Løtur vit hava við okkum fram í lívið. Løtur sum eru vornar ein partur av okkum. Góðar løtur, sum vit fegin minnast aftur á.
Men hjá hvørjum einasta menniskja eru eisini tungar løtur. Tí hesar løtur eru eisini ein partur av lívinum, sum vit ongantíð koma uttan um. Kanska fara hesar upplivingar spakuliga frá okkum, og vit koma til sættis við tær, sum frá líður og vit finna troyst í tí.
Tíðin. Eitt løgi hugtak. Og summi billa sær inn at hava vald á tíðini. Og vit skipa okkum soleiðis, inntil vit verða steðga, og gerast var við, at vit eru so tengd og knýtt at hvørjumøðrum. Ella vit uppliva góðar og brúsandi løtur, har vit gloyma tíðina, tí hesar løtur hava týdning fyri okkum.
Tíð – er tað nakað, vit hava – ella taka – ella geva. Vit kunnu halda tað. Men soleiðis er tað als ikki. Tað er tíðin, sum eigur og hevur okkum. Tað er tíðin, sum heldur okkum fast og leiðir okkum fram – longur og longur. Og at enda eru vit har, vit ikki vilja, tá søgan er úti, og lívið er komið at markinum. Tíðarinnar gongd og veldið og møguleikar er teir somu dag um dag, men vit kenna tað ivaleyst sterkast um nýggjársleitið, har mark ikki bara er sett millum dagar, men millum ár.
Vit líta fram ímóti nýggja árinum – forvitin og vónrík. Ella kanska stúra vit eitt sindur og kenna okkum í eini bíðistøðu. Og vit líta afturá við gleði og takksemi – ella í sorg, tí árið gjørdist tungt av sorg.
Eitt árskifti setir eitt greitt mark, eisini í okkara tíð og verð. Og vit kunnu hugsa um tíðina og hvussu vit brúka hana, og hvussu vit geva tíðina víðari. Tað kann vera trupult existensielt og heimspekiliga, men tó heilsugott av og á. Tí lívið far einki innihald og verður ikki betur av tí, um vit altíð og stund hava ein slíkan skund, at vit ikki hava tíð at hugsa um mál og mið í lívinum.
Vit koma einaferð fram til tíðarinnar enda. Og tó skulu vit ikki stúra. Tí tað, sum er galdandi í tíðini, tað verður galdandi altíð. Og tað sum er galdandi í tíðarmeldrinum, er Guds lyfti til okkum menniskju: ”Sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda.” Tað er einasta stavnhaldið, vit hava. Og tað er ríkiligt. Tí hann, sum er við okkum er skapari himins og jarðar. Hann, sum valdar bæði rúmi og tíð, alveldis Gud. Hann, sum bjóðar okkum hondina at leiða okkum og fylgjast við okkum allan vegin.
Tíðina hava vit. Taka vit. Geva vit. Halda vit. Tó er tað tíðin, ið valdar øllum. Og vit hava Harran. Hann fylgdi okkum í farna árið. Harrin fylgir okkum í nýggja árinum. 2011 eitur tað nú – og tað ljóðar eitt sindur fremmant fyri okkum enn. Nýggj óskrivað søga liggur fyri framman, nógvar góðar løtur saman, og vit ynskja hvørjum øðrum, at allar løtur verða góðar og vælsignaðar av Gudi fyri ein og hvønn okkara. Um vit taka evangeliið tekstin til okkara, so verður tað soleiðis, tí: ”Hann fekk navnið Jesus!”
Tí eins og Josva førdi og leiddi fólkið úr oyðimørkini inn í lívsins játtaða land. So vil Jesus vil leiða og vegleiða okkum inn í livandi landið. Hann er tann, sum fylgir og gongur undir liðini á okkum allar ársins dagar, so vit hvørja løtu liva Gudi nær.
Jesus merkir: Gud frelsir, og har er okkara tryggleiki og frímóð at byrja eitt nýtt ár. Tí nú eru vit ikki latin upp í hendurnar á tíð og lagnu, ella í ringasta føri, latin upp í hendurnar á okkum sjálvum. Men vit eru latin uppí hendurnar á Guds náði og kærleika.
Ella sum vit syngja í vakra sálminum (SFK 532):
Ver vælkomið, Harrans ár,
Fegin fagna vit tær!
Sannleiks Gud, lat títt heilaga orð
Vera ljósið og lívið hjá okkum í norð!
Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
Framtíðin er øðrvísi, hon er opin og ókend. Opin fyri bæði fyri góðum og minni góðum. Vit vóna, at ynskir og dreymar okkara gerast veruleiki samstundis sum vit stúra fyri ólukkum, líðing og deyða. Í framtíðini kann alt henda. Tað er bæði undurfult og ræðandi.
Framtíðan er eitt dýpið av møguleikum. Hvønn dag velja vit ein ella fleiri av hesum møguleikum. Og hvørja ferð, vit velja ein møguleika, steingja vit nakrar aðrar møguleikar úti, men opna samstundis fyri øðrum møguleikum. Vit skapa framtíðina við at velja – bæði til og frá.
Men okkara framtíð er eisini tað, sum vit onga ávirkan hava á. Tað, lívið bjóðar okkum bæði av góðum og minni góðum. Og tí, sum hendir okkum, vegna tað, sum onnur menniskju velja. Alt hetta ger, at framtíðina kunnu vit mangan onki siga um, hon liggur ókend og opin.
Hóast vit fyrireika og hugsa okkum væl um og leggja realistiskar ætlanir, so kann framtíðin gerast ein heilt onnur, enn vit høvdu roknað við – bæði betur enn væntað ella miseydnað.
Framtíðin liggur opin – alt kann henda. Bæði tað mest ræðuliga og tað mest undurfulla.
Tað er ikki so løgið, um vit stúra fyri framtíðini, sum er undirgivin mannaavgerðum. Ikki minst hugsa vit um veðurlagsbroytingarnar, dálking, yvirgang og kríggj. Tað hevur altíð verið orsøk til stúran fyri framtíðini av góðum grundum.
Og í dag á ársins fyrsta degi, her ongin kennir, hvat fer at henda úti í heimi ella í okkara privata heimi í hesum nýggja ári. Tað er altíð ein grund fyri umhugsan – men hóast hóttanir so hava vit boðskapin um ikki at óttast.
So vónin er okkara akkersgrund og lýsir okkum vegin fram á leið.
Legg alt í Guds hond, og gott nýggjár!
Amen!