Nýggjársaftan
Guð, tú sum valdar ævum øllum, og avger mansins dagatal, tú varði væl mín fót frá føllum, ta stuttu stund eg liva skal. Tað er bøn okkara, at tú eisini í tí nýggja ári vil leiða okkum fram á veg, takk fyri trúfesti og náði tína. Amen.
Men eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Guð mín! Í tíni hond eru forløg míni! Sál 31,15-16
Vit eru á gáttini til eitt nýtt ár. Árið 2016 er við at halla, 2017 stendur opið og ókent fyri okkum, 52 óbrúktar vikur og 12 nýggir mánaðir. Eitt ársskifti er við at skerpa sinni. Tankarnir leita aftur á árið, ið fór. Tað er nógv at gleðast um og takka fyri, løtur, sum ein goymir í hjartanum við gleði. Men tað eru óivað ikki bert góð minnir. Har vóru vónbrot, niðurløg, svik og kanska ein til tíðir kendi seg gloymdan. Tað er nógv, sum skuldi verið ógjørt, og annað, sum skuldi verði gjørt, men var av ongum. Hvat hevur nýggja árið at bera okkum?
Heimsstøðan sýnist ikki at batna. 2016 hevði ymist við sær eitt nú kríggj, zika virus, terror atsóknir bæði í Bruxelles og Nice, jarðskjálvti í Ecuador, ódnin Matthew rakti Haiti, 842 menniskju lótu lív og 30.000 gjørdust heimleys. Ikki vóru bert døpur minnir í 2016, eisini vóru hendingar, ið fløvaðu hjarta. Kanska var hetta árið, har tit gjørdust foreldur, ella omma og abbi, ella tit góvu hvør øðrum tykkara ja. Hvussu verður framtíðin ? Tað vita vit ikki. Um eitt lítið bil taka vit stigið frá nútíð inn í framtíð. Fyri øllum er ein avmarkað stund, sigur Prædikarin í Gamla Testamenti, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð. Hetta kenna vit í kvøld, gamlaárskvøld, nú bíðað verður eftir nýggja árinum - alt hevur sína tíð - sjálvt tíðin er avmarkað av tíðini.
Nøkur okkara hava óivað hoyrt gomlu orðini, tá ið fólk bóðu hvørjum øðrum farvæl: “Um Guð vil, og vit liva, so hittast vit aftur eina aðru ferð.” Hetta er meira sjáldsamt at hoyra millum manna í dag. Hava vit í okkara samtíð gloymt, at tað er Guð, ið valdar ævum øllum. Hvat hendir, um hesi trý orðini “Um Guð vil” falla burtur úr lívi okkara, er tað ikki eitt tekin um eitt lív í Gudloysi? Halgabók lýsir tað, sum hugmóð frá okkara síðu, tá ið vit menniskju enda har, tá ið lív okkara er ein long keta av ætlanum, ið vit hava ið hyggju at seta í verk. Tá ið liðugt er, leggja við aðrar ætlanir. Tað er dýrabart, at Guð hevur givið okkum evni at leggja til rættis. Men henda gáva kann eisini verða okkum til fals, um vit gloyma tey trý orðini: “Um Guð vil.” Lívið gevur okkum tvinnar møguleikar. Vit kunnu leggja lív okkara í Guðs hond, ella taka tað í okkara egnu. Okkara hendur eru óróligar, fjálturstungnar og veikar. Vit eru stúrin fyri framtíðini, og vit eru óttafull fyri deyðanum. Vit megna ikki altíð lívið, og vit koma so skjótt til at oyðileggja tað. At taka lívið í egnar hendur er ikki bert eitt váðaverk, tað er lagnutungt. Tí eiga vit at gera eins og sálmaskaldið: “Men eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Guð mín! Í tíni hond eru forløg míni.” At leggja okkum í Guðs sterku hendur gevur tryggleika og hvílu. Tað er vónin, vit eiga í Jesusi. Eitt lív uttan vón, er vónleyst.
Yvir inngongdini til Helvedia í Dantes guddómligu komediu standa orðini: ”Her lades alt håb ude.” Hesi orð kundu eisini staði yvir inngongdina til týningarleguna Auschwitz, men har stóð: “Arbeit macht frei”, tó har var øll vón úti. Ein av teimum, ið kom frá týningarleguni við lívinum var Viktor Frankl, jødi og sálarfrøðingur. Hann var í holt við at skriva doktaragrad. Hann smuglaði tað, hann hevði skrivað inn við í leguna, men hermenninir funnu skjølini og kastaðu tey í eldin. Hann setti seg at rokna, hvussu stórur møguleikin mundi vera fyri, at hann kom livandi út aftur úr Auschwitz. Hann kom fram til, at útlitið var um 2% . Hóast hesi trongu kor setti hann sær fyri at endurskapa bók sína. Tað gjørdi hann við at skriva smáar seðlar, bygnaðin í bókini, og so trýsti hann hesar seðlar niður í trærimarnar í songini. Hann hevði eina ætlan og eitt endamál: at liva og yvirliva. Í bók síni ”Psykologi og eksistens” greiðir hann frá, at eitt av tí, hann hevði lært var, at tey, ið hava eina ætlan og eitt endamál, nakað at liva fyri, hava størri møguleika at yvirliva. So leingi vón er, er lív.
Ein rabbini, Hugo Grynn sat sum barn i Auschwitz. Hann minnist, at í øllum ræðuleikunum hildu jødarnir Hanukkah - ljóshátíðina hjá jødum.
“Eg minnist sum smádrongur, at pápi tók tað síðsta smørið, við høvdu. Hann skræddi eitt lítið pettið av klæðum sínum, og gjørdi eitt ljós. Í tí hann skuldi tendra, rópti eg:” Nei pápi, hatta smørið er tað síðsta, vit eiga. Hvussu skulu vit so yvirliva?” Pápin svaraði:”Vit kunnu liva í nógvar dagar uttan mat, men vit kunnu ikki liva ein einasta minutt uttan trúgv og vón.”
Ein stórur týskur heimspekingur í farnu øld, segði: “Eitt menniskja, ið veit hví, kann nærum bera alt.” Eg eri hamur um at avdúka, at hetta er sami persónur, ið segði: Guð er deyður, Nietzsche, - eitt menniskja, sum veit hví, kann nærum bera alt.” Legg til merkis tað lítla orðið nærum. Honum manglaði Guð. Nietzsche bygdi ikki á nakað, ið kom uttanífrá at hjálpa og stuðla, tí í hansara høvdi var Guð deyður. Tí var ikki nakað annað, ið kundi bera enn menniskjan sjálv. Og hetta er tann stóri munurin ímillum kristindóm og alt annað. Munurin er hin livandi Guð, ið hevur kveikt eina vón, og sum Paulus sigur: “Vónin ger ikki til skammar.” Jesus tendrar vón í hesum heimi.
2017 verður eitt sermerkt ár fyri Luthersku kirkjuna, har vit kunnu hátíðarhalda, at 500 ár eru liðin síðani trúbótina. Hevur tað, sum Luther kom fram við, nakað at siga okkum nútíðar menniskjum? Fyri mær at síggja er tað ongantíð meira aktuelt enn í dag, har vit liva í eini mentan, har hægsta mál er at avrika og gera mun. Vit vilja helst avrika nakað serstakt og leggja nakað eftir okkum.
Okkara samleiki er knýttir at, hvat eg kann avrika. Útbúgving og yrkisleið, heilsa og hjúnalag, børn okkara, inntøka og nýtsla er okkara egna ábyrgd, Vit kunnu ikki hvíla í okkum sjálvum, áðrenn vit fáa alt hetta at hanga saman. Vit megna ikki at vera nærverandi, tí vit samstundis er noydd at fylgja við, hvat hendir aðrastaðni. Hetta leggur stóra ábyrgd, á hin einstaka. Fylgjurnar eru strongd og máttloysi. Hjá okkum er tað ikki, sum hjá Lutheri, kirkjan, men samfelagið, arbeiðsplássið, mentanin og vit sjálvi, ið krevja av okkum, at vit skulu gera okkum uppiborin. Vit skulu rættvísgera okkum gjøgnum okkara gerðir. Luther var á ein hátt merkir av strongd, hann kendi seg ófullkomnan. Men tá hann í Rómverjabrævinum las, at vit eina av trúgv verða rættvísgjørd, lótust eygu hansara upp.
Tað er ikki tað, vit sjálvi kunnu útinna, sum gevur lívinum virði, men tað sum Guð hevur gjørt. Frelsan er ein gáva og ikki ein samsýning fyri fyrimyndarligan atburð. Henda opinbering setti Luther í frælsi frá hugsanum, um alla tíðina at skula gera seg uppibornan til lívið. Tað sum vit megna at útinna, kann vera gott og gagnligt fyri okkum og onnur við. Men tað er ikki tað, sum frelsir eina menniskju frá glatan burtur frá Guði, tað er eina trúgvin á Jesus og fullgjørda verk hansara. Tá ið eygu okkara latast upp fyri hesum sannleika, at við trúnni á Jesus eri eg rættvísgjørdur fyri Guði, havi fría atgongd, eg eigi ein frið, ið ber yvir øllum, tá kann eg møta tí nýggja árinum við frímóði.
Lat 2017 verða árið, har vit seta okkum málið: at koma nærri Guði og vilja hansara, og liva í hesum: um Guð vil. So bøn okkara kann vera eins og bøn Dag Hammarskjőlds:
Gev mær eitt reint sinni - at eg má síggja teg.
Eitt eyðmýkt sinni - at eg má hoyra teg.
Eitt kærleikans sinni - at eg má tæna tær.
Eitt trúarinnar sinni - at eg má liva í tær.
Amen