Jóladagur (2)
Tekstur: Luk. 2, 1-14. Fyrra tekstarøð
Kendi amerikanski rithøvundurin Mark Twain eigur hesi orðini : “Eg eri vorðin ein gamal maður, og eg havi havt almikið av stúran. Men tað mesta av tí, ið eg stúrdi fyri, hendi ikki.”
Tað er jólaboðskapurin í síni innastu kjarnu, at okkum er ein frelsari føddur, ið vil greiða gøtur várar. “Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði.”
Tað er eyðvitað menniskjum íborið at stúra, og viðhvørt er skilagott við varni og hóvsemi. Hin kristni boðskapurin er trúgvur mótvegis veruleikanum. Jørðin skal takast í álvara, og uppgávan, ið loysast skal, eigur ikki at verða prædikað burtur, sum um onki var á vási.
Tá tað er sagt, er tað vert at minnast vísdómsorðini hjá Mark Twain. Tað mesta av tí, ið hann stúrdi fyri, hendi ikki.
Hin jaliga hugsanin vellir fram úr vísdóms keldu. Tilgongdin til lívsins stóru spurningar er avgerandi fyri úrslitið. Soleiðis, sum farið verður til verka, nakað soleiðis verður úrslitið. Um ikki altíð, so mangan, tí tað eru umráðir, har vit standa hjálparleys t.d. við tær stóru rembingarnar í náttúruni ella lívshóttandi sjúku.
Hin jaliga hugsanin staðfestir máttin í vónini. At eiga vónina, síggja møguleikar og arbeiða ávegis. Vónin føðir úrslit, ið mistreysti ongan møguleika hevur at síggja.
Tað er erkibiskupurin í Suður Afrika, Desmond Tutu, ið hevur sagt hesi kendu orðini : “Tað er eingin støða, ið ikki kann broytast. Eingin er heilt uttan vón. Tað eru eingi viðurskifti, ið ikki kunnu broytast av vanligum menniskjum og teirra natúrligu viðføddu evnum til kærleika.”
Vónin er ein styrki, ið ber ávegis og framá. Eisini tær løtur, tá illa veit við og tað, vit vónaðu, miseydnaðist. Vónin sær ein nýggjan møguleika og minnist til tøkkina fyri farnar dagar.
Viðrák er gott, men tað er valla satt, at viðrák altíð er løtt sigling. Hoyrdi sjómann siga, at tað krevst góður sjómansskapur at sigla í hørðum streymi og hava viðrák.
Tað avgerandi til lívsins fyllu og eitt innihaldsríkt lív er tøkkin. Minnast vit tøkkina, so verður tað sætt í okkara egna lívi, at tað grør um gangandi fót. Tøkkin er sáðkorn í gerandisdegnum, ið veksa og spretta sum trivnaður millum manna.
Vónin og tøkkin eru amboð, ið veruliga muna og kunnu broyta heimin til ein betri stað fyri flest møgulig.
Hin kristna trúgvin, sum kemur frá Guði sjálvum, kemur uttanífrá. Hin kristna trúgvin hevur jørðina sum virkisøki og leikpall, tí tað er Guð sjálvur sum í syni sínum Jesusi kemur til jarðar. Hin kristna trúgvin er at síggja jørðina við himmalvendum eygum.
Júst her á jørðini gagnar vónin, tí hon umboðar frelsarans skapandi mátt. Klæða vit vónina í gudfrøði, so kunnu vit við ápostlinum Paulusi siga : “Tí at í vónini eru vit vorðin frelst; men ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær?” (Róm. 8,24)
Á ein hátt verður tað ytra, Jesu koma til jarðar í holdi, til eina styrki í okkara innara menniskja, so vit kunnu liva lívið innanífrá og út.
Vit kunnu við føðing Jesu lata okkum endurføða til livandi vónar. Síggja vit Jesus sum frelsu Guðs og okkara frelsara, so hava vit møguleikan at liva lívið á ein skilagóðan hátt, har tey smáu tingini fylla lívið við góðsku.
Hugsanin og tankin eru týdningarmikil amboð, tá hugsað verður um lívið og tess møguleikar. Vit kunnu umseta hugans yrki til gagns og gleði, skapa frið og ró, skapa vón ella mistreysti.
Úr himlinum til jarðar kemur Jesus jólanátt. Guð tók í vísa ráði sínum ta avgerð, at mannaættin skuldi fáa ein frelsara. Tá menniskjan fall í synd og harvið órógvaði lívið á jørðini, tók Guð ta avgerð, at menniskjan skuldi fáa ein nýggjan møguleika. Syndafallið er orsøk til frelsu Guðs í Jesusi Kristi.
Uttanífrá og inn í okkara tilveru kemur Jesus og bjóðar okkum eitt nýtt lív, eitt gott og innihaldsríkt lív.
Hesi jólini eru okkara møguleiki. Farin jól og farnar høgtíðir kunnu vera góð og fjálg minnir. Men so fáum royndist lívið einvíst gott. Tey flestu snáva í lívsins leiki. Lívið er ei heldur altíð so lætt og líkatil.
Hesi jólini eru okkara. Vit eiga løtuna nú. Vit eiga dagin í dag, og júst henda løtan og hesin dagurin er okkara møguleiki.
Vit hava viðhvørt lyndi til at stara okkum blind í tí, sum farið er. Vit eru dugnalig til neiliga hugsan um okkum sjálvi. Sjálvt um tað er rætt at seta krøv til sín sjálvs, so er tað ikki einvíst rætt at døma seg sjálvan náðileyst og uttan miskunn. Sagt á annan hátt, tað er skilagott at lata Guði dómin í hendi. Hann er ein rættvísur dómari, og náði hansara er nýggj á hvørjum morgni.
Vit læra av okkara føllum og mistøkum, sjálvt um tey viðhvørt eru dýrt goldin. Vit kunnu ikki liva lívið aftureftir. Tað farna er farið. Hinvegin kunnu vit umseta farnar dagar til lívsvísdóm, so vit í dag og frameftir eru klókari og vísari enn áður.
Tað er rithøvundurin Arthur Miller, ið segði henda setningin : “Uttan okkara feilir eru vit eitt null.”
Uttan at dyrka føll, mistøk og niðurløg, so er tað andaliga satt, at hin kristna trúgvin hevur tað svárt, um vit ikki staðfesta og játta synd og mistøk. Tað er ein av fremstu kristnu sannleikunum, at tann vandamesta lívsførslan er júst hon, ið ikki sær síni egnu mistøk.
Um vit ikki síggja okkara egnu synd, so er synd í okkum. Tí uttan okkara feilir eru vit eitt null. So hava vit tvørrandi lívsroyndir og liva í eini lívslygn, har vit halda, at her er friður og eingin vandi. Har sjálvgóðskan syngur niðurlagið, at her stendur væl til, har er torført hjá fjósføddum barni at fáa innivist sum frelsari heimsins.
Uttanífrá og inn í okkara tilveru kemur Jesus og bjóðar okkum eitt nýtt lív, eitt gott og innihaldsríkt lív.
“Mítt hjarta tilhald hevur, // har Jesus føddur var. // Mín hugur hagar dregur, // sítt mið hann hevur har. // Har býr mín longsul inni, // har fær mín trúgv alt gott. // Tú fert mær ei úr minni, // tú fagra jólanátt.”
At lata hjartað støðast við Jesu føðing, gerast hugtikin og tilbiðja. At ankra hugin og hugans virki, har Jesus føddur var. At hava Jesus sum hugans mið at rógva útfrá og afturá. Hjá fjósføddum frelsara, - har býr mín longsul inni, har fær mín trúgv alt gott.
Uttanífrá, frá Guði sjálvum, fáa vit styrki til at liva livið innanífrá. Har Jesus fær innivist í hjørtum manna, har skapar hann ein frið, so eygað fær stundir at síggja nakað, ið ikki sæst, har ófriður valdar.
Sagt á annan hátt, so er trúgvin á Jesus ein góður lykil, ið vit kunnu nýta til tess at njóta jarðarlívið. Tað stóra og tignarliga varðveitir sína góðsku. Tá smáa og vanliga verður til signingar. “Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.” (Matt. 6,21)
At liva lívið innanífrá merkir í kristnu trúnni, at ljós heimsins, Jesus Kristus, er ljósið í okkara egna lívi. Tað merkir, at keldan við orku streymar ígjøgnum okkum, so vit hava gagnligt árin á umhvørvið og tey, vit liva saman við og ferðast ímillum.
“Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.” (Matt. 6,33)
Henda endurnýggjan av hugans virki letur okkum síggja tað stóra í tí smáa og heilt vanliga. Á ein hátt verður skapanarverkið heilagt, tí tað er skapað av lívsins Guði, ið er heilagur.
Ein góðan summardag í fagrasta veðri er tað lætt at síggja Guðs fingramerki. Ein ódnardag á vetri síggja vit tignarligu megina í náttúruni. Tá sólin rísur í eystri ella setur í vestri, kann tað vera ein avbera føgur sjón, ið minnir á Guð sum skapara.
Men tá lívið hevur tað svárt og tykist miseydnað, og vit snáva í lívsins leiki. Tá tykist tað torførari at síggja og staðfesta, at lívið, ið vit meta syndarligt, er heilagt. Guðs heilagleiki halgar tað miseydnaða og tað hjá okkum, ið vit sjálvi ella onnur meta sum miseydnað.
Tað er tað heilt vanliga, sum í føðing Jesu fær himinsins signing. Sjáldan verða hirðar, seyður og ein krubba havd á lofti, tá stór tíðindi berast. Tað fólksliga, tað almenna og fátæka er karmur um føðing Jesu.
Jólini eru ein kensluborin høgtíð, og vit mega staðfesta, at lívið verður livað innanífrá. Tað er støðan í mínum hjarta, ið avger, um tey ytru viðurskiftini verða mett hóskandi ella ikki. Ein gáva er altíð ein gáva, men tað er móttakarin, ið avger, um gávan verður mett virðismikil ella ikki. Viðhvørt er tann bíligasta gávan hin dýrmætasta.
Jólini á hesum sinni koma ongantíð aftur. So vert er at liva henda dagin heilt og fult. Hyggja rundan um seg og staðfesta, at júst samveran og samskiftið er lívið. Tað at geva hvør øðrum gætur og lata eyguni møtast.
Spurningurin er viðkomandi, hava vit rúm fyri Jesusi í okkara hjarta? Ella skal Jesus liggja, har biddarin má tiggja sær vetrarvist og skjól?
Í staðin fyri at stúra fyri framtíðini kunnu vit hvønn dag liva ein dag í senn. Møguliga verða vit so heppin, at tað, vit stúra fyri, ongantíð verður veruleiki. Saman við Jesusi eru góðir dagar betri. Saman við Jesusi er kreppan altíð minni, sjálvt um hon er svár.
Hann, sum klæðir blómurnar á markini og matar fuglarnar, vil geva forløgum várum gætur.
Nei, hjarta, sál og sinni // skal nú upplatast tær. // Har skal tú búgva inni, // kom, Jesus, gist hjá mær. // Tað er ei fremmant býli, // so dýrt tað keypti tú. // Nú tryggur her tú hvíli // í kærleika og trú.”
Gleðilig jól! Amen!