Hvítusunnudagur (6)
2017
Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum gleðiliga Hvítusunnu. Nú er hátíðin, har vit hátíðarhalda, at vit sum kirkja eru eitt, Guðs Heilaga Anda at takka, sum bindur okkum saman- eisini tá vit hugsa, at vit eru so ymisk, at tað verður torført at finna ein felagsnevnara. Antin sum kristin ella í heila tikið sum menniskjur. Og hjá okkum er tað nú vorðin siður at fara útum at njóta summarið og serliga Andan í Guðs fríu náttúru.
Á hvítusunnu fáa vit forteljingina um lærusveinarnar, sum upplivdu fyrsta hvítusunnuundrið. Frá at hava gingið tungir í huga og niðurboygdir í sorg, varð brádliga ein serligur andi til staðar, sum fylti húsið og gjørdi alt nýtt. Tað fór eitt suð gjøgnum rúmið og hjørtu og tungur brendu. Tað sum fyrr var grátt og líkasælt eftir Jesu Himmalsferð, spratt nú út av nýggjum og lívið tóktist endaleyst. Uppfyltir av heilaga andanum var tíðin nú komin at reisa seg og fara út í víðu verð við gleðiboðskapinum.
Um vit fara aftur - heilt aftur til mytologiska tíð, so finna vit bakgrundin handan hvítusunnuundrið í søguni um Bábel.
Tá vit á Hvítusunnu hoyra um mál-ruðuleikan í Bábel, so er tað júst tað sum er áhugavert at hefta seg við. Tann gamlatestamentiliga forteljingin vísir nemliga til ein elligamlan kommunikatiónstrupulleika. Fólk hava síðani upphav tíðarinnar hugsað um hví menniskju, sum annars líkjast hvørjum øðrum, ikki kundu skilja hvønannan. Niðurstøðan bleiv at Guð hevði blandað málini tí fólk vóru blivin ov hugmóðig og egoistisk. Og nakað er sjálvandi enn um tað, tí hann sum bara sær seg sjálvan, skilir ikki onnur óansæð hvat mál verður tosað.
Forteljingin um Jesu lív sigur okkum, at við Jesusi varð nakað avgerandi nýtt hent. Guð hevði sæð menniskjað, og hvítusunnuundrið er mót-søgan til málruðuleikan í Bábel. Á hvítusunnu kemur Guð aftur í heimin fyri at savna tað, sum fyrr var spjatt. Við Heilaga andanum skal menniskjað skilja og duga at samskifta, eisini har, sum øll vón er fánað burtur.
Í so máta er er hetta enn aktuelt í 2017. Vit eru so ymisk á máli, at vit hava brúk fyri at verða mint á, at tað er ikki við egnari mátt og megi, at vit skulu halda saman. Vit hava Heilagi Andin fyri neyðini sum kann halda fast í okkara medmenniskjansligheit, og kann geva okkum hjørtu av kjøti ístaðin fyri steini. Hyggið tykkum um kring, og tit síggja uttan iva onkra, sum tit eru ósamd við bæði í politiskum og átrúnaðarligum spurningum. Hvítusunna er at verða mintur á, at vit skulu savna ístaðin fyri at spjaða, tí Guðs kirkjulið er og verður eitt, óansæð hvussu nógva orku vit brúka uppá at at døma um røttu trúnna.
Kristus og kirkjuliðið skula vera ein eind, sum er samanbundin av kærleikans bandi. Tað kann verða ein avbjóðing at varðveita eindina, tí tað er so nógv sum vit kunna vera ósamd um. Tað hevur gjøgnum tíðirnar ført við sær at eitt ótal av kristnum trúarrørslum og rætningum eru føddir. Í kirkjunum eystanfyri hava tey diskuterað, hvørt presturin skuldi lýsa signingina við einum ella tveimum fingrum. Skal prestur hava fullskegg ella ikki?- hevur man eisini kjakast um.
Hetta er so sanniliga ikki fremmant hjá okkum her í Føroyum, hvar kristindómurin gongur í nógvum bólkum. Her hava vit eisini kjakast um evnir, sum hava ført til spjaðing. Skula vit drekka av sama kaliki ella ikki. Kunna kvinnur gerast prestar? Kunna fólk sum fyrr hava verið gift giftast uppaftur? Osv.
Alt samalt diskussiónir sum hava fingið kirkjuliðini til at fara hvør í sína ætt. Men hví er tað so umráðandi við teirri eind, sum Jesus undirstrikar? Jú, tí at tað at verða kristin snýr seg um nakað so grundleggjandi djúpt, at ein kann ikki gera solokarrieru so at siga. Tað er ikki tað sama sum at verða limur í einum fimleikafelag ella í einum kóri, hvar man bara meldar seg út um man blívur fornermaður ella stoyttur. Tá tað snýr seg um trúgv og eksistens er tað ikki líkamikið, man hevur á ein annan hátt ábyrgd yvirfyri sínum medmenniskjum. Eindin tvørtur um kristin trúarmørk er júst trúgvin á Jesus Kristus, sum frelsari okkara.
Styrkin hjá Fólkakirkjuni er, at hóast sera samansetta kirkjuliðið við nógvum ymiskum meiningum, kunna vit ganga saman undir krossins merki. Ein hirði, eitt kirkjulið, leidd av heilaga andanum.
Veikleikin liggur har hvar partar av kirkjuliðnum siga: Nú hava vit funnið sannleikan! Um tit ikki eru samd í okkara tulking av bíbliuni, so eru tit ikki røtt kristin. So nú skilja vit okkum frá og fara ein annan veg. Úrslitið er: Ein hirði, men ikki longur bara eitt fylgi.
Man sær ræðumyndina fyri sær: Eitt ótal av kristnum samkomum, sum allar vilja vita at tær hava funnið sannleikan. Ein rúgva av samkomum sum ikki vilja hava nakað við hvørja aðra at gera – tí allar hinar eru ikki rætt trúgvandi. Hvør hevur so rætt? Og hvør skal taka dagar í míllum hvør hevur rætt? Ein hagi við mongd av hirðum, og fullur av vilstum seyði.
Var tað tað, sum var meiningin? At kirkjuliðið skuldi taka nýggja kós og verða spjeidd, tá fólk gjørdust ósamd? Sjálvandi ikki, tað sigur seg sjálvt. Tað sum tann kristni skal leggja seg eftir, er at elska Guð av øllum hjarta sínum og næstan sum sjálvan seg. Og samvistskufult tulka bíbliuna. Og hvør so hevur rætt – skula vit drekka av sama kaliki ella fleiri, hvat man má ella ikki má, tað verður ikki okkara avgerð. Uppgáva okkara er at liva í kærleika til Guð og næstan og fylgja tí sama góða hirða – Kristus.
Í hesum samanhangi er ein lítil søga ella vittigheit, sum eg kundi fortalt:
Hon snýr seg um eina himmalska ferðaskrivstovu, sum sjálvur sankta Pætur arbeiddi á. Ein seinnapart hevði hann rundvísing í Himmalnum. ”Aftanfyri hasa dyr búgva allir katolikkanir, sum eru í Himli” segði Sankta Pætur og ferðaliðið nikkaði og lurtaði væl eftir. So fóru tey víðari. Aftanfyri hesa hurð, búgva allir babetistanir, sum eru í himalnum, fortaldi sankta Pætur við næstu dyr tey komu til. Soleiðis gingu tey runt í Himmalnum. Eftir at tey soleiðis høvdu gingið um kring í Himmalnum og vitjað nógvar dyr og tey vitjandi høvdu glett seg um allar teir búðstaðir, sum vóru í Himmalnum vendi Sankta Pætur sær á og segði Sshhh! So teskaði Sankta Pætur: ” Har inni búgva allir Lutherianarnir”. Síðani fekk hann alt fylgið at ganga í tøgn víðari. Tá túrurin varð liðugur spurdi ein úr ferðaliðnum, hví tey skuldi ganga tigandi framvið Lutheranarnum? Sankta Pætur svaraði: Tað er tí at Lutheranarnir halda framvegis at teir eru teir einastu í Himmalnum!
Hetta er jú bara ein vittigheit, men hon sigur nakað um, at tað eru ymiskir mátar at trúgva uppá. Ymiskleikirnir eru ikki lika mikið, men tað er als ikki vist, at tað eru teir, sum eru avgerðandi í Guðs eygum.
Eg haldi at vittigheitin passar so deiliga væl uppá okkum í Føroyum. Vit øsa okkum upp um hvør meinar hvat, og hvør hevur Guð á sína síðu, at vit ikki síggja, at vit eru eitt. So ymisk, sum vit eru, seta vit okkara álit á ein frelsara, Jesus Kristus. Ein og hvør er sælur í sini trúgv, sigst.
Okkara avbjóðing er, at vit hava Eina bíbliu, men við henni eru eitt ótal av møguleikum fyri, hvussu hon skal skiljast. Vit muga taka hana djúpt alvorligt, men kanska ikki altíð bókstaviligt, tí so gongur tað galið. Hvussu bíblian skal tulkast er í síðsta enda ein samvitskuspurningur hjá einumhvørjum trúgvandi.
Hvør hevur tað røttu tulkingina? Spyrja vit Jehovas vitnir, vilja tey siga at tey hava rætt. Spyrja vit katolikkar, siga teir, at teir hava rætt. Og senda vit eina mikrofon runt her í kirkjuni í dag, fáa vit eisini ymisk boð uppá, hvat kristindómur merkir. Svarini eru mong, og sjálvt um vit hava trúarjáttanir, sum eru okkara felags grundarlag, so eru tað næstan líka so nógvar útgávur av kristintrúnni, sum tað eru menniskjir.
Tí er umráðandi at halda fast við livandi trúnna og ikki gerast blind og steðga har, hvar vit sjálvi halda at sannleikin liggur. Guðs kirkulið er altíð á ferð við Heilaga andanum sum sannleikans vegvísara.
Hetta merkir ikki, at tað er líka mikið hvat vit meina – als ikki. Men vit hava fingið frælsið til at liva okkara lív, ikki eftir einari lógreligión, sum sigur okkum neyvt hvat vit skula og ikki skula, men eftir ábyrgd yvirfyri Guði og næstanum. Vit skula taka egnar avgerðir um hvussu vit liva hvønn dag – alt meðan vit ganga undir krossins merki saman við okkara næstum. Vit kunnu sagtans hava trúarfelagsskap, sjálvt um vit ikki tulka eins.
Kirkjunar samljóð er ikki hótt av, hvat grannin heldur um politik, hjúnabandslógina, kirkjusiðir ella okkurt annað. Samljóð og eind kirkjunar er einans hótt av tí eina persóni, sum vit hvør í sínum lag heilsa í speglinum hvønn morgun. Vil hann ella hon síggja sín granna sum eitt javnmett menniskja, sum man kann hava trúarfelagsskap við, óansæð alt tað sum skilir? Tí kristendómur er og verður ein tvørkirkjuligur felagskapur. Jesus er víntræi, vit eru greinanar. Skild frá honum kunna vit als einki gera
Má Heilagi Andin geva okkum tað, sum skal til fyri at vit kunna koma í eygnahædd og síggja hvønannan, sum tey vit í veruleikanum eru, ístaðin fyri at fokusera uppá tey ting, sum fáa okkum at líkjast onkrum heilt øðrum, og sum ger, at ráðloysið gerst totalt eins og í Bábel á sinni.
Má Guð í dag senda okkum kraft kærleikans, sum brýtur niður allar teir garðar, sum vit laða upp okkara millum.
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, Faðir, Syni og Heilaga Anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!