6. sunnudagur eftir páskadag (1)
Tekstur: Jóh. 15,26ff og 16,1-4. Fyrra tekstarøð
1. tr. : Jóhannes 15,26ff og 16,1-4.Tað andar av vári og lívi. Tað er ljóst, og ljósið mennir og lívgar. Tað er nakað til, sum vit eru ein partur, men ikki fáa gjørt stórvegis við. Árstíðin er endurtøka. Veðrið er uttan fyri avgerð hins einstaka, og tó ávirkar tað okkum almikið. Viðhvørt er sinnið og lagið ein beinleiðis fylgja av veðrinum.
At ytri viðurskifti ávirka gerandisdagin er ein sannroynd. Í yrki á sjógvi, landi og flogferðslu kenna vit lívsins skuggasíðu. Tilburðir hendu, ið settu djúp spor í tilveruni. Viðhvørt kostar tað lívið at liva, - andlát og lívlát. Umstøðurnar broyttust, tey, ið sótu eftir, hildu fram, - men gerandisdagurin og innihaldið varð øðrvísi. Ein tómleiki, ein avbjóðing og eitt hart arbeiði at avrika.
Í máttloysi og neyð hendi tó nakað. Hjálpandi hendur tóku lógvatak saman, og tey neyðstøddu fingu til lívsins uppihald frá góðum fólki. Skipað átøk og hjálp í tí stilla. Heit hjørtu sendu hita inn í ein kaldan veruleika, - einkjur og einkjumenn, faðir- og móðurleys børn.
Tað er ein vitnisburður verdur at minnast, verdur at bera. At vitna í umsorgan, nærveru og verki. Tá ápostulin Jákup lýsir sannan gudsótta, so nevnir hann júst dømini um vitjan og tað at vísa umsorgan.
“Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Guði og faðirinum er hetta : at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og varða seg sjálvan óspiltan av heiminum.” (Jákup 1,27)
Teir fóru avstað hugagóðir. Hetta var livibreyðið, føðin til húsið, konu og børn. Hugagóðir og eitt sindur tyngri í huga. Tað er meira spennandi at sigla heim enn at fara avstað.
Teir søgdu farvæl, og skilnaðurin á bryggjuni er ein serlig løta. Ikki nógv orð, tøkk og álvarsemi. Sjógvurin er dragandi eina vakra løtu í silvitni, og spennandi er dreymurin um góðan fong. Álvarsemi, tí lyndið í náttúruni er skiftandi. Tey søgdu farvæl, og loksins hvarv skipið úr eygsjón. Farvæl og Jesus fylgi tær!
Eisini Jesus segði á ein hátt farvæl, nú skilnaðarstundin var komin. Í eini longri talu kunnar hann um burturferð sína. Tað er týdningarmikið, at lærusveinarnir vóru vitandi um støðuna, at so mangt er øðrvísi, um ein vinur er hjástaddur ella frástaddur.
Fráveran er tó ikki endalig. Tað kemur altíð ein nýggjur dagur eftir sorg og skilnað, har vónin birtist. Ein vón, ein vissa og sannføring. Tað kemur ein dagur, tá hitt fyrra er farið og alt er vorðið nýtt. Tað er í hesi vón orðini verða søgd og endurtikin : Jesus fylgi tær!
Fráveran kann vera svár, og tað má ikki henda, at vit fara lætt um sorg, sakn og trega. Tilveran er álvarsemi, og forløg teirra, ið bera tungar byrðar mega takast í álvara. Men tað kemur ein løta, tá sorg verður til gleði vend.
Jesus er ávegis heim til faðirin, og hann kunnar lærusveinarnar um støðuna. “Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.” (Jóhannes 16,16)
Tað kemur ein nýggjur dagur, tá sólin á serligan hátt rísur í eystri. Ikki heilt ókent, væl vitnað av kvinnum og monnum. Líkasum árstíðin endurtekur seg, soleiðis eru útsagnir teirra kristnu. At prædika er at endurtaka tað, ið áður er sagt. At vitna er at staðfesta, at evangeliið um Jesus er sannleikin og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí í trúgv. At prædika og vitna er at siga ta gomlu søguna inn í samtíðina, inn í eina nýggja tíð.
Kristindómur er í mangar mátar ein endaleys endurtøka. Uttan endurtøkuna, hin gamla boðskapin um Jesus, er tað ikki talan um kristindóm. Hin kristna trúgvin heldur seg til ein gamlan sannleika, at ein serligan dag í søgu manna var sólin æviga lívgevandi, - páskasólin. Hin dagin Jesus reis av deyða og grøv sum sigursins Harri, sum loysnari fólksins og frelsari heimsins.
Tað kemur ein nýggjur dagur, Jesu afturkoma á himmalsins skýggjum. Henda dagin, tá havið skal lata tey frá sær, ið havið tók. Uppreisn likamsins og ævigt lív í Guðs ríki. Tí sannur er vitnisburður teirra kristnu, at Harrin er trúfastur og missir ongan burtur.
Sjálvt um hin kristna trúgvin ferðast millum gleði og sorg, so er tað vitnisburður teirra kristnu, at Jesus eigur ein frið at geva, sum er djúpur og sannur. Ein frið, sum ber av øllum viti. Ein frið mitt í heimsins ófriði.
Og tó staðfestir mótsøgnin veruleikan. Eisini hin kristni kennir til ófrið, ótta og angist. Vit ferðast ímillum frá friði til ófrið, frá tryggleika til ótta, frá gleði til sorg. Hin kristni livir á jørðini, og jørðin ávirkar umstøðurnar og lívsgleðina.
Hóast vónina elur skilnaður altíð sorg. “Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum.” (Jóhannes 16,22)
Í tíðarbilinum ímillum Jesu heimferð til faðirin og hansara afturkomu á himmalsins skýggjum fekk kristnin ein annan talsmann, Heilagan Anda.
Um andan sigur Jesus : “Eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum.” (Jóhannes 14,16-17)
Andin hevur eina lívgevandi uppgávu, - hann skapar trúnna í hjørtum várum. Tilfarið, ið Heilagur Andi nýtir, eru orð Jesu. Í sínum nýskapandi og kveikjandi yrki heldur Andin seg til endurtøkuna. Ikki nógv nýtt, men tann gamli gleðiboðskapurin. Guðs orð er ævigt og tess vegna altíð nýtt, tað er skapan og endurskapan. Tað er grundvøllur heimsins og frelsa Guðs á eini nýggjari jørð.
Tað er læruríkt og frígerandi at varnast endurtøkuna. Læruríkt, tí vit fáa at vita, hvat vit skulu tosa um, tá vit prædika og vitna. Innihaldið verður okkum givið, og vit verða víst til kelduna, hin æviga løkin. Frígerandi, tí vit verða spard fyri ta hugsan og stúran, um tað, vit hava at bera, er nóg gott og sigandi.
“Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum.” (Jóhannes 16,26)
Tað er loyndardómurin um vísdóm Heilaga Andans, at hann heldur seg til orð Meistarans. Vísdómurin hevur sum eyðkenni, at tað, ið verður sagt ella gjørt, er umhugsað. Tess vegna er Andi Guðs besti ráðgevi og lærumeistari, tí Andin rør afturá og nýtir orð Jesu í eini endurtøku. Einans eitt navn er vert at endurtaka í endaleysar tíðir, navn frelsarans, Jesu navn.
Vitan og vísdómur fylgjast ikki altíð. Vit kunnu hava stóra vitan, og tó bera vit okkum óvísiliga at. Tess vegna gagnar tað trúnni, at vit søkja ásjón Guðs og biðja um Andans vegleiðing.
Tað er ein av fremstu uppgávum Andans, at hann vísir til sannleikan. Millum allar sannleikar er tað sannleikin, at Jesus, einborni sonur Guðs, ið er gitin av Heilagum Anda og føddur av Mariu moy, er frelsari heimsins. Jesus er lykilin til eitt gott lív á jørðini, eitt lív við innihaldi, sjálvt um eitthvørt miseydnast í lívi okkara ella sorgin rakar.
“Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað sum skal koma, skal hann kunngera tykkum.” (Jóhannes 16,13)
Ímillum Jesu himmalsferð og afturkomu hansara á himmalsins skýggjum hevur hin kristna kirkjan eina umfatandi uppgávu. Í orðum og verki skulu vit vitna um Jesus. Siga søguna um mannin, ið øllum gjørdi væl. Siga søguna um hin reina og heilaga, at synd heimsins er sónað og strikað. Søguna um uppreisn Jesu, at deyðans veldi er avmarkað, og vit vegna Jesus eru arvingar til Guðs ríki.
Viðhvørt eru vit bangin fyri endurtøkuni. Hetta hava vit sagt áður. So nú er best at tiga og siga sum minst.
Viðhvørt eru vit sum kirkjulið so innstillað, at vit halda okkum duga alt uttanat. Tað er einki nýtt og spennandi at hoyra.
Andans uppgáva, ið skal hugvekja hvørja prædiku og hvønn vitnisburð í orði og verki vísir til gamalt tilfar. Tað eru einans orð Jesu, ið andaliga skapa nakað nýtt og haldgott. Hin kristna kirkjan eigur ikki at skammast við søguna um Jesus, ið sjálvur er Guðs orð, hitt æviga orðið, - vegurin, sannleikin og lívið.
“Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg. Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.”
Vit bera tann vitnisburðin um Jesus, at hann er trúfastur í gleði og sorg. Vit vitna, at hin deyði og upprisni Jesus, er hjástaddur í lívi og deyða. Ein frelsari er hjá okkum hina seinastu løtuna, fyri at vit í uppreisn hansara kunnu liva ævigt í Guds ríki.
Jesus missir ongan burtur, og hann er innanborða, tá vit farast við lívlát og deyða.
Vit eru í Harrans hondum, - eisini tá vit ganga burtur! Amen.
((Minningargudstænasta í Hósvíkar kirkju, nú 75 ár eru liðin, síðani sluppin “Nólsoyggin” fórst undir Íslandi. Við sluppini vóru 10 menn úr Hósvík. Eftir gudstænastuna varð kransur lagdur við minnisvarðan.))