Skriva út

5. sunnudagur eftir trettanda

Tekstur:  Matteus 13,24-30. Fyrra tekstarøð:

Fyri alt fólkið!
Hygg inneftir, áðrenn tú hyggur út! Leita inni hjá tær sjálvum, áðrenn tú ruddar upp hjá øðrum! Hygg til himmals, áðrenn tú hyggur til jarðar!

Tað var ein heilt vanligan gerandisdag í farnu viku. Ein vælangandi døgurði varð settur á borðið. Eplini vóru at síggja til góð, stór og vøkur. Løtan var komin, tá ið vit skuldu njóta eina góða máltíð eftir loknan arbeiðsdag.
 
Jú, máltíðin var góð og gagnaðist væl. So væl, at vit fingu okkum enn einaferð upp á talerkin. Høvdu havt á orðið, hvussu framúr hesi eplini vóru. Alt gekk væl á øðrum sinni, inntil vit skóru eplini sundur. Eins vøkur tey vóru uttan, eins svørt vóru tey innan. Ósjónlig svartaspilla.

Í eini og somu grýtu var helmingurin av eplunum spiltur, hóast øll eplini at síggja til vóru góð. Tað var ein prædika betri enn mangar, nú magin vildi hava eitt sindur afturat, og tað rann úr tonnunum.

Ein einføld mynd, ja møguliga í so einføld. Viðhvørt er tilveran trupul og torfør at greina, men mangan er hon beint fram og líkatil. Vit hava lyndi at gera lívið torført, og mangan gera vit lívið torført fyri onnur. Hóast sannleikin er einfaldur, gera vit hann øgiligan og torføran at skilja og rúma. Enntá lýsa vit onkuntíð okkara fatan av sannleikanum særandi.

Svá tað var við eplinum, svá er tað við kirkjuni, svá talar Guðs orð. Hin lýtaleysi reinleikin finst ikki á jørðini, finst ikki í nakrari kristnari kirkju ella samkomu.

Jørðin er ein samansettur akur, kirkjan er ein blandaður urtagarður, svá talar Guðs orð. Allar royndir at lúka burtur ókrút miseydnast. Sjálvt dáin eigur rættin til lívið, eigur rættin at liva sum vit onnur, ið meta okkum gagnligari, fríari og vakrari enn dáin.

Tað ljóðar so eyðsýnt, men er so torført. Avbjóðingin at skilja hetta er so mikið krevjandi, at Jesus mátti lýsa fyribrigdið í einum líknilsi og siga: “Eg vil lata munn mín upp í líknilsum, eg vil orðleiða tað, ið fjalt hevur verið frá upphavi veraldarinnar.” (Matt 13,35).

Himmiríkið er líkt einum manni, ið sáaði gott sáð í veltu sína. Ein einføld lýsing, ið er løtt at skilja. Vit kenna arbeiðið hjá teimum, ið dyrka jørðina. At sáa er neyðugt, tað er ein fortreyt fyri góðum skurði á heystardegi. Eyðvitað verður gott sáð sáað, ja tað besta, ið bóndin eigur ella fær hendur á.

Nakað truplari er at skilja, at ein óvinur bóndans kemur inn á økið og sáar illgresi upp í veltuna, meðan húsfólkið svevur. Ber tað veruliga til at vera so óndur og tráa eftir illgerð og skaðiligum verki?

Í gomlum klassiskum prædikum verður í myndatalu sagt, at fyri hvørja kirkju, ið kristnin byggir Guði til heiðurs og æru og menniskjum til signingar, byggir hin óndi, t.e. Guðs mótstøðumaður Sátan, ein bygning beint við síðuna av. Skriftin vitnar eisini, at tað ónda er ein darvandi megi, so eingin orsøk er at vera bláoygdur. Tað er enntá á himnarúmdum, at óndskapurin herjar. Tess vegna avnokta vit djevulin og allar gerningar hans í sambandi við trúarjáttanina.

Sáðið veksur, og ein dag stendur akurin aksaskotin. Tá kemur illgresið eisini til sjóndar. Húskallarnir spyrja húsbóndan, um tað ikki var gott sáð, ið hann sáddi í veltuna. Hvaðani stavar so illgresið?

Svarið var stutt og møguliga óvæntað: Hetta hevur ein illviljaður maður gjørt.

Svarið tók ikki mótið frá húskøllunum, og teir ætlaðu at bjarga skurðinum sum frægast. Húskallarnir spyrja altráir: Vilt tú tá, at vit skulu fara at lúka illgresið burtur?

Húskallarnir hugsaðu, at her mátti nakað munagott gerast. Hugsanin tykist skilagóð, men tað skilagóða er ikki altíð loysnin ella svarið. Tað kann henda, at vit í ídni og nærlagni eina skjóta løtu kunnu gera størri skaða enn gagn.

Nei, segði húsbóndin. “Nei, fyri at tit, tá ið tit royta illgresið burtur, ikki skulu slíta hveitina upp við.”

Tað ræður um varsemi, tí vøksturin á markini er viðkvæmur. Á sama hátt er lívið hjá okkum menniskjum. Tað er so skjótt, at vit í góðari ætlan bráðræsin skaða ein livandi vøkstur av óvart ella í tankaloysi.

Húsbóndin var greiður í síni talu: “Latið bæði sløgini vaksa saman til heysta; og á heystardegi vil eg siga við akurskurðarmenninar: Hentið fyrst illgresið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men berið hveitina inn í løðu mína.”

Vanliga er eitt líknilsi einfalt og lætt at skilja. Nøkur greining ella tulking er ikki neyðug. Hóast nógv kann sigast um tey einstøku liðini í líknilsinum, so hevur eitt líknilsi aloftast eitt aðalmál. Nakað hevur størri týdning enn annað.

Tá ið Jesus er komin burturfrá mannamúgvuni og er staddur heima við hús, biðja lærusveinarnir hann greina líknilsið. Jesus eftirlíkar ynski teirra og sigur:

“Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er menniskjusonurin; og veltan er heimurin; og hitt góða sáðið tað eru børn ríkisins, men illgresið, tað eru børn hins ónda. Og óvinurin, ið sáaði tað, er djevulin; men heystið er veraldar endi, og akurskurðarmenninir eru einglar.” Matteus 13,37-39).

Tað sjáldsama í hesum líknilsinum er, at tað góða sáðið og illgresið skulu fáa loyvi at vaksa lið um lið. Ikki minni talandi er útsøgn Jesu, tá ið havt verður í huga, at tað góða sáðið eru børn ríkisins, meðan illgresið eru børn hins ónda.

Sjáldan fáa vit so greitt at vita í skriftini, at tað er ikki okkara uppgáva sum kristin at sálda menniskju frá vegna synd ella ódygd. Dómurin á evsta degi er Guðs, og akurskurðarmenninir eru einglar. Tað er ikki litið okkum í hendi at døma ella halda dóm. Uppgáva teirra kristnu er at vera hugagóð í tænastuni sum sáðmaður, ótroyttiliga at sáða og væta og bera tey góðu tíðindini um frelsu Guðs í Jesusi Kristi.

Eyðvitað kunnu kristin fólk rættleiða og vegleiða onnur. Men, tá skulu umstøðurnar vera serligar og t.d. taka atlit at kørmunum og rúminum. Undir fýra eygum ella í lítlari fjøld kunnu vit í kærleika rættleiða onnur.

At rættleiða onnur er ein krevjandi uppgáva, ið krevur serligt mál av vísdómi og anda, tí skriva stendur hjá ápostlinum, at vit skulu taka okkum serliga væl av teimum, ið uttanfyri eru.

Hugsa vit um fólkakirkjuna og tað kirkjuliga lívið, staðfestir hetta líknilsið, at øll hugsan um eina reina og fullkomna kirkju fellur til jarðar. Tað gevst eingin fullkomin kristin kirkja alla ta tíð, ið hesin heimur stendur.

Á evsta degi, tá ið tey seinastu orðini verða søgd um hin einstaka, tá telur tað ikki við í metingini, hvussu vit menniskju hava mett um og meta hvør annan. Tá verður eisini syndin avdúkað í sínum vavi, og fjaldar syndir gerast álvarsamar, og nógv umtalaðar syndir blikna í mun til alt tilfarið, ið verður opinberað.

Í Fólkakirkjuni eiga vit at minna hvør annan á, at vit eru ikki ein rein og lýtaleys kirkja. Vit eru ei heldur ein kirkja, har øll hava somu hugsan um alt.

Men, vit hava nógv til felags hvør við annan, tí vit samlast í Jesu navni til tess at hoyra um Guðs stóru náði, at hann í Jesusi veitir okkum eina æviga frelsu. At Guð í Jesusi sær okkum rein, hóast mangt og hvat hongur við við atliti at navni og persóni. Vit eru syndarar, ið tilbiðja og æra frelsaran Jesus og takka honum fyri, at vit, sum eru gitin í synd, eru endurfødd til livandi vónar vegna uppreisn Jesus Krists frá deyðum í heilagum dópi við skírnarfunt.

Líknilsið minnir okkum á, at hvør hevur nóg mikið við sjálvan seg. Minnir okkum á, at vit hava ikki førleikar at meta um ei heldur fella dómin yvir onnur. Hugsa vit um ta samlaðu skriftina, so sigur Guðs orð, at alla ta tíð, heimurin stendur, hava vit møguleikan at venda um og gera bót fyri vára mistøk og syndir. Sama møguleikan eiga eisini onnur, og tess vegna er tað fremsta uppgávan hjá kirkjuni at boðað evangeliið um Jesus til øll menniskju. Í boðan okkara eiga vit at hava Jesus sum fyrimynd, hann ið møtti syndarum við mildum eygum og fyrigevandi sinnalagi.

Vit mega ansa eftir, so vit ikki ístaðin fyri at prædika verða eftirlitsfólk, ið kanna góðsku hins einstaka, rættleika og trúgv hansara.

Vit mega ikki døma ella fordøma onnur menniskju, tí dómurin flytur fokus frá Jesusi. Ístaðin fyri Jesus seta vit við dóminum ein syndara í miðdepilin og umrøða syndir í úrvali.

Fólkakirkjan eigur at prædika Jesus og góðsku hansara. Meðan náðitíðin er, hava vit møguleikan at koma til Jesus, venda um og verða fevnd av hansara kærleika. Vit mega veruliga royna at møta menniskjum við Jesu kærleika. Vit skulu vera ljós og smáar sólir á jørðini. Vit skulu vera góð og góðslig. Vit skulu lýsa upp og senda hita út í rúmið.

Um støðu teirra frelstu á evsta degi stendur skrivað: “Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra.” (Matteus 13,43). Amen.

(Prædikan hildin í Dómkirkjuni 5. sunnudag eftir trettanda 2017. Yvirskriftin er úr jólaevangeliinum hjá Lukasi).

Jógvan Fríðriksson, biskupur