Skriva út

5. sunnudagur eftir páskadag (1)

Prædika til 5.s.e.páskir. Vesturkirkjan.

Sálmar: 18-387/410-353-391-78

Vesturkirkjan

Lat okkum biðja:

Góði Jesus. Takk, at vit kunnu koma saman um orðtítt í dag. Takk Jesus, at tú ert her, tí tú hevur sjálvur lovað, at har tveyella trý eru samlað í tínum navni, har ert tú sjálvur til staðar.

Faðir, vit biðja teg um, at tú mást hjálpa okkumat taka ímóti orði tínum í trúgv. Hjálp okkum at líta á, at tú vilt okkum altvæl, og at lív okkara liggur í tíni tryggu hond.

Lat alt sum ikki er av tær, fella til jarðar, soboðskapurin um teg má standa klárur og skínandi eftir. Amen.

Sunnudagurin í dag eitur frá gamlari tíð: bønarsunnudagur og prædikan ídag fer at eisini at bera brá av hesum.

Ein av mínum starvsfeløgum íDanmark, kom við einum líknilsi, sum eg helt, segði rættiliga nógv.

Hon fortaldi, at hon hevðiverið í grannasóknini og havt guðstænastu. Tá ið hon skuldi koyra heimaftur,fekk hon ein kekk, sum skuldi dekka ferðaútreiðslurnar. Á heimferðini fór honat hugsa um, hvussu nógv hesin kekkur í veruleikanum líktist Jesu lyftum.

Kekkurin hevði einki virði ísjálvum sær. Um hon valdi at hongja hann upp á veggin heima, ístaðin fyri atfara í bankan við honum, so varð hon einki ríkari av tí. Um hon blakaði hann íruskspannina, so fekk hon heldur onga gleði av honum. Kekkurin fekk bert virði,tá ið hann varð brúktur.

-Jesu lyftir erusum ein slíkur kekkur.-

Tí á sama hátt sum kekkurinmá brúkast fyri at fáa gleði av honum, ella fyri at fáa lut í tí ríkidømi, hannumboðar, so er júst somuleiðis við Jesu lyftum. Jesu lyfti eru har fyri at gerabrúk av teimum. Meiningin er hvørki, at vit kasta tey burtur, taka tey fram tilserligar høgtíðir ella onkran hendinga sunnudag, ella at vit ramma tey inn,nei, tey skulu brúkast dagliga, alla tíðina, so at vit kunnu fáa gleði av teimumog lut í tí dýrgripi, sum liggur í teimum.

Sannleikin er, at vit havafingið so ótrúliga nógv og dýrabær lyfti frá Jesusi. Bíblian er, úr enda íannan, full av Guðs góðu og ríku lyftum.

Eitt av hesum lyftum fáa vitat hoyra í evangeliinum í dag: “Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hanngeva tykkum í navni mínum”. Hvat tit so biðja um???

Vit hava kanska hug athalda, at Jesus tók í so dýran til, tá ið hann gav okkum hetta lyftið. Vithøvdu betri kunnað góðtikið tað, um hann hevði sagt á ein annan hátt.  Kanska sett ein ella annan klausul á.

Viðhvørt so haldi eg, at vit,sum boða guðs orð, hava tikið leiklutin uppá okkum at vera ein, sum roynir atfáa menniskju og Jesus at passa saman. Sum roynir at gera alt so skilligt. Sopent og foreiniligt. Hetta er sanniliga eisini freistandi í evangeliinum í dag.- Tí Jesus kann ikki í álvara meina, at hvat vit so biðja um, tað skulu vitfáa? -  So vit royna at venda Jesu orðumeitt sindur og siga, at kanska meinti Jesus heldur at: “biðja tit faðirin umnakað í mínum navni, sum snýr seg um kristinlívið, so skal tað verða tykkumgivið”?? Ella:” biðja tit um okkurt, sum hevur við tað andaliga lívið at gera,so skal eg geva tykkum tað”?  So høvduvit betri fingið tað at hóska til veruleikan. Men soleiðis segði Jesus ikki.Har var eingin klausulur á: “biðja tit faðirin um nakað í navni mínum, tað skalhann geva tykkum”. Og eina aðra staðni fer Jesus uppaftur víðari og sigur: “biðiog tit skulu fáa!”

Tað kundi verið so deiligabehagiligt fyri okkum, um vit funnu onkran umskyldning fyri tí, Jesus sigur ídag, tí hetta lyftið frá Jesusi passar ikki heilt við veruleikan, sum vitmangan uppliva hann. Tí veruleikin er, at tað eru menniskju, sum biðja í Jesunavni, men har tað sær út til, at tey als ikki fáa tað, tey biðja um.  Hvat við teimum?? Hvat skulu vit svara teimum?

Tíverri royna vit mangan at finnaymiskar umskyldningar, sum vit blaka í høvdið á fólkið fyri at forsvara Jesus.Men sannleikin er: at tað er hvørki tín ella mín uppgáva at forsvara Jesus ellaGuðs orð! Jesus stendur við sítt orð. Hann hevur sagt tað, og tí mugu vit ikkiroyna at fáa tað at hóska við restina, men vit skulu geva tað víðari uttan atleggja nakað afturat ella taka nakað burturfrá.

¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤¤

Hvat so við teimum bønum, sumikki síggja út at tær verða svaraðar? Hvat so, tá ið vit ikki fáa tað, vitbiðja um? Sjálvt um vit biðja í Jesu navni? Hvat so, tá ið hann ella hon, sumvit bóðu fyri, ikki vórðu frísk?? Hví vórðu tey ikki tað, tá ið Jesus í daggevur okkum hetta lyftið???  Truplirspurningar, sum fleiri sita við, og sum vit tí ikki bara skulu loypa um, mentaka í álvara, tí tað er rætt, at mann sum trúgvandi kann uppliva at verðaskuffaður, tí mann ikki fekk tað, mann bað um. Mann kann fara at ivast, ogkanska enntá kasta trúnna frá sær, tí bønarsvarið kom ikki.

Til okkum sum í dag sita viðslíkum spurningum og slíkum kenslum hevur Guðs orð eitt klárt svar: Bið og haltáfram og bið! Gevst ongantíð við at biðja. Gevst ongantíð við at vænta tær altgott frá Guði. Gevst ongantíð við at lýta á Jesu lyftir. Halt áfram og bið, sjálvtum tað sær út til at einki hendir. Halt áfram, tí so satt sum guð er guð, sosatt stendur hann aftanfyri hvørt einasta lyfti, hann hevur givið. Krøk tegfast í Guð, eisini tá ið tað sær út til, at einki hendir. Eisini tá ið tú ivast,so krøk teg í hann. Lít á hann, lít á at hann vil tær bara væl. Lít so mikið áhann, at tú altíð vilt enda bøn tína á sama hátt, sum Jesus endaði sína bøn íGetsemane:” verið vilji tín”. - Kanska er hetta dagurin, har vit skuldu daggjørt Jesu bøn í Gestemane til okkara bøn?  Hvussu bað Jesus í Getsemane, beint áðrennhann skuldi krossfestast og pínast? Jú, Jesus legði øll ynski síni fram fyriGuð. Hann kendi Guð og visti, at hann kundi fortelja Guði, hvussu hann hevði tað,og hvat hann ynskti, hvat hann hugsaði, og hvat hann var bangin fyri, men hannvisti eisini, at hann kundi ikki seta nakað krav yvirfyri Guði. Tí endaði hannbønina við: verið vilji tín. Hann bað ikki í sínum egna navni, men í guðsnavni.

Tað er so ómetlaiga trupultat biðja í Guðs navni. Tí tað merkir, at tá leggja vit alt yvir á Guð. Tá hyggjavit burturfrá okkum sjálvum og leggja okkara vilja inn um Guðs vilja. Tað geravit, tí vit líta á, at hann veit, hvat er best fyri okkum. Ein slík bøn í Guðsnavni gevur ein frið, sum er yvirnáttúrligur og sum heldur, óansæð umstøður.

Hetta er tann dýra signingin,sum liggur í bønini. At vit vita við 100 % vissu, at vit eru ongantíðeinsamøll, tí bønarvegurin er altíð opin. – vit verða altíð hoyrd av skaparaokkara. Honum, sum heldur øllum í síni veldis hond. Sum øll og alt erundirgivið. At verða bønhoyrdur er júst hetta, at Guð hoyrir okkara bøn, hoyrirokkara sakn, hoyrir okkara sorg.

Ein fantastiskur møguleikivit hava! At tú og eg hava loyvið at fara heilt inn til Guðs trónu, framviðgullgøtum, inn um perluportrið, framvið øllum einglum, heilt fram til Guðstrónu og leggja alt okkara fram yvir á hann. Alt. Einki er ov stórt og einki ovsmát. Hann tekur ímóti okkum og øllum okkara. Og hann ikki bara tekur ímóti, menhann hevur umsorgan fyri okkum og gevur okkum tí altíð tað, sum hann í sínumstóra vísdómi veit, er best fyri okkum.

Lat okkum líta á hendadýrabæra sannleikan.

-Sjálvt um eg ikki altíðskilji Guð. Sjálvt um eg kann gerast bæði skuffað og óð inn á Guð. SO kann eg,óansæð hvat hendir líta á, at Guð vil mær alt væl. Men hansara vegir eru ikkimínir vegir. Eg skilji ikki alt hann ger, og ofta kann eg hava hug at mótmæla,tí tað tykist mangan so meiningsleyst. Men hvør eri eg at mótmæla Guði? Hvøreri eg at halda, at eg veit betri enn Guð? Hann, sum kennir alt fult út, hvøreri eg at ákæra hann viðvíkjandi tí, sum hendir og sum ikki hendir?

Guð, sum er so nógv vísarienn vit, sum sær og veit alt um okkum, hvørji eru vit at ákæra hann, tá ið vitikki fáa okkara vilja???

Í Matteusarevangelinumsigur Jesus soleiðis: “Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðargávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimumgóðar gávur, ið biðja hann”.

Tað er ikkinakað, sum rørir eitt móðurhjarta meir, enn tá ið barn hennara grætur. Hvørkærleiksfull mamma kann lata oyrini aftur fyri grátinum hjá barninum? Um børnokkara gráta, so skunda vit okkum at hjálpa. Vit, sum eru so ófullkomin. Hvussumikið meira so ikki Guð? - Halt tí ongantíð, at Guð situr í himli og biður tegrópa harðari, tá ið tú biður.  Tað gerhann ikki, hann er tær nær, hann hjálpir tær, tí hann kann ikki annað. Hann erjú GUÐ!

Men tí hanner Guð, so veit hann, hvat er best fyri teg. Tí kanst tú róliga enda bønirtínar við orðunum: veri vilji tín.

Ein bøn, sumeg eri vorðin so góð við, sum sigur so nógv um okkum og Guð, um bøn ogbønarsvar ljóðar soleiðis:

Eg bað Gud um megi, so eg kundi prógva nakað

Eg varð gjørdur veikur, so eg kundi læra at vera lýðin í eymýkt…

Eg bað um heilsu, so eg kundi útinna stórverk

Eg fekk veikleika, so eg kundi útinna góðverk…

Eg bað um ríkidømi, so eg kundi vera eydnusamur

Eg fekk fátækradømi, so eg kundi gerast vísur…

Eg bað um makt, so eg kundi gerast víðagitin millum menniskju

Eg fekk veikleika, so eg kundi kenna, at mær tørvaði Gud…

Eg bað um allar verðsins lutir, so eg kundi njóta lívið

Eg fekk lívið, so eg kundi njóta allar verðsins lutir…

Eg fekk einki av tí, eg bað um, men alt tað eg vónaði…

Allar mínar bønir vóru svaraðar.

Amen.

Lat okkum biðja:

Góði Jesus Kristus. Takk,fyri tíni dýrabæru lyfti. Takk Jesus, at tú stendur aftanfyri hvørt lyfti, túhevur givið okkum. Takk, at tey øll hava sítt amen í tær. Men góði Jesus, viðhvørtso biði eg og biði og tað sær út til, at tú ikki hoyrir meg. Hjálp mær at lítaá, at tú ikki bara hoyrir, men tú svarar mær. Hjálp mær at líta á, at svarið,óansæð, hvussu tað er, so er tað tað besta fyri meg. Faðir, tú hevur veruligauppiborið mítt álit. Hjálp mær at enda bønirnar við orðunum: verið vilji tín,ikki mín.

Faðir, vit koma nú fram tiltína trónu við bønum okkara.

Vit biðja fyri teimum, sumsyrgja og sakna, einkjum og einkjumonnum og foreldraleysum. Faðir, verð teimumnær, legg tú góð minnir í hjørtunum. Hjálp teimum at minnast til, at gleðin viðat elska er altíð størri enn sorgin við at missa.

Send menniskju á veg teirra,sum kunnu bera sorgina saman við teimum.

Verð hjá børnunum, eisiniteimum í móðurlívi, og teimum ungu. Vælsigna tey børn, sum verða borin til tíndóp í dag. Takk, at tú tekur ímóti teimum og ger tey til tíni. Verð hjáforeldrum og faddrum og hjálp teimum at leggja tað góða orðið niður í tey.

Vælsigna og varðveit tínakirkju her á hesum stað og kring allan heim.Send okkum prestar og tænarar, sumvilja prædika títt orð klárt og reint og hjálp okkum øll at vera saman um atgera títt navn stórt, Jesus.

Vælsigna tú løgmann og húshansara og vælsigna drotningina og hús hennara.

Vit biðja fyri øllumheimsins londum, lat tey og okkum øllum játta teg sum okkara harra og frelsara.Eftir tínum orði biða vit eina serliga bøn fyri tínum fólki Ísrael og vit biðjaum tín frið yvir Jerusalem.

Hjálp okkum, tá ið vit faraút í heimin at vera ljós og salt, har sum vit eru sett og virka og liva. Hjálpokkum at elska menniskju inn í títt ríki.

Í tínum heilaga navni,Jesus. Amen.